Les bíbliuna
Fjórða Mósebók
- 1Táið Móses var liðugur at seta tabernaklið upp og hevði salvað og halgað tað við øllum, ið til hoyrdi, og líkaleiðis salvað og halgað altarið við øllum, ið til hoyrdi,
- 2tá komu høvuðsmenn Ísraels, høvd fedrahúsa teirra, ættarhøvdingarnir, teir, ið høvdu staðið fyri teljingini, og bóru fram offurgávu.
- 3Teir bóru fram offurgávu sína fyri ásjón HARRANS, seks vagnar við húsi og tólv tarvar, ein vagn fyri hvørjar tveir høvdingar og ein tarv fyri hvønn; teir komu fram fyri tabernaklið við tí.
- 4Tá segði HARRIN við Móses:
- 5„Tak við hesum frá teimum, so tað kann verða nýtt til tænastu við samkomutjaldið, og lat Levitarnar fáa tað, eftir sum einum og hvørjum teirra tørvar tað í tænastu síni!“
- 6Móses tók tá vagnarnar og tarvarnar og læt Levitarnar fáa teir.
- 7Tveir vagnar og fýra tarvar gav hann Gersonitum, eftir serligu tænastu teirra.
- 8Fýra vagnar og átta tarvar gav hann Meraritum, eftir serligu tænastu teirra, sum Itamar, sonur Áron prest, rættleiddi teir í.
- 9Men Kahatitum gav hann einki; tí teimum var arbeiðið við hitt heilaga latið upp í hendur, og teir skuldu bera tað á herðunum.
- 10Tann dagin, ið altarið varð salvað, komu høvdingarnir við offurgávum til altarvígsluna, og teir komu fram fyri altarið við offurgávum sínum.
- 11Tá segði HARRIN við Móses: „Lat høvdingarnar koma hvønn sín dagin við offurgávu síni til altarvígsluna!“
- 12Tann, ið bar fram offurgávu sína fyrsta dagin, var Nason, sonur Amminadab, av ætt Juda.
- 13Offurgáva hansara var silvurfat, sum vigaði 130 seklar, og silvurskál, sum vigaði 70 seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur,
- 14gullskál, sum vigaði 10 seklar og var full av roykilsi,
- 15ungur tarvur, veðrur og veturgamal seyður, til brennioffur,
- 16bukkur, til syndoffur,
- 17og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlir seyðir. – Hetta var offurgávan frá Nason, syni Amminadab.
- 18Annan dagin kom Netanel, sonur Zuar, høvdingi Issakars, við offurgávu síni.
- 19Hann bar fram sum offurgávu sína silvurfat, sum vigaði 130 seklar, og silvurskál, sum vigaði 70 seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur,
- 20gullskál, sum vigaði 10 seklar og var full av roykilsi,
- 21ungan tarv, veðr og veturgamlan seyð, til brennioffur,
- 22bukk, til syndoffur,
- 23og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlar seyðir. – Hetta var offurgávan frá Netanel, syni Zuar.
- 24Triðja dagin kom høvdingi Zebulonita, Eliab, sonur Helon.
- 25Offurgáva hansara var silvurfat, sum vigaði 130 seklar, og silvurskál, sum vigaði 70 seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur,
- 26gullskál, sum vigaði 10 seklar og var full av roykilsi,
- 27ungur tarvur, veðrur og veturgamal seyður, til brennioffur,
- 28bukkur, til syndoffur,
- 29og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlir seyðir. – Hetta var offurgávan frá Eliab, syni Helon.
- 30Fjórða dagin kom høvdingi Rubenita, Elizur, sonur Sede’ur.
- 31Offurgáva hansara var silvurfat, sum vigaði 130 seklar, og silvurskál, sum vigaði 70 seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur,
- 32gullskál, sum vigaði 10 seklar og var full av roykilsi,
- 33ungur tarvur, veðrur og veturgamal seyður, til brennioffur,
- 34bukkur, til syndoffur,
- 35og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlir seyðir. – Hetta var offurgávan frá Elizur, syni Sede’ur.
- 36Fimta dagin kom høvdingi Símeonita, Selumiel, sonur Zurisaddai.
- 37Offurgáva hansara var silvurfat, sum vigaði 130 seklar, og silvurskál, sum vigaði 70 seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur,
- 38gullskál, sum vigaði 10 seklar og var full av roykilsi,
- 39ungur tarvur, veðrur og veturgamal seyður, til brennioffur,
- 40bukkur, til syndoffur,
- 41og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlir seyðir. – Hetta var offurgávan frá Selumiel, syni Zurisaddai.
- 42Sætta dagin kom høvdingi Gadita, Eljasaf, sonur De’uel.
- 43Offurgáva hansara var silvurfat, sum vigaði 130 seklar, og silvurskál, sum vigaði 70 seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur,
- 44gullskál, sum vigaði 10 seklar og var full av roykilsi,
- 45ungur tarvur, veðrur og veturgamal seyður, til brennioffur,
- 46bukkur, til syndoffur,
- 47og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlir seyðir. – Hetta var offurgávan frá Eljasaf, syni De’uel.
- 48Sjeynda dagin kom høvdingi Efra’imita, Elisama, sonur Ammihud.
- 49Offurgáva hansara var silvurfat, sum vigaði 130 seklar, og silvurskál, sum vigaði 70 seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur,
- 50gullskál, sum vigaði 10 seklar og var full av roykilsi,
- 51ungur tarvur, veðrur og veturgamal seyður, til brennioffur,
- 52bukkur, til syndoffur,
- 53og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlir seyðir. – Hetta var offurgávan frá Elisama, syni Ammihud.
- 54Áttanda dagin kom høvdingi Manassita, Gamliel, sonur Pedazur.
- 55Offurgáva hansara var silvurfat, sum vigaði 130 seklar, og silvurskál, sum vigaði 70 seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur,
- 56gullskál, sum vigaði 10 seklar og var full av roykilsi,
- 57ungur tarvur, veðrur og veturgamal seyður, til brennioffur,
- 58bukkur, til syndoffur,
- 59og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlir seyðir. – Hetta var offurgávan frá Gamliel, syni Pedazur.
- 60Níggjunda dagin kom høvdingi Benjaminita, Abidan, sonur Gideoni.
- 61Offurgáva hansara var silvurfat, sum vigaði 130 seklar, og silvurskál, sum vigaði 70 seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur,
- 62gullskál, sum vigaði 10 seklar og var full av roykilsi,
- 63ungur tarvur, veðrur og veturgamal seyður, til brennioffur,
- 64bukkur, til syndoffur,
- 65og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlir seyðir. – Hetta var offurgávan frá Abidan, syni Gideoni.
- 66Tíggjunda dagin kom høvdingi Danita, Ahiezer, sonur Ammisaddai.
- 67Offurgáva hansara var silvurfat, sum vigaði 130 seklar, og silvurskál, sum vigaði 70 seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur,
- 68gullskál, sum vigaði 10 seklar og var full av roykilsi,
- 69ungur tarvur, veðrur og veturgamal seyður, til brennioffur,
- 70bukkur, til syndoffur,
- 71og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlir seyðir. – Hetta var offurgávan frá Ahiezer, syni Ammisaddai.
- 72Ellivta dagin kom høvdingi Aserita, Pagiel, sonur Okran.
- 73Offurgáva hansara var silvurfat, sum vigaði 130 seklar, og silvurskál, sum vigaði 70 seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur,
- 74gullskál, sum vigaði 10 seklar og var full av roykilsi,
- 75ungur tarvur, veðrur og veturgamal seyður, til brennioffur,
- 76bukkur, til syndoffur,
- 77og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlir seyðir. – Hetta var offurgávan frá Pagiel, syni Okran.
- 78Tólvta dagin kom høvdingi Naftalita, Ahira, sonur Enan.
- 79Offurgáva hansara var silvurfat, sum vigaði 130 seklar, og silvurskál, sum vigaði 70 seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur,
- 80gullskál, sum vigaði 10 seklar og var full av roykilsi,
- 81ungur tarvur, veðrur og veturgamal seyður, til brennioffur,
- 82bukkur, til syndoffur,
- 83og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlir seyðir. – Hetta var offurgávan frá Ahira, syni Enan.
- 84Hetta vóru gávurnar frá høvdingum Ísraels til altarvígsluna, táið altarið varð salvað: 12 silvurføt, 12 silvurskálir og 12 gullskálir;
- 85hvørt silvurfatið vigaði 130 seklar, og hvør silvurskálin 70 seklar; tilsamans vigaðu øll silvuríløtini 2400 seklar, eftir halgidómsvektini.
- 86Tær 12 gullskálirnar – sum vóru fullar av roykilsi – vigaðu 10 seklar hvør, eftir halgidómsvektini; allar gullskálirnar tilsamans vigaðu 120 seklar.
- 87Kríatúrini til brenniofrið vóru tilsamans 12 tarvar, 12 veðrar og 12 veturgamlir seyðir – við matofrinum, ið til hoyrdi – og 12 bukkar til syndoffur.
- 88Kríatúrini til takkofrið vóru tilsamans 24 tarvar, 60 veðrar, 60 bukkar og 60 veturgamlir seyðir. – Hetta vóru gávurnar til altarvígsluna, táið altarið varð salvað.
- 89Táið Móses fór inn í samkomutjaldið at tala við HARRAN, hoyrdi hann røddina tala til sín av náðistólinum, sum var oman á vitnisburðarørkini, úr rúminum millum kerúbarnar báðar; har talaði Hann við hann.