Les bíbliuna
Fjórða Mósebók
- 1HARRIN talaði við Móses í Sinaioyðimørk, í samkomutjaldinum, tann fyrsta í øðrum mánaði, annað árið eftir at tey vóru farin út av Egyptalandi; Hann segði:
- 2„Tak manntal av allari samkomu Ísraelsmanna eftir ættum og fedrahúsum teirra, og skriva upp nøvnini á øllum, ið eru av mannkyni, mann fyri mann!
- 3Allar vápnaførar menn í Ísrael, frá tjúguáraaldri og uppeftir, skulu tú og Áron telja, her eftir her.
- 4Ein maður av hvørjari ætt skal hjálpa tykkum við tí, tann, ið er høvd fedrahúsa ættarinnar.
- 5Hetta eru nøvn mannanna, ið hjálpa tykkum skulu: Av Ruben: Elizur, sonur Sede’ur;
- 6av Símeon: Selumiel, sonur Zurisaddai;
- 7av Juda: Nason, sonur Amminadab;
- 8av Issakar: Netanel, sonur Zuar;
- 9av Zebulon: Eliab, sonur Helon;
- 10av sonum Jósef: Av Efraim: Elisama, sonur Ammihud; av Manasse: Gamliel, sonur Pedazur;
- 11av Benjamin: Abidan, sonur Gideoni;
- 12av Dan: Ahiezer, sonur Ammisaddai;
- 13av Aser: Pagiel, sonur Okran;
- 14av Gad: Eljasaf, sonur De’uel;
- 15av Naftali: Ahira, sonur Enan.“
- 16Hesir vóru teir, ið kallaðir vórðu til umboðsmenn fólksins, høvdingar fedraætta sína, høvd Ísraels túsunda.
- 17Móses og Áron fóru so eftir hesum monnum, ið nevndir eru við navni;
- 18og teir kallaðu alla samkomuna saman, tann fyrsta í øðrum mánaði. So vórðu allir, ið vóru 20 ár og eldri, uppskrivaðir við navni á manntalslistarnar, hvør eftir annan, eftir ættum og fedrahúsum sínum
- 19– sum HARRIN hevði álagt Mósesi. Hann taldi teir í Sinaioyðimørk.
- 20Synir Ruben – hann, ið var hin frumborni Ísraels – eftirkomarar teirra – uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, hvør eftir annan, alt mannkyn frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
- 21– teir, ið taldir vórðu av ætt Rubens – vóru 46500.
- 22Synir Símeon – eftirkomarar teirra – uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, teir, ið taldir vórðu av teimum, hvør eftir annan, alt mannkyn frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
- 23– teir, ið taldir vórðu av ætt Símeons – vóru 59300.
- 24Synir Gad – eftirkomarar teirra – uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
- 25– teir, ið taldir vórðu av ætt Gads – vóru 45650.
- 26Synir Juda – eftirkomarar teirra – uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
- 27– teir, ið taldir vórðu av ætt Juda – vóru 74600.
- 28Synir Issakar – eftirkomarar teirra – uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
- 29– teir, ið taldir vórðu av ætt Issakars – vóru 54400.
- 30Synir Zebulon – eftirkomarar teirra – uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
- 31– teir, ið taldir vórðu av ætt Zebulons – vóru 57400.
- 32Synir Jósef – synir Efra’im – eftirkomarar teirra – uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
- 33– teir, ið taldir vórðu av ætt Efra’ims – vóru 40500;
- 34og synir Manasse – eftirkomarar teirra – uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
- 35– teir, ið taldir vórðu av ætt Manasse – vóru 32200.
- 36Synir Benjamin – eftirkomarar teirra – uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
- 37– teir, ið taldir vórðu av ætt Benjamins – vóru 35400.
- 38Synir Dan – eftirkomarar teirra – uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
- 39– teir, ið taldir vórðu av ætt Dans – vóru 62700.
- 40Synir Aser – eftirkomarar teirra – uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
- 41– teir, ið taldir vórðu av ætt Asers – vóru 41500.
- 42Synir Naftali – eftirkomarar teirra – uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
- 43– teir, ið taldir vórðu av ætt Naftali – vóru 53400.
- 44Hesir vóru teir, ið taldir vórðu, teir, ið Móses og Áron og høvdingar Ísraels taldu; høvdingarnir vóru tólv í tali, ein fyri hvørja ætt.
- 45Allir teir av Ísraelsmonnum, ið taldir vórðu eftir fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn í Ísrael
- 46– allir, ið taldir vórðu – vóru 603550.
- 47Men Levitarnir – eftir fedraætt síni – vórðu ikki taldir saman við teimum.
- 48Tí HARRIN talaði við Móses og segði:
- 49„Bert ætt Levi skalt tú ikki telja; av teimum skalt tú ikki taka manntal saman við hinum Ísraelsmonnum.
- 50Tú skalt seta Levitarnar til at standa fyri vitnisburðartabernaklinum og øllum amboðunum í tí og øllum, ið til tað hoyrir; teir skulu bera tabernaklið og øll amboðini í tí; teir skulu tæna við tabernaklið, og rundan um tað skal tilhald teirra vera.
- 51Táið tabernaklið skal flytast, skulu Levitarnir taka tað niður, og táið tað skal reisast, skulu Levitarnir seta tað upp; kemur nakar fremmandur tí nær, skal hann lata lív.
- 52Ísraelsmenn skulu reisa tjøldini, hvør í tilhaldi sínum og undir hermerki sínum, herur eftir her.
- 53Men Levitarnir skulu reisa tjøldini rundan um vitnisburðartabernaklið, so ikki vreiði skal koma yvir samkomu Ísraelsmanna; tí tað eru Levitarnir, ið skulu varðveita vitnisburðartabernaklið.“
- 54– Ísraelsmenn so gjørdu; teir gjørdu í einum og øllum, sum HARRIN hevði álagt Mósesi.