Les bíbliuna
Ezekiel
- 1So sigur Harrin HARRIN: Portur Innara Forgarðs, tað, ið eystureftir vendir, skal vera stongt teir seks gerandisdagarnar; men sabbatsdagin skal tað latast upp, og somuleiðis sólkomudagin.
- 2Høvdingin skal tá uttanfrá fara inn gjøgnum forsalin í portrinum og standa við durastav portursins; prestarnir skulu ofra brennioffur og takkoffur hansara, og hann skal tilbiðja á porturgáttini og síðani fara út aftur. Men portrið skal ikki steingjast fyrrenn um kvøldið.
- 3Men fólkið í landinum skal sabbatarnar og sólkomudagarnar tilbiðja fyri ásjón HARRANS við dyrnar til hetta portur.
- 4Brenniofrið, ið høvdingin skal ofra HARRANUM sabbatsdagin, skal vera seks lýtaleys lomb og lýtaleysur veðrur.
- 5Sum matoffur skal hann ofra: Efu við hvørjum veðri og við lombunum so mikið, sum hann sjálvur vil lata – og hin av olju við hvørji efu.
- 6Sólkomudagin skal hann bera fram lýtaleysan ungan tarv, seks lomb og veðr – lýtaleys kríatúr.
- 7Sum matoffur skal hann ofra: Efu við tarvinum, efu við veðrinum og við lombunum so mikið, sum honum ber til – og hin av olju við hvørji efu.
- 8Táið høvdingin fer inn, skal hann fara gjøgnum forsal portursins, og sama veg skal hann fara út aftur.
- 9Men táið fólkið í landinum fer inn fyri ásjón HARRANS á høgtíðunum, skal tann, sum fer inn um Norðurportur at tilbiðja, fara út um Suðurportur, og tann, ið fer inn um Suðurportur, skal fara út um Norðurportur – eingin má fara út aftur um portrið, sum hann fór inn um, nei, út skal farast um portrið hinumegin.
- 10Høvdingin skal fara inn saman við hinum, táið hann fer inn, og táið teir fara út, skulu teir fara út saman.
- 11Á høgtíðum og halgidøgum skal matofrið vera efa við hvørjum tarvi, efa við hvørjum veðri og við lombunum so mikið, sum hann sjálvur vil lata – og hin av olju við hvørji efu.
- 12Táið høvdingin ofrar sjálvkravt offur – brennioffur ella takkoffur sum sjálvkravt offur til HARRAN – skal portrið, ið eystureftir vendir, latast honum upp, og hann skal ofra brennioffur sítt og takkoffur síni, soleiðis sum hann ger sabbatsdagin; síðani skal hann fara útaftur, og táið hann er útfarin, skal portrið steingjast.
- 13Sum brennioffur til HARRAN skalt tú hvønn dag ofra veturgamlan, lýtaleysan seyð; tað skalt tú ofra hvønn morgun.
- 14Og sum matoffur við tí skalt tú hvønn morgun ofra sættingin av efu og triðingin av hin av olju at væta mjølið við; tað er matoffur til HARRAN – fyriskipanir, sum galda ævigt, allar tíðir.
- 15Soleiðis skulu teir hvønn morgun ofra seyðin, matofrið og oljuna; tað skal vera dagligt brennioffur.
- 16So sigur Harrin HARRIN: Táið høvdingin gevur einum syni sínum gávu, so er hetta arvalutur hansara; tað skal tilhoyra sonum hansara, tað er ogn og arvalutur teirra.
- 17Men táið hann av arvaluti sínum gevur einum tænara sínum gávu, skal tað tilhoyra honum inntil loysnarárið; tá skal høvdingin fáa tað aftur; bert synir hansara skulu varandi eiga slíkan arvalut.
- 18Høvdingin má einki taka av arvaluti fólksins, so hann rekur tey burt av ogn teirra; av síni egnu ogn skal hann geva sonum sínum arvalut – so fólk Mítt verður ikki spjatt við at missa ogn sína.
- 19Nú fór hann við mær gjøgnum inngongdina, sum var við síðu portursins, til hini heilagu kømurini, sum vóru ætlað prestunum, og sum vendu norðureftir; eg sá tá, at har var rúm í ytsta horninum móti vestri.
- 20Hann segði við meg: „Hetta er staðið, har prestarnir skulu kóka skyldofrið og syndofrið og baka matofrið, so teir skulu ikki vera noyddir at bera tað út í Ytra Forgarð og soleiðis halga fólkið.“
- 21Síðani læt hann meg fara út í Ytra Forgarð og fór runt við mær, út í hini fýra horn forgarðsins; eg sá tá, at lítil forgarður var í hvørjum horni forgarðsins;
- 22í hinum fýra hornum forgarðsins vóru fýra smærri forgarðar, 40 alin langir og 30 alin breiðir; allir fýra høvdu teir somu stødd.
- 23Allan vegin runt inni í teimum gekk múrur – allan vegin runt í øllum fýra; og eldstaðir vóru gjørdir niðantil við múrarnar allan vegin runt.
- 24Og hann segði við meg: „Hetta eru køkarnir, har teir, sum gera tænastu í húsinum, skulu kóka sláturoffur fólksins.“