Les bíbliuna

Ezekiel

  • 1Tann fimta í fjórða mánaði tríatiunda árið – eg var tá millum hini herleiddu við Kebará – opnaðist himmalin, og eg sá sjónir frá Gudi.
  • 2Tann fimta í mánaðinum – tað var fimta árið, eftir at Jójakin kongur var farin í útlegd –
  • 3kom orð HARRANS til Ezekiel prest, son Buzi, í Kaldearalandi, við Kebará, og hond HARRANS kom har yvir hann.
  • 4Og eg fekk at síggja harðveður koma norðaneftir, stórt skýggj við logandi eldi, og bjart skin var rundan um tað; mitt í tí, mitt í eldinum, sást nakað, ið var eins og blankur málmur.
  • 5Mitt í tí sást nakað, sum líktist fýra livandi verum, ið sóu soleiðis út: Tær vóru sum menniskju at síggja;
  • 6men tær høvdu fýra andlit hvør og fýra veingir;
  • 7føtur teirra vóru beinir, og fótabløð teirra vóru sum føturnir á kálvi; teir skinu sum blankt kopar.
  • 8Menniskjahendur høvdu tær undir veingjunum á øllum fýra síðum. Við andlitum og veingjum teirra var so á øllum fýra:
  • 9Veingir teirra lógu hvør upp at øðrum; táið tær gingu, vendu tær sær ikki, nei, tær gingu allar beint fram.
  • 10Andlit teirra líktust menniskjaandliti; men andlit sum leyva høvdu tær allar fýra høgrumegin, andlit sum neyt høvdu tær allar fýra vinstrumegin, og andlit sum ørn høvdu tær eisini allar fýra.
  • 11So var við andlitum teirra. Veingir teirra vóru útbreiddir upptil; hvør veran hevði tveir veingir, sum tær numu hvør við aðra við, og tveir, sum fjaldu likam teirra.
  • 12Tær gingu allar beint fram; hagar sum andin vildi fara, fóru tær; tær vendu sær ikki, táið tær gingu.
  • 13Hesar livandi verur sóu út eins og gløður, ið brunnu sum kyndlar; eldurin fór aftur og fram millum hinar livandi verurnar; hann hevði bjart skin, og snarljós gingu út úr eldinum.
  • 14Hinar livandi verurnar fóru aftur og fram og skygdu sum snarljós.
  • 15Táið eg nú hugdi at hinum livandi verunum, sá eg, at eitt hjól stóð á jørðini hjá hvørji hini livandi veruni; tey vendu í fýra ættir.
  • 16Hjólini sóu út, sum tey vóru gjørd av einumhvørjum, ið líktist krýsolit, og tey sóu líka út øll fýra; tað sá út, sum tey vóru gjørd so, at eitt hjólið var innan í øðrum.
  • 17Í allar fýra ættir gingu tey, táið tey gingu; tey vendu sær ikki, táið tey gingu.
  • 18Hjólgjarðirnar vóru høgar og øgiligar, og tær vóru á øllum fýra hjólunum fullar av eygum allan vegin runt.
  • 19Táið hinar livandi verurnar gingu, gingu hjólini við lið teirra, og táið hinar livandi verurnar lyftu sær upp frá jørðini, lyftu hjólini sær við.
  • 20Hagar ið andin vildi fara, fóru tær; og hjólini lyftu sær samstundis sum tær; tí andi hinna livandi veranna var í hjólunum.
  • 21Táið hinar livandi verurnar gingu, gingu tey við; táið tær stóðu, stóðu tey við, og táið tær lyftu sær upp frá jørðini, lyftu hjólini sær við lið teirra; tí andi hinna livandi veranna var í hjólunum.
  • 22Yvir høvdum hinna livandi veranna var nakað, ið líktist hvølvi, sum skínandi krystall at síggja; tað var tant út uppi yvir høvdum teirra.
  • 23Undir hvølvinum stóðu veingir teirra beint út, so teir numu hvør við annan; hvør teirra hevði báðumegin tveir veingir, sum fjaldu likam teirra.
  • 24Táið tær gingu, hoyrdi eg ljóðið av veingjum teirra, tað var sum ljóðið av stórum vøtnum, sum rødd hins Alvalda, ógvuligur duni, sum gnýggið, har ein herur hevur tilhald. Men táið tær stóðu, lótu tær veingirnar síga.
  • 25Rødd hoyrdist uppi yvir hvølvinum, ið var yvir høvdum teirra. Men táið tær stóðu, lótu tær veingirnar síga.
  • 26Uppi yvir hvølvinum, ið var yvir høvdum teirra, var nakað, ið sá út til at vera av safirsteini, og sum líktist hásæti; og uppi á hesum, ið líktist hásæti, var Ein, sum av útsjónd líktist menniskja.
  • 27Eg sá nakað, ið líktist blonkum málmi – sum eld at síggja – við ringi av ljósi rundanum, frá har sum lendar Hansara tyktust at vera og uppeftir. Men frá har sum lendar Hansara tyktust at vera og niðureftir, sá eg nakað, ið sá út sum eldur, og rundan um Hann var bjart skin.
  • 28Eins og at síggja bogan í skýnum regndag, var at síggja skinið har rundanum. – Soleiðis sá dýrd HARRANS út – sum hon vísti seg fyri mær. Táið eg sá tað, fall eg á andlit mítt og hoyrdi rødd Eins, ið tosaði.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian