Les bíbliuna
Evangeliið eftir Lukas
- 1Við tað at mangir hava tikið sær fyri at seta saman frásøgn um tað, sum hent hevur millum okkara –
- 2soleiðis sum teir, ið av fyrstu tíð vóru eygnavitni, og sum gjørdust tænarar orðsins, hava sagt fyri okkum –
- 3so havi eisini eg, eftir at eg gjølla havi rannsakað alt av fyrstu tíð, sett mær fyri at skriva tær tað niður, hvørt eftir annað, hávirdi Teofilus,
- 4fyri at tú kanst sanna, hvussu álítandi tað er, sum tú hevur hoyrt frásagt.
- 5Á døgum Heródesar kongs í Judea var prestur, ið æt Zakarias, av skifti Abia; hann hevði konu av døtrum Áron; hon æt Elisabet.
- 6Tey vóru bæði rættvís fyri Gudi og livdu ólastandi í øllum boðum og fyriskipanum Harrans.
- 7Men tey áttu einki barn; tí Elisabet var ófruktbør; og tey vóru bæði væl við aldur.
- 8Nú hendi tað, meðan hann tænti sum prestur fyri Gudi, táið skifti hansara átti at gera tænastuna,
- 9at tað, soleiðis sum siður var í prestatænastuni, fall honum í lut at fara inn í tempul Harrans og bera fram roykilsisofrið.
- 10Øll mannfjøldin helt bøn uttanfyri, meðan roykilsisofrið varð borið fram.
- 11Tá vísti eingil Harrans seg fyri honum, standandi høgrumegin roykilsisaltarið.
- 12Zakarias ræddist, táið hann sá hann, og ótti fall á hann.
- 13Men eingilin segði við hann: „Óttast ikki, Zakarias! Bøn tín er hoyrd – Elisabet, kona tín, skal eiga tær son, og tú skalt kalla hann Jóhannes.
- 14Hann skal verða tær til gleði og frøi, og mong skulu gleðast um, at hann er føddur.
- 15Tí hann skal vera stórur fyri Harranum; vín og sterkan drykk skal hann ikki drekka, og hann skal fyllast við Heilaga Andanum líka úr móðurlívi.
- 16Mong av børnum Ísraels skal hann umvenda til Harran Gud teirra.
- 17Hann skal ganga undan Honum í anda og kraft Eliasar, til at venda hjørtum fedra til børn og ólýdnum til sinnalag rættvísra, til at gera Harranum til reiðar vælbúgvið fólk.“
- 18Tá segði Zakarias við eingilin: „Av hvørjum skal eg vita hetta? Eg eri jú gamal, og kona mín er væl við aldur!“
- 19Eingilin svaraði honum: „Eg eri Gabriel, sum standi fyri ásjón Guds, og eg eri sendur út at tala við teg og bera tær hesi gleðiboð.
- 20Og nú skalt tú verða málleysur og ikki fáa talað, inntil tann dag hetta hendir – aftur fyri at tú trúði ikki orðum mínum, sum tó skulu ganga út á tíð síni.“
- 21Fólkið stóð og bíðaði eftir Zakariasi; og tey undraðust á, at hann varð so leingi í templinum.
- 22Táið hann nú kom út, fekk hann ikki talað til teirra; tey skiltu tá, at hann hevði sæð sjón í templinum. Og hann gjørdi tekin til teirra og varð verandi málleysur.
- 23Táið so tænastutíð hansara var at enda, fór hann heim til sín sjálvs.
- 24Men eftir hesar dagar varð Elisabet, kona hansara, við barn; og hon helt seg fjalda fimm mánaðir og segði:
- 25„So hevur Harrin gjørt við meg, teir dagar Hann sá til mín, at taka burt vanæru mína millum menniskjuni!“
- 26Í sætta mánaði varð Gabriel eingil sendur av Gudi til bý í Galilea, sum eitur Nazaret,
- 27til moyggj, sum var trúlovað við manni, ið æt Jósef, av húsi Dávids; moyggin æt Maria.
- 28Eingilin kom inn til hennara og segði: „Heil, tú náðaða! Harrin er við tær; signað ert tú millum kvinnur!“
- 29Ræðsla fall á hana av orðum hansara, og hon hugsaði um, hvat henda heilsa mundi hava at týða.
- 30Tá segði eingilin við hana: „Óttast ikki, Maria! Tú hevur funnið náði hjá Gudi.
- 31Nú skalt tú verða við barn og eiga son; Hann skalt tú kalla Jesus.
- 32Hann skal verða stórur og kallast Sonur hins Hægsta; og Gud Harrin skal geva Honum hásæti Dávids, faðirs Hansara.
- 33Hann skal vera kongur yvir húsi Jákups allar ævir, og ikki skal vera endi á kongadømi Hansara.“
- 34Tá segði Maria við eingilin: „Hvussu kann hetta verða, við tað at eg veit ikki av manni?“
- 35Eingilin svaraði henni: „Heilagi Andin skal koma yvir teg, og kraft hins Hægsta skal skugga yvir teg; tí skal eisini hitt heilaga, ið føtt verður, kallast Sonur Guds.
- 36Og nú, Elisabet, skyldkona tín – eisini hon er vorðin við barn og gongur við syni í elli síni; hesin mánaður er hin sætti hjá henni, ið kallað verður ófruktbør.
- 37Tí einki er Gudi ómøguligt.“
- 38Tá segði Maria: „Eg eri tænastukvinna Harrans – mær verði, sum tú hevur sagt!“ So fór eingilin frá henni.
- 39Á hesum døgum fór Maria við skundi avstað til fjallalandið, til ein bý í Juda.
- 40Hon kom inn hjá Zakariasi og heilsaði Elisabet.
- 41Táið tá Elisabet hoyrdi heilsu Mariu, spældi fostrið í lívi hennara. Og Elisabet fyltist av Heilaga Andanum,
- 42rópti hart og segði: „Signað ert tú millum kvinnur, og signað er lívsfrukt tín!
- 43Hvussu hendir hetta meg, at móðir Harra míns kemur til mín?
- 44Tí veitst tú – í tí eg hoyrdi ljóðið av heilsu tíni, spældi fostrið av frøi í lívi mínum!
- 45Og sæl er hon, ið trúði; tí tað skal ganga út, sum henni er sagt av Harranum.“
- 46Tá segði Maria: „Sál mín setur Harran høgt,
- 47og andi mín gleðist í Gudi, Frelsara mínum;
- 48tí Hann hevur sæð til tænastukvinnu Sína, sum so lítið hevur at týða. Ja, eftir hetta skulu allar ættir prísa meg sæla,
- 49tí Hann hevur gjørt stórverk við meg, Hann, hin veldigi. Heilagt er navn Hansara.
- 50Ætt eftir ætt er miskunn Hansara yvir teimum, ið óttast Hann.
- 51Hann hevur gjørt veldig verk við armi Sínum; Hann hevur spjatt sundur teir, sum hugmóðigir eru í hugsanum hjartna sína.
- 52Hann hevur stoytt høvdingum úr hásætunum og sett tey høgt, sum hava lítið at týða.
- 53Svong hevur Hann mettað við góðum gávum, og rík hevur Hann latið fara við tómum hondum.
- 54Hann hevur tikið Sær av Ísrael, tænara Sínum, fyri at minnast miskunn
- 55móti Ábrahami og avkomi hansara allar ævir – soleiðis sum Hann talaði til fedrar okkara.“
- 56Maria steðgaði nú einar tríggjar mánaðir hjá henni og fór so heimaftur til sín sjálvs.
- 57So kom tíðin hjá Elisabet, táið hon skuldi eiga. Og hon átti son.
- 58Táið grannar og skyldfólk hennara frættu, at Harrin hevði gjørt miskunn Sína stóra móti henni, gleddust tey saman við henni.
- 59Áttanda dagin komu tey so at umskera barnið; og tey ætlaðu at kalla hann Zakarias eftir faðir hansara.
- 60Men móðir hansara tók til orða og segði: „Nei, hann skal eita Jóhannes!“
- 61Tá søgdu tey við hana: „Eingin er jú í ætt tíni, sum eitur so!“
- 62Tey gjørdu tá tekin til faðir hansara fyri at fáa at vita, hvat hann vildi, at barnið skuldi eita.
- 63Hann bað fáa sær talvu, og skrivaði hesi orð: „Jóhannes er navn hansara.“ Tá undraðust øll.
- 64Í somu stund opnaðust muður og tunga hansara; og hann talaði og prísaði Gudi.
- 65Ótti kom á øll, sum búðu har rundanum; í øllum fjallalandinum í Judea var nógv tos um alt hetta.
- 66Øll, ið hoyrdu tað, løgdu sær tað á hjarta og søgdu: „Hvat man fara at verða av hesum barni?“ Tí hond Harrans var við honum.
- 67Zakarias, faðir hansara, fyltist nú av Heilaga Andanum, profeteraði og segði:
- 68„Lovaður veri Harrin Gud Ísraels! Tí Hann hevur vitjað fólk Sítt og loyst tað út.
- 69Hann hevur reist okkum upp frelsuhorn í húsi Dávids, tænara Síns,
- 70eins og Hann talaði við munni heilagu profeta Sína frá fornum tíðum –
- 71frelsu frá fíggindum okkara og frá hond alra teirra, ið hata okkum,
- 72fyri at gera miskunn móti fedrum okkara og minnast heilaga sáttmála Sín,
- 73eiðin, ið Hann svór Ábrahami, faðir okkara –
- 74at Hann skuldi veita okkum, at vit, bjargað av hond fígginda okkara, skuldu kunna tæna Honum óttaleys,
- 75í heilagleika og rættvísi, fyri ásjón Hansara, allar dagar okkara.
- 76Eisini tú, barn, skalt verða kallaður profetur hins Hægsta; tí tú skalt ganga undan fyri ásjón Harrans at gera vegir Hansara til reiðar,
- 77fyri at læra fólk Hansara frelsu at kenna í fyrigeving synda teirra.
- 78Hetta er eymu miskunn Guds okkara fyri at takka, sum læt lýsing av hæddini vitja okkum –
- 79til at lýsa teimum, sum sita í myrkri og deyðaskugga, til at leiða føtur okkara inn á veg friðarins.“
- 80Barnið vaks nú og varð sterkt í Andanum; og hann var í oyðimørkunum, inntil tann dag hann steig fram fyri Ísrael.