Les bíbliuna

Fjórða Mósebók

  • 1HARRIN talaði við Móses og segði:
  • 2„Tala við Áron og sig við hann: „Táið tú setur upp lampurnar, skalt tú seta tær so, at allar sjey lampurnar kasta ljósið yvir rúmið framman fyri ljósastakan!““
  • 3Hetta gjørdi so Áron; hann setti lampurnar so upp, at tær kastaðu ljósið yvir rúmið framman fyri ljósastakan – sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
  • 4Ljósastakin var av slignum gulli; fóturin og blómurnar á honum vóru sligið arbeiði; eftir myndini, ið HARRIN hevði víst honum, hevði Móses gjørt ljósastakan.
  • 5Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði:
  • 6„Skil Levitarnar burtur úr Ísraelsmonnum og reinsa teir!
  • 7Soleiðis skalt tú bera teg at, táið tú reinsar teir: Tú skalt sletta reinsivatn á teir, og teir skulu lata rakiknív ganga yvir alt likam sítt og vaska klæði síni og soleiðis reinsa seg.
  • 8Síðani skulu teir taka ungan tarv og matofrið, ið til hoyrir, fínt mjøl blandað við olju; og ein annan ungan tarv skalt tú taka til syndoffur.
  • 9Nú skalt tú lata Levitarnar koma fram fyri samkomutjaldið, og tú skalt kalla saman alla samkomu Ísraelsmanna.
  • 10Táið tú so hevur latið Levitarnar stíga fram fyri ásjón HARRANS, skulu Ísraelsmenn leggja hendur sínar á Levitarnar,
  • 11og Áron skal víga HARRANUM teir fyri Ísraelsmenn, á sama hátt sum táið hann sveiggjar ofrið fyri ásjón HARRANS; síðani skulu teir tæna HARRANUM, tað skal vera arbeiði teirra.
  • 12Nú skulu Levitarnir leggja hendur sínar á høvd tarvanna, og tú skalt ofra HARRANUM annan til syndoffur og annan til brennioffur og soleiðis gera bót fyri Levitarnar.
  • 13So skalt tú lata Levitarnar stíga fram fyri Áron og synir hansara og víga HARRANUM teir, á sama hátt sum táið ofrið verður sveiggjað fyri HARRANUM.
  • 14Soleiðis skalt tú skilja Levitarnar út frá Ísraelsmonnum, og Levitarnir skulu hoyra Mær til.
  • 15Síðani – táið tú hevur reinsað og vígt teir – skulu Levitarnir koma og gera tænastu við samkomutjaldið.
  • 16Tí teir eru Mær givnir sum gáva frá Ísraelsmonnum; Eg havi tikið Mær teir til ogn í staðin fyri alt tað hjá Ísraelsmonnum, sum opnar móðurlív, alt frumborið.
  • 17Tí Eg eigi alt frumborið hjá Ísraelsmonnum, bæði fólk og fæ; ta ferðina ið Eg drap alt frumborið í Egyptalandi, halgaði Eg Mær tað.
  • 18Men nú havi Eg tikið Levitarnar í staðin fyri alt frumborið hjá Ísraelsmonnum;
  • 19Eg tók Levitarnar út millum Ísraelsmenn og gav Áron og sonum hansara teir, fyri at teir skulu gera tænastu við samkomutjaldið fyri Ísraelsmenn og gera bót fyri teir – fyri at Ísraelsmenn skulu ikki koma halgidóminum nær og soleiðis leiða vanlukku oman yvir seg.“
  • 20Móses, Áron og øll samkoma Ísraelsmanna gjørdu so við Levitarnar; á allan hátt so sum HARRIN hevði álagt Mósesi viðvíkjandi Levitunum, gjørdu Ísraelsmenn við teir.
  • 21Levitarnir reinsaðu seg og vaskaðu klæði síni, og Áron vígdi teir fyri ásjón HARRANS, á sama hátt sum táið sveiggioffur verður vígt, og gjørdi bót fyri teir, so teir vórðu reinir.
  • 22Síðani komu Levitarnir og gjørdu tænastu sína við samkomutjaldið undir Áron og sonum hansara. – Sum HARRIN hevði álagt Mósesi viðvíkjandi Levitunum, so gjørdu teir við teir.
  • 23HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:
  • 24„Hetta er lógin, ið geldur viðvíkjandi Levitunum: Tann, ið er 25 ár ella eldri, skal koma og gera tænastu við at arbeiða við samkomutjaldið.
  • 25Men táið Leviturin verður 50 ár, skal hann geva uppat at gera tænastu og ikki arbeiða longur;
  • 26hann kann ganga brøðrum sínum til handa í samkomutjaldinum og akta eftir tí, ið har er at akta eftir; men fasta tænastu skal hann ikki hava. – Soleiðis skalt tú gera við Levitarnar í øllum, sum teir hava at varðveita.“
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian