Les bíbliuna

Fjórða Mósebók

  • 1Í fyrsta mánaði, annað árið eftir at tey vóru farin út av Egyptalandi, talaði HARRIN soleiðis við Móses í Sinaioyðimørk:
  • 2„Ísraelsmenn skulu halda páskir ta ásettu tíðina.
  • 3Tann fjúrtanda í hesum mánaðinum, um sólsetur, skulu tit halda tær – ta ásettu tíðina. Eftir øllum lógunum og fyriskipanunum um tær skulu tit halda tær.“
  • 4Móses segði nú við Ísraelsmenn, at teir skuldu halda páskir.
  • 5Teir hildu tá páskir í Sinaioyðimørk tann fjúrtanda í fyrsta mánaði, um sólsetur; á allan hátt sum HARRIN hevði álagt Mósesi, so gjørdu Ísraelsmenn.
  • 6Men har vóru nakrir menn, ið vóru vorðnir óreinir av líki, so at teir fingu ikki hildið páskir tann dagin; hesir menn stigu henda sama dag fram fyri Móses og Áron
  • 7og søgdu við hann: „Vit eru vorðnir óreinir av líki; hví skal okkum vera forðað at bera fram offurgávu HARRANS ta ásettu tíðina saman við hinum Ísraelsmonnum!“
  • 8Móses svaraði teimum: „Steðgið, inntil eg fái at hoyra, hvat boð HARRIN gevur viðvíkjandi tykkum!“
  • 9HARRIN talaði nú við Móses og segði:
  • 10„Tala við Ísraelsmenn og sig: „Táið onkur av tykkum ella av eftirkomarum tykkara er vorðin óreinur av líki ella er á langferð, so skal hann kortini halda páskir fyri HARRANUM;
  • 11tann fjúrtanda í øðrum mánaði, um sólsetur, skulu teir halda tær; við ósúrgaðum breyði og beiskum urtum skulu teir eta páskalambið.
  • 12Teir mugu einki leiva av tí til morgunin eftir, og teir mugu einki bein bróta í tí; teir skulu í einum og øllum halda páskirnar eftir lógini um tær.
  • 13Men tann, ið er reinur og ikki er á ferð, og sum kortini letur vera at halda páskir, hann skal verða oyddur úr fólki sínum, aftur fyri at hann bar ikki fram offurgávu HARRANS ta ásettu tíðina; tann maður skal bøta fyri synd sína.
  • 14Táið ein fremmandur er at vera hjá tykkum og vil halda páskir fyri HARRANUM, skal hann halda tær eftir lógini um páskirnar og eftir fyriskipanunum um tær. Ein og sama lóg skal galda fyri tykkum, bæði fyri hin fremmanda og fyri tann, ið føddur er í landinum.““
  • 15Tann dagin ið tabernaklið varð reist, lá skýggið á tabernaklinum, vitnisburðartjaldinum; um kvøldið var eins og eldglæma at síggja yvir tabernaklinum, og hon varð líka til um morgunin.
  • 16So var altíð: Um dagin lá skýggið á tí, um náttina var eins og eldglæma.
  • 17Hvørja ferð skýggið lætti av tjaldinum, fóru Ísraelsmenn við tað sama avstað, og har sum skýggið steðgaði, har reistu Ísraelsmenn tjøldini.
  • 18Eftir boði HARRANS fóru Ísraelsmenn avstað, og eftir boði HARRANS reistu teir tjøldini. So leingi sum skýggið lá á tabernaklinum, hildu teir seg í friði í tilhaldinum.
  • 19Táið skýggið lá á tabernaklinum leingi, so gjørdu Ísraelsmenn eftir tí, ið HARRIN hevði sagt, og fóru ikki avstað.
  • 20Viðhvørt lá skýggið bert nakrar fáar dagar á tabernaklinum; tá hildu teir seg í friði, so leingi sum HARRIN vildi – og fóru avstað, táið Hann vildi.
  • 21Og viðhvørt lá skýggið har bert frá kvøldi til morguns; táið tá skýggið lætti um morgunin, fóru teir avstað. Ella um so var, at tað lá har ein dag og eina nátt og síðani lætti, so fóru teir avstað tá.
  • 22Ella um tað var har einar tveir dagar ella ein mánað ella enn longur, so at skýggið leingi varð liggjandi á tabernaklinum, so hildu Ísraelsmenn seg í friði í tilhaldinum og fóru ikki avstað; men táið tað lætti, fóru teir avstað.
  • 23Eftir boði HARRANS reistu teir tjøldini, og eftir boði HARRANS fóru teir avstað; teir gjørdu eftir tí, ið HARRIN hevði sagt – eftir boði HARRANS við Mósesi.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian