Les bíbliuna
Evangeliið eftir Lukas
- 1Men fyrsta dagin í vikuni, tíðliga, í lýsingini, komu tær til grøvina og høvdu við sær hinar angandi urtirnar, ið tær høvdu gjørt til.
- 2Og tær funnu steinin veltan frá grøvini.
- 3Táið tær so fóru inn í hana, funnu tær ikki likam Harrans Jesusar.
- 4Táið tær nú ikki vistu, hvat tær skuldu hugsa um hetta, stóðu hjá teimum tveir menn í skínandi klæðum.
- 5Tær ræddust og boygdu andlit síni móti jørðini. Men teir søgdu við tær: „Hví leita tit eftir hinum livandi millum hini deyðu!
- 6Hann er ikki her, Hann er risin upp; minnist tað, ið Hann talaði til tykkara, meðan Hann enn var í Galilea, hvussu Hann segði,
- 7at Menniskjasonurin skuldi verða givin syndigum menniskjum upp í hendur og verða krossfestur og rísa upp aftur triðja dagin!“
- 8Tá mintust tær orð Hansara.
- 9Tær fóru nú avstað aftur frá grøvini og søgdu alt hetta fyri hinum ellivu og fyri øllum hinum.
- 10Tað vóru Maria Magdalena, Jóhanna og Maria, móðir Jákup, og hinar kvinnurnar við teimum; tær søgdu ápostlunum hetta.
- 11Men orð teirra tyktust teimum at vera leyst tos; teir trúðu teimum ikki.
- 12Men Pætur reistist og leyp út til grøvina, og táið hann bukkaði seg niður, sá hann einki uttan línklæðini liggja har; hann fór tá aftur til hús í undran um tað, ið hent hevði.
- 13Tveir av teimum fóru sama dagin til bygd, ið æt Emmaus og var 60 stadiur frá Jerusalem.
- 14Teir tosaðu hvør við annan um alt hetta, ið hent hevði.
- 15Meðan teir nú tosaðu saman og spurdu hvør annan, kom Jesus sjálvur til teirra og fylgdist við teimum.
- 16Men eygu teirra vórðu hildin aftur, so teir kendu Hann ikki.
- 17Hann segði við teir: „Hvat er tað, tit tosa um hvør við annan, meðan tit ganga?“ Og teir stóðu sorgarfullir.
- 18Annar teirra – hann æt Kleopas – svaraði Honum: „Ert Tú einsamallur so fremmandur í Jerusalem, at Tú veitst ikki, hvat har hevur hent hesar dagar?“
- 19Hann spurdi teir: „Hvat tá?“ Teir svaraðu Honum: „Tað við Jesusi úr Nazaret, sum var profetur, mektigur í verki og orði fyri Gudi og øllum fólkinum,
- 20og hvussu høvuðsprestarnir og ráðharrar okkara hava givið Hann upp til deyðadóm og krossfest Hann.
- 21Vit vónaðu, at Hann var tann, ið skuldi endurloysa Ísrael; men tó – oman á alt hetta er í dag triði dagurin, síðani hetta hendi.
- 22So hava eisini nakrar av kvinnum okkara gjørt okkum ovfarnar. Tær vóru tíðliga í morgun við grøvina
- 23og funnu ikki likam Hansara; so komu tær og søgdu, at tær høvdu sæð sjón – einglar, sum høvdu sagt, at Hann livir.
- 24Nakrir av teimum, ið við okkum vóru, fóru tá út til grøvina og funnu tað so, sum kvinnurnar høvdu sagt; men Hann sóu teir ikki.“
- 25Tá segði Hann við teir: „Tit lítið hugsandi og trekhjartaðu at trúgva øllum tí, ið profetarnir hava talað!
- 26Átti Kristus ikki at líða hetta og so fara inn til dýrd Sína!“
- 27Hann byrjaði nú frá Mósesi og frá øllum profetunum og útlegði fyri teimum tað, sum í øllum skriftunum var sagt um Hann.
- 28Nú nærkaðust teir bygdini, ið teir fóru til, og Hann lætst, sum Hann ætlaði Sær longur.
- 29Tá noyddu teir Hann og søgdu: „Verð hjá okkum, tí tað líður at kvøldi, og dagurin hallar!“ Tá fór Hann inn at vera hjá teimum.
- 30Táið Hann so sat til borðs við teimum, tók Hann breyðið, signaði og breyt tað og gav teimum.
- 31Tá vórðu eygu teirra latin upp, og teir kendu Hann; men so hvarv Hann teimum úr sjón.
- 32Teir søgdu nú hvør við annan: „Brann ikki hjartað í okkum, táið Hann talaði við okkum á vegnum og læt okkum upp skriftirnar!“
- 33Og teir reistust í sama tíma og fóru aftur til Jerusalem; har funnu teir hinar ellivu savnaðar, og teir, ið við teimum vóru. Teir søgdu:
- 34„Tað er satt, at Harrin er risin upp – Hann er sæddur av Símuni!“
- 35Tá søgdu teir frá tí, sum hent hevði á vegnum, og hvussu Hann varð kendur av teimum, táið Hann breyt breyðið.
- 36Meðan teir nú tosaðu um hetta, stóð Hann sjálvur mitt ímillum teirra; og Hann segði við teir: „Friður veri við tykkum!“
- 37Tá óttaðust teir og ræddust og hildu, at tað var anda, teir sóu.
- 38Men Hann segði við teir: „Hví ræðast tit, og hví kemur ivi upp í hjørtum tykkara?
- 39Hyggið hendur Mínar og føtur Mínir, at tað eri Eg sjálvur! Nemið við Meg og síggið! Andi hevur jú ikki hold og bein, sum tit síggja, Eg havi!“
- 40Táið Hann hevði sagt hetta, vísti Hann teimum hendur Sínar og føtur Sínar.
- 41Og táið teir ikki trúðu enn – fyri gleði – og undraðust, segði Hann við teir: „Hava tit okkurt etandi her?“
- 42Tá góvu teir Honum stykki av steiktum fiski og nakað av hunangskøku.
- 43Hann tók tað og át tað fyri eygum teirra.
- 44Og Hann segði við teir: „Hetta eru orð Míni, sum Eg talaði við tykkum, meðan Eg enn var hjá tykkum, at alt mátti ganga út, sum skrivað er um Meg í Móselóg, profetunum og sálmunum.“
- 45So læt Hann upp vit teirra, so teir skiltu skriftirnar.
- 46Og Hann segði við teir: „So er skrivað, at Kristus skuldi líða og triðja dagin rísa upp frá hinum deyðu,
- 47og at í navni Hansara umvending og syndafyrigeving skal verða prædikað fyri øllum fólkasløgum, og byrjast í Jerusalem.
- 48Tit eru vitni um hetta.
- 49Og Eg sendi yvir tykkum tað, sum Faðir Mín hevur lovað; men tit skulu verða í staðnum, inntil tit verða latnir í kraft av hæddini.“
- 50So fór Hann við teimum út móti Betania; Hann lyfti nú upp hendur Sínar og signaði teir.
- 51Og í tí Hann signaði teir, skiltist Hann frá teimum og varð tikin upp til Himmals.
- 52Tá tilbóðu teir Hann og fóru aftur til Jerusalem við stórari gleði.
- 53Og teir vóru altíð í templinum, og prísaðu Gudi.