Privatlívspolitikkur

Innleiðsla

Í hesum privatlívspolitikkinum fært tú svar uppá, hvørji vit eru, hvussu vit savna, goyma og nýta tínar upplýsingar, og hvørji rættindi tú hevur hesum viðvíkjandi.

Dátuábyrgdari

Hin Føroyski Bíbliugrunnurin
Boks 69
FO-110 Tórshavn
Tel: 51 48 52
Teldupostur: biblian@biblian.fo

Endamál og heimild fyri viðgerð av persónupplýsingum

Skráseting av brúkara

    Tá ið tú skrásetur ein brúkara á appini ella heimasíðuni, innsavna vit upplýsingar um teg. Endamálið við viðgerðini av tínum upplýsingum er:

  • at goyma bókamerkir
  • at goyma notur
  • at goyma undirstrikingar

  • Viðgerðin av tínum upplýsingum verður gjørd við heimild í §8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.

Sløg av upplýsingum

Skráseting av brúkara

  • Fult navn
  • Teldupostur

Verða upplýsingarnar fluttar til útlond ella triðjalond?

Tá ið tú skrásetur ein brúkara á appini ella heimasíðuni, goyma vit tínar upplýsingar á okkara ambætara frá Digital Ocean, ið er staddur í Hollandi. Privatlívspolitikkin hjá Digital Ocean kanst tú lesa her: https://www.digitalocean.com/legal/privacy-policy.

Tá ið tú ásetur nýtt loyniorð verður ein teldupostur sendur umvegis Sendgrid, ið goymir eitt avrit av boðunum í 30 dagar. Sendgrid heldur til í Írlandi. Privatlívspolitikkin hjá Sengrid kanst tú lesa her: https://sendgrid.com/en-us/policies/security.

Hvussu leingi goyma vit tínar upplýsingar?

Skráseting av brúkara

Vit goyma persónupplýsingar um teg, so leingi tú hevur ein brúkara.
Upplýsingarnar vera tó goymdar í longri tíðarskeið, um hetta er álagt í aðrari lóggávu.

Tíni rættindi

Sambært dátuverndarlógini, hevur tú nøkur rættindi í samband við viðgerðina av tínum persónupplýsingum. Tú kanst m.a. fáa upplýst, hvørjar persónupplýsingar vit hava um teg, fáa upplýsingarnar strikaðar, undir ávísum treytum.

Tú hevur sambært dátuverndarlógini nøkur rættindi í samband við viðgerina av tínum persónupplýsingum. Rættindini merkja m.a., at tú kanst fáa upplýst, hvørjar persónupplýsingar vit hava um teg, og at tú undir ávísum treytum kanst fáa upplýsingarnar strikaðar.

Ynskir tú at gera eitt av tínum rættindum galdandi, skalt tú gjøgnum teldupost venda tær til biblian@biblian.fo. Vit seta okkum tá í samband við teg um hvørji rættindi tú ynskir at gera galdandi, umframt at staðfesta tín samleika.

Rætturin til innlit

Tú hevur rætt til at biðja um innlit í teimum persónupplýsingum, sum vit viðgera um teg. Tað merkir, at tú kanst spyrja okkum um, hvørjar persónupplýsingar vit viðgera, til hvat endamál v.m.

Rætturin til mótmæli

Tú hevur rætt til at mótmæla, um tú ert ósamdur í, at ein í ítøkilig viðgerð fer fram. Tað merkir, at upplýsingarnar framhaldandi kunnu nýtast til onnur møgulig lóglig endamál.

Rætturin til rætting

Tú kanst biðja um at fáa persónupplýsingar rættaðar, sum tú ikki meinar eru rættar.

Rætturin til striking

Tú kanst biðja um at fáa persónupplýsingar strikaðar, sum tú heldur, at vit ikki skulu ella kunnu hava skrásettar. Hesin rætturin er ikki endaligur, av tí at ávísar persónupplýsingar ikki kunnu strikast orsaka av aðrari lóggeving, ella um avtala og endamál geva rætt til at goyma persónupplýsingarnar.

Rætturin til viðgerðaravmarking

Tú kanst biðja um, at viðgerðin av persónupplýsingunum verður avmarkað. Tað merkir, at persónupplýsingarnar ikki vera strikaðar, men at tær eru nágreinaðar, at tær ikki kunnu viðgerast og at atgongdin til at lesa tær er skerd.

Rætturin til dátuflutning

Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar, sum tú sjálvur hevur givið okkum, fluttar til tín í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði.

Rætturin til ikki at verða profileraður

Tú hevur rætt til ikki at verða profileraður, uttan so at hetta er avgerandi fyri, um ein avtala kann gerast.

Rætturin til at taka samtykki aftur

Um viðgerðin av tínum persónupplýsingum er grundað á títt samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka títt samtykki aftur.

Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildið av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.

Rætturin at klaga

Hevur tú spurningar viðvíkjandi viðgerð av tínum persónupplýsingum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á biblian@biblian.fo.

Um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú bera eina klagu til ella seta teg í samband við Dátueftirlitið. Sambandsupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum finnir tú her: https://dat.fo.

Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian