Les bíbliuna
Evangeliið eftir Lukas
- 1Eftir hetta útvaldi Harrin eisini 70 aðrar og sendi teir út tveir og tveir undan Sær í hvønn bý og á hvørt stað, sum Hann sjálvur ætlaði at koma til.
- 2Hann segði við teir: „Skurðurin er stórur, men arbeiðsmenninir eru fáir; biðið tí Harra skurðarins senda út arbeiðsmenn til skurð Sín!
- 3Farið avstað! Eg sendi tykkum sum lomb mitt ímillum úlvar!
- 4Havið ikki pung, ikki tasku, ikki skógvar, og heilsið ongum á vegnum!
- 5Og har tit koma inn í hús, skulu tit fyrst siga: „Friður veri við hesum húsi!“
- 6Er tá eitt friðarins barn har, skal friður tykkara hvíla á tí; men um ikki, skal hann koma aftur til tykkara.
- 7Men verðið í tí húsi, og etið og drekkið tað, sum tey bjóða tykkum! Tí arbeiðsmaðurin er løn sína verdur. Tit skulu ikki flyta úr einum húsi í annað.
- 8Og har tit koma inn í bý, og tey taka ímóti tykkum, skulu tit eta tað, sum tey seta fyri tykkum.
- 9Grøðið hini sjúku, ið eru har, og sigið við tey: „Ríki Guds er komið tykkum nær!“
- 10Men har tit koma inn í bý, og tey taka ikki ímóti tykkum, skulu tit fara út á gøturnar og siga:
- 11„Um tað so er dustið, sum hongur uppi í fótum okkara úr býi tykkara, so turka vit tykkum tað av. Tó, tað skulu tit vita, at ríki Guds er komið nær.“
- 12Eg sigi tykkum: Sodoma skal gangast frægari hin dag enn tí býi.
- 13Vei tær, Korazin! Vei tær, Betsaida! Tí vóru kraftargerðirnar, sum gjørdar eru í tykkum, gjørdar í Týrus og Sidon, høvdu teir langt síðani vent við og sitið í sekki og øsku.
- 14Men tað skal gangast Týrus og Sidon frægari í dóminum enn tykkum.
- 15Og tú Kapernaum, ið upp ert lyftur til Himmals! Í deyðaríkið skalt tú stoytast niður!
- 16Tann, ið hoyrir tykkum, hoyrir Meg; tann, ið vrakar tykkum, vrakar Meg; tann, ið vrakar Meg, vrakar Hann, sum sendi Meg.“
- 17Hinir 70 komu glaðir aftur og søgdu: „Harri! Eisini hinir illu andarnir eru okkum lýdnir í navni Tínum!“
- 18Tá segði Hann við teir: „Eg sá Satan falla niður av himli sum snarljós.
- 19Eg havi givið tykkum vald at traðka á ormar og skorpiónir og yvir øllum veldi fíggindans, og einki skal kunna saka tykkum.
- 20Tó, gleðist ikki yvir tað, at andarnir eru tykkum lýdnir, men gleðist yvir, at nøvn tykkara eru uppskrivað í Himli!“
- 21Í somu stund fyltist Hann av gleði í Heilaga Andanum og segði: „Eg prísi Tær, Faðir, Harri Himmals og jarðar, at Tú hevur dult hetta fyri vísum og klókum og opinberað ómyndigum tað! Ja, Faðir! Tí so líkaði Tær, at verða skuldi.
- 22Alt er Mær litið upp í hendur av Faðir Mínum; eingin veit, hvør Sonurin er, uttan Faðirin, og hvør Faðirin er, uttan Sonurin og tann, ið Sonurin vil opinbera Hann.“
- 23So vendi Hann Sær serliga til lærisveinarnar og segði við teir: „Sæl eru tey eygu, sum síggja tað, ið tit síggja!
- 24Tí Eg sigi tykkum: Mangir profetar og kongar hava ynskt sær at síggja tað, ið tit síggja, og hava ikki fingið tað at síggja, og hoyra tað, ið tit hoyra, og hava ikki fingið tað at hoyra.“
- 25Ein lógkønur steig nú fram, freistaði Hann og segði: „Meistari! Hvat skal eg gera, fyri at eg kann arva ævigt lív?“
- 26Tá segði Hann við hann: „Hvat er skrivað í lógini? Hvussu lesur tú?“
- 27Hann svaraði: „„Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni, av allari styrki tíni og av øllum huga tínum, og næsta tín sum teg sjálvan.““
- 28Hann segði við hann: „Tú svaraði beint – ger hatta, so skalt tú liva!“
- 29Men hann vildi gera seg sjálvan rættvísan og segði tí við Jesus: „Hvør er tá næsti mín?“
- 30Jesus svaraði: „Maður fór úr Jerusalem oman til Jeriko; og hann fall í hendur ránsmanna, sum bæði lótu hann naknan og slógu hann og síðani fóru leið sína og lótu hann liggja har hálvdeyðan.
- 31Nú bar so á, at prestur fór somu leið oman; hann sá hann, men gekk bert framvið.
- 32Á sama hátt ein Levitur; hann kom til staðið, fór yvir, sá hann, men gekk bert framvið.
- 33Men ein Samverji, ið var á ferð, kom til hansara; táið hann sá hann, tykti honum hjartaliga synd í honum.
- 34Hann fór yvir til hansara, bant um sár hansara og læt olju og vín í tey; so lyfti hann hann upp á sítt egna dýr, fór til gistihús við honum og røkti hann.
- 35Dagin eftir tók hann tveir denarar, gav vertinum teir og segði: „Røk hann! Og leggur tú meiri út, skal eg lata teg fáa tað, táið eg komi aftur.“
- 36Hvør av hesum trimum, tykist tær nú, royndist næsti hansara, sum fallin var í hendur ránsmanna?“
- 37Hann segði: „Tann, ið vísti honum miskunn.“ Tá segði Jesus við hann: „Far tú og ger tað sama!“
- 38Meðan teir nú ferðaðust, kom Hann til eina bygd; og kvinna, sum æt Marta, tók ímóti Honum í húsi sínum.
- 39Hon hevði systur, ið æt Maria; hon setti seg við føtur Harrans at lurta eftir tí, sum Hann segði.
- 40Men Marta stríddist og gjørdi sær nógvan ómak fyri Honum. Hon kom tá yvir og segði: „Harri, hugsar Tú ikki um tað, at systir letur meg vera einsamalla um at tæna Tær? Sig tó við hana, at hon skal hjálpa mær!“
- 41Men Harrin svaraði henni: „Marta, Marta! Tú gert tær stríð og órógv av mongum;
- 42men eitt er fyri neyðini. Maria hevur valt hin góða lut, og hann skal ikki verða frá henni tikin.“