Les bíbliuna

Evangeliið eftir Lukas

  • 1Hann var einastaðni og bað; táið Hann tá helt uppat, segði ein av lærisveinum Hansara við Hann: „Harri! Lær okkum at biðja, eins og Jóhannes lærdi lærisveinar sínar!“
  • 2Hann segði við teir: „Táið tit biðja, sigið tá: „Faðir! Heilagt verði navn Títt! Komi ríki Títt!
  • 3Gev okkum hvønn dag dagliga breyð okkara!
  • 4Fyrigev okkum syndir okkara – tí eisini vit fyrigeva øllum, ið skylda okkum! Leið okkum ikki í freisting!““
  • 5Og Hann segði við teir: „Um onkur tykkara eigur vin og fer til hansara mitt um náttina og sigur við hann: „Góði, læn mær trý breyð!
  • 6Tí ein vinur mín er komin ferðandi til mín, og eg havi einki at seta fyri hann“
  • 7– um tá hin svarar innanfyri: „Ger mær ikki ónáðir! Dyrnar eru longu stongdar, og bæði eg og børn míni eru løgst; eg kann ikki fara upp aftur og fáa tær tað!“
  • 8tá sigi Eg tykkum: Um hann so ikki fer upp og gevur honum tað, tí hann er vinur hansara, so fer hann kortini upp, av tí at hann er so framligur, og letur hann fáa alt, ið honum tørvar.
  • 9Og Eg sigi tykkum: Biðið, og tykkum skal verða givið! Leitið, og tit skulu finna! Bankið uppá, og tykkum skal verða latið upp!
  • 10Tí hvør tann, ið biður, fær; tann, ið leitar, finnur; tann, ið bankar uppá, honum skal verða latið upp.
  • 11Hvør tykkara, sum er faðir, fer at geva syni sínum stein, táið hann biður um breyð, ella – táið hann biður um fisk – geva honum orm í staðin fyri fiskin,
  • 12ella – táið hann biður um egg – geva honum skorpión!
  • 13Vita nú tit – sum ónd eru – at geva børnum tykkara góðar gávur, hvussu mikið meiri skal tá Faðirin av Himli geva teimum Heilaga Andan, sum biðja Hann!“
  • 14Hann rak út illan anda, sum var málleysur; men táið nú hin illi andin var farin út, talaði hin málleysi. Og fólkið undraðist.
  • 15Men nakrir av teimum søgdu: „Við Be’elzebul, høvdinga hinna illu anda, rekur Hann út hinar illu andarnar!“
  • 16Aðrir freistaðu Hann og kravdu Hann eftir tekini av Himli.
  • 17Men við tað at Hann visti, hvat teir hugsaðu, segði Hann við teir: „Hvørt ríki, sum kemur í stríð við seg sjálvt, legst í oyði, og hús fellur á hús.
  • 18Er nú eisini Satan komin í stríð við seg sjálvan, hvussu verður tá ríki hansara standandi! Tit siga jú, at Eg reki út hinar illu andar við Be’elzebul!
  • 19Reki Eg nú út hinar illu andar við Be’elzebul, við hvørjum reka tá synir tykkara teir út? – Tí skulu teir vera dómarar tykkara.
  • 20Men reki Eg út hinar illu andar við fingri Guds, so er jú ríki Guds komið til tykkara.
  • 21Táið hin sterki vápnaður heldur vakt um garð sín, verður tað, sum hann eigur, í friði.
  • 22Men táið ein, sum sterkari er enn hann, heldur á hann og vinnur hann, tekur hann frá honum bæði vápn og herklæði, alt, ið hann leit á, og skiftir sundur fongin, ið hann hevur tikið frá honum.
  • 23– Tann, ið ikki er við Mær, er ímóti Mær, og tann, ið ikki savnar við Mær, spjaðir.
  • 24Táið hin óreini andin er farin út úr menniskjanum, gongur hann um á vatnleysum støðum og leitar eftir hvílu. Táið hann nú onga hvílu finnur, sigur hann: „Eg skal fara aftur í hús mítt, sum eg fór úr.“
  • 25Táið hann so kemur hagar, sær hann, at tað er sópað og prýtt.
  • 26Tá fer hann avstað og tekur við sær sjey aðrar andar, sum verri eru enn hann sjálvur; og táið teir so eru farnir inn, verða teir búgvandi har; og hitt seinna hjá tí menniskja verður verri enn hitt fyrra.“
  • 27Táið Hann hetta segði, lyfti ein kvinna millum fólkið upp rødd sína og segði við Hann: „Sælt er tað lív, ið Teg bar, og sæl eru tey bróst, ið Tú seyg!“
  • 28Tá segði Hann: „Ja, sæl eru tey, sum hoyra orð Guds og goyma tað!“
  • 29Táið nú fólkið streymaði til, tók Hann til orða og segði: „Henda ætt er ónd ætt; hon krevur tekin, og henni skal einki tekin verða givið uttan tekin Jónasar.
  • 30Tí eins og Jónas varð Ninevemonnum tekin, so skal eisini Menniskjasonurin verða hesi ætt.
  • 31Drotningin í Suðurlandi skal rísa upp í dóminum saman við monnunum av hesi ætt og dómfella teir; tí hon kom frá enda jarðarinnar at hoyra vísdóm Sálomons – og hyggið, her er meir enn Sálomon!
  • 32Menn úr Nineve skulu stíga fram í dóminum saman við hesi ætt og dómfella hana; tí teir vendu við, táið Jónas prædikaði fyri teimum – og hyggið, her er meir enn Jónas!
  • 33Eingin tendrar ljós og krógvar tað burtur ella setur tað undir skeppumálið; nei, hann setur tað í ljósastakan, so tey, sum inn koma, skulu síggja skinið av tí.
  • 34Eyga títt er ljós likamsins; táið eyga títt er frískt, er eisini alt likam títt ljóst; men er tað sjúkt, er eisini likam títt myrkt.
  • 35Síggj tí til, at ljósið, sum í tær er, er ikki myrkur!
  • 36Er nú alt likam títt ljóst, so eingin partur av tí er myrkur, tá verður tað heilt ljóst, sum táið ljósið lýsir á teg við bjarta skini sínum.“
  • 37Í tí Hann segði hetta, bað ein Fariseari Hann koma og eta døgurða hjá sær. Hann fór tá inn og setti Seg til borðs.
  • 38Men táið Farisearin sá, at Hann vaskaði Sær ikki, áðrenn Hann fór at eta, undraðist hann.
  • 39Tá segði Harrin við hann: „Tit Farisearar reinsa nú bikarið og fatið uttan, men innan eru tit fullir av ráni og óndskapi.
  • 40Dárar tykkara! Hann, sum gjørdi tað, ið út vendir, gjørdi Hann ikki eisini tað, ið inn vendir!
  • 41Men gevið tað, sum innaní er, til olmussu, og tá er alt tykkum reint.
  • 42Vei tykkum, tit Farisearar! Tí tit tíggjunda av myntu, rútu og alskyns urtum, og spyrja ikki um rætt og kærleika til Gud; hetta skuldi verðið gjørt, og hitt ikki verið ógjørt.
  • 43Vei tykkum, tit Farisearar, sum fegnir vilja sita fremstir í sýnagogunum og verða heilsaðir á torgunum!
  • 44Vei tykkum! Tí tit líkjast grøvum, ið ikki síggjast, sum menniskjuni ganga oman á og vita ikki av tí.“
  • 45Tá tók ein av hinum lógkønu til orða og segði við Hann: „Meistari! Við at siga hetta gongur Tú eisini okkum ov nær.“
  • 46Hann svaraði: „Vei tykkum við, tit lógkønu! Tí tit leggja byrðar á menniskjuni, sum tey illa fáa borið, og sjálvir nema tit ikki byrðarnar við einum fingri.
  • 47Vei tykkum! Tí tit byggja gravir profetanna, og fedrar tykkara drópu teir.
  • 48Soleiðis geva tit tí, sum fedrar tykkara gjørdu, vitnisburð og viðhald; tí teir drópu teir, og tit byggja.
  • 49Tí hevur eisini vísdómur Guds sagt: „Eg skal senda teimum profetar og ápostlar; summar av teimum skulu teir drepa, og summar skulu teir jagstra,
  • 50fyri at blóð alra profeta, sum úthelt er, frá tí heimurin varð grundaður, skal verða kravt av hesi ætt –
  • 51frá blóði Ábels líka til blóð Zakariasar, sum dripin varð millum altarið og templið“; ja, Eg sigi tykkum: Tað skal verða kravt av hesi ætt.
  • 52Vei tykkum, tit lógkønu! Tí tit hava tikið burt lykil kunnskaparins; sjálvir eru tit ikki farnir inn, og teimum, ið vildu fara inn, hava tit forðað.“
  • 53Táið Hann tá fór út haðani, fóru hinir skriftlærdu og Fariseararnir at ganga hart á Hann og spyrja Hann um mangt og mikið;
  • 54tí teir lúrdu eftir Honum, um teir kundu ikki lofta onkrum orði at klaga Hann fyri.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian