Les bíbliuna
Fjórða Mósebók
- 1HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:
- 2„Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: „Táið maður ella kvinna ger heilagt lyfti um at vilja vera Nasireari og víga seg HARRANUM,
- 3so skal hann halda seg frá víni og sterkum drykki; edik av víni ella annan sterkan edik má hann ikki drekka, ei heldur nakran drykk, ið er gjørdur úr vínberum; og hvørki bleyt ella turkað vínber má hann eta.
- 4So leingi sum nasirearatíð hansara varir, má hann einki eta av tí, ið kemur av víntrænum, líka frá kjarna til skal.
- 5So leingi sum nasirearalyfti hansara varir, má rakiknívur ikki koma á høvd hansara; inntil tíðin er úti, sum hann vígir seg HARRANUM, skal hann vera heilagur og lata hárið vaksa sítt.
- 6So leingi sum hann er Nasireari HARRANS, má hann ongum líki koma nær.
- 7Um tað so er faðir, móðir, bróðir ella systir hansara, ið doyr, má hann ikki fyri teirra skuld gera seg óreinan; tí hann ber á høvdinum merki uppá, at hann er Nasireari Guds síns.
- 8So leingi sum nasirearatíð hansara varir, er hann HARRANUM halgaður.
- 9Men doyr onkur hjá honum óvart og knappliga, og hann soleiðis kemur at gera høvd sítt, sum hann ber nasirearamerkið á, óreint, so skal hann raka høvd sítt, tann dagin ið hann aftur verður reinur; sjeynda dagin skal hann raka tað.
- 10Og áttanda dagin skal hann koma til prestin við tveimum turtildúvum ella tveimum dúvuungum – at durum samkomutjaldsins.
- 11Presturin skal ofra annan fuglin sum syndoffur og annan sum brennioffur og gera bót fyri hann og reinsa hann, við tað at hann hevur syndað við at nema við lík. Síðani skal hann aftur sama dag halga høvd sítt
- 12og uppaftur víga seg til Nasireara fyri HARRANUM, líka langa tíð sum hann av fyrstum hevði vígt seg, og koma við veturgomlum seyði sum skyldofri; tíðin, ið gingin er, verður ikki uppíroknað, við tað at hann gjørdi vígda høvd sítt óreint.
- 13Hetta er lógin um Nasirearan: Táið nasirearatíð hansara er at enda, skal hann verða leiddur fram at durum samkomutjaldsins;
- 14og hann skal bera HARRANUM fram offur sítt, veturgamlan, lýtaleysan veðr til brennioffur, lýtaleysa gimbur til syndoffur og lýtaleysan veðr til takkoffur,
- 15kurv við ósúrgaðum breyði av fínum mjøli, køkur við olju í, og ósúrgaðar flatkøkur, smurdar við olju – umframt matofrið og drykkjuofrini, ið til hoyra.
- 16So skal presturin bera tað fram fyri ásjón HARRANS og ofra syndoffur og brennioffur hansara.
- 17Veðrin skal hann ofra HARRANUM sum takkoffur saman við teimum ósúrgaðu breyðunum í kurvini; síðani skal presturin ofra matoffur og drykkjuoffur hansara.
- 18So skal Nasirearin fyri durum samkomutjaldsins raka høvd sítt, sum hann ber nasirearamerkið á, og hann skal taka hárið – nasirearamerki sítt – og leggja tað á eldin, ið er undir takkofrinum.
- 19Presturin skal taka annan bógvin av veðrinum – kókaðan – og eina ósúrgaða køku og eina ósúrgaða flatkøku úr kurvini og leggja tað í hendur Nasirearans, eftir at hann hevur rakað nasirearamerkið av sær.
- 20Hesar gávur skal presturin sveiggja fyri ásjón HARRANS; tað er heilagt og skal hoyra prestinum til, umframt sveiggibringuna og offurgávutjógvið. – Síðani kann Nasirearin aftur drekka vín.
- 21– Hetta er lógin um tann, ið ger nasirearalyfti; hetta er tað, ið hann skal ofra HARRANUM, við tað at hann hevur gjørt nasirearalyfti – umframt tað, ið hann annars hevur ráð til; hann skal halda seg eftir lyftinum, ið hann hevur gjørt, og fylgja tí, ið lógin um vígslu hansara krevur.““
- 22Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði:
- 23„Tala við Áron og synir hansara og sig: „Táið tit signa Ísraelsmenn, skulu tit siga við teir:
- 24„HARRIN signi teg og varðveiti teg!
- 25HARRIN lati andlit Sítt lýsa yvir teg og veri tær náðigur!
- 26HARRIN lyfti ásjón Sína yvir teg og gevi tær frið!““
- 27– Soleiðis skulu teir leggja navn Mítt á Ísraelsmenn, og Eg skal signa teir.“