Um grunnin

Um Bíbliugrunnin

Hin Føroyski Bíbliugrunnurin varð settur á stovn tann 28. november 1948, og fýra mánaðir seinni tann 19. mars 1949 kom øll Bíblian á fyrsta sinni út á føroyskum í týðing Victor Danielsens (1894 - 1961).

Tá vóru eini 20 ár liðin síðani Victor fór undir at týða og geva út partar av Bíbliuni. Nýggja Testamentið kom út í 1937. Í 1974 kom endurskoðað útgáva við nøkrum fáum málsligum tillagingum.

Bíblian fæst í trimum vanligum støddum - lummastødd, miðal og stórari - umframt eisini við stórari skrift fyri sjónveik, sum kom út í 1987. Í 1992 varð Nýggja Testamentið lisið inn á 15 ljóðbond, sum tað tekur góðar 20 tímar at lurta eftir.

Bíbliugrunnurin hevur higartil givið Bíbliuna út í 44.000 eintøkum umframt eitt stórt tal av Nýggja Testamentum. Endurprent av Bíbliuni kom til landið í juli 2005 og er tøkt í bókabúðunum.

Í september 2006 er Bíblian gjørd tøk til brúk á fartelefonum, ið hava møguleika fyri dátaflutningi (GPRS) - sí nærri á wap.biblian.fo Í november 2006 er Nýggja Testamentið í ljóðútgávu tøkt á fløgu í MP3 sniði. Í september 2011 gjørdist Bíblian tøk sum smáforrit (App) til iPhone, iPad og Android. Í 2017 kom endurskoðað útgáva við nakað av málsligum tillagingum.


Bíbliugrunnurin kann hittast á:

Hin Føroyski Bíbliugrunnurin
Boks 69
FO-110 Tórshavn
Tel: 51 48 12
Teldupostur: biblian@biblian.fo

Útgávurnar hjá Bíbliugrunninum fáast á fylgjandi støðum:

  • Streymoy

    • H. N. Jacobsens Bókahandil, Vaglið 1, 100 Tórshavn, tel. 31 10 36
    • Rit og rák/SMS, Tinghúsvegur 60, 100 Tórshavn, tel. 60 30 30
  • Norðoyggjar

  • Alfa Bókahandil, N. Pálsgøta 2, 700 Klaksvík, tel. 45 55 33
  • Leirkerið, Kráargøta 36, 700 Klaksvík, tel. 71 81 91
  • Eysturoy

  • Kristiligur bókhandil Vitin, Heiðavegur, FO-600 Saltangará, tel. 44 91 62,
    tel. 21 91 62
  • Vágoy

  • Zarepta, FO-350 Vatnsoyrar, tel: 33 21 40
  • Suðuroy

  • Jóannes Norðberg, Geilin 5, Vágur, tel. 22 29 09
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian