Les bíbliuna

Fjórða Mósebók

  • 1Høvuðsmenn fedrahúsanna í slektini, sum ættað var frá Gilead, syni Makir, son Manasse, og hoyrdi til ættir sona Jósefs, stigu fram fyri Móses og høvdingarnar, ið vóru høvuðsmenn fedrahúsa Ísraelsmanna,
  • 2og teir søgdu: „HARRIN hevur álagt harra mínum at skifta landið millum Ísraelsmenn við lutakasti, og harri mín hevur fingið boð frá HARRANUM um at lata døtur Zelofhad, bróður okkara, fáa arvalut hansara.
  • 3Men giftast tær nú við monnum, ið hoyra til eina aðra ætt í Ísrael, so fer jú arvalutur teirra burtur frá fedraarvi okkara og verður lagdur aftrat arvaluti ættarinnar, ið tær koma at hoyra til, og soleiðis minkar arvaluturin, ið okkum er givin við lutakasti.
  • 4Táið so fagnaðarár Ísraelsmanna kemur, verður arvalutur teirra lagdur aftrat arvaluti ættarinnar, ið tær koma at hoyra til, og arvalutur teirra fer burtur frá arvaluti fedraættar okkara.“
  • 5Tá gav Móses eftir orði HARRANS Ísraelsmonnum hetta boð: „Tað er beint, ið ætt sona Jósefs sigur!
  • 6Hetta er boðið, ið HARRIN gevur viðvíkjandi døtrum Zelofhad: Tær kunnu giftast, við hvørjum tær vilja, bert tær giftast inn í eina slekt, sum hoyrir til teirra egnu fedraætt.
  • 7Tí eingin arvalutur, ið hoyrir Ísrael til, má fara frá eini ætt til eina aðra; Ísraelsmenn skulu halda fast, hvør við arvalut fedraættar sínar.
  • 8Ein og hvør dóttir, ið fær arvalut í eini ætt Ísraelsmanna, skal giftast við manni í onkrari slekt, sum hoyrir til hennara egnu fedraætt, so Ísraelsmenn kunnu verða sitandi, hvør við arvaluti fedra sína sum óðali,
  • 9og fyri at eingin arvalutur skal fara frá eini ætt til eina aðra; nei, ættir Ísraelsmanna skulu halda fast, hvør við arvalut sín!“
  • 10Døtur Zelofhad gjørdu tá, sum HARRIN hevði álagt Mósesi;
  • 11Mala, Tirza, Hogla, Milka og Noa, døtur Zelofhad, giftust við sonum faðirbrøður sínar;
  • 12tær giftust við monnum í ættum Manasse, sonar Jósefs, so at arvalutur teirra varð verandi hjá slekt fedraættar teirra.
  • 13– Hetta eru boðini og lógirnar, ið HARRIN við Mósesi gav Ísraelsmonnum á Móabsheiðum við Jordan, beint yvir av Jeriko.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian