Les bíbliuna

Ezekiel

  • 1Nú fór hann við mær aftur til inngongd húsins; eg sá tá, at vatn kom út undan gátt húsins fyri eystan; tí framsíða húsins vendi eystureftir. Vatnið rann niður undan høgru síðu húsins, sunnan fyri altarið.
  • 2Hann læt meg so fara út um Norðurportur og fór runt við mær uttanfyri, at Ytra Portri, at portrinum, ið eystureftir vendir; har fekk eg at síggja vatn springa upp høgrumegin.
  • 3Maðurin fór nú eystureftir við málisnøri í hondini og máldi 1000 alin; so læt hann meg vaða yvir um vatnið; tað var upp á øklar.
  • 4Uppaftur máldi hann 1000 alin og læt meg vaða yvir um vatnið; tá var vatnið upp undir knø. Aftur máldi hann 1000 alin og læt meg vaða yvir um vatnið – sum har var upp á miðju.
  • 5Eina ferð enn máldi hann 1000 alin; tá var vatnið ein á, sum eg ikki kundi vaða um; tí vatnið var so djúpt, at ein kravdi at svimja – tað var ein á, sum ikki var vaðandi um.
  • 6Tá segði hann við meg: „Hevur tú sæð hetta, menniskjasonur?“ Síðani fór hann aftur við mær, fram við áarbakkanum.
  • 7Táið eg kom aftur, sá eg, at ógvuliga nógv trø stóðu báðumegin á áarbakkanum.
  • 8Hann segði við meg: „Hetta vatn rennur út í landið fyri eystan og síðani longur – oman á slættlendið – og haðani rennur tað í havið.* Og táið tað verður leitt út í havið, verður vatnið har gott.
  • 9Allir livandi skapningar, ið rørast, allastaðni har dupultáin kemur, skulu liva, og fiskurin skal nørast í stórum; tí táið hetta vatn kemur hagar, verður heilsubót og lív, allastaðni har áin kemur.
  • 10Fiskimenn skulu standa við havið* úr En-Gedi til En-Eglajim; tað skal vera stað at seta nót út; har skal vera ógvuliga nógvur fiskur av ymiskum sløgum, eins og í Stórahavi.
  • 11Men blotarnir og hyljarnir har skulu ikki verða bøttir; teir eru saltinum givnir.
  • 12Við ánna skulu – á báðum áarbakkum – vaksa upp alskyns frukttrø; bløð teirra skulu ikki følna, og tey skulu ikki geva uppat at bera ávøkst; hvønn mánað skulu tey bera nýggjan ávøkst; tí vatnið til teirra gongur út úr halgidóminum. Og ávøkstur teirra skal vera til føði, og bløð teirra til heilsubót.“
  • 13So sigur Harrin HARRIN: Hetta eru markini, ið tit skulu skifta sundur landið eftir, hinum tólv ættum Ísraels til arvalut – Jósef skal hava tveir lutir.
  • 14Tit skulu taka tað til arvalut, ein líka væl sum annar; tí Eg havi lyft hond Míni og svorið at geva fedrum tykkara tað; tí skal hetta land nú ognast tykkum sum arvalutur.
  • 15Hetta skulu vera mark landsins: Norðursíðan: Frá Stórahavi fram við Hetlonsvegnum, hagar sum leiðin liggur til Zedad,
  • 16Hamat, Berota, Sibrajim – sum liggur millum landamark Damaskus og landamark Hamats, Miðhazer, sum liggur yvir at landamarki Havrans.
  • 17Markið skal soleiðis ganga frá havinum til Hazar-Enon við landamark Damaskus og haðani enn longur norður, líka at landamarki Hamats. Hetta er norðursíðan.
  • 18Eystursíðan: Jordan – millum Havran og Damaskus og millum Gilead og Ísraelsland; úr markinum fyri norðan at havinum fyri eystan skulu tit mála. Hetta er eystursíðan.
  • 19Suðursíðan – fyri sunnan: Úr Tamar at Meribotsvatni við Kades, at ánni* og líka í Stórahav. Hetta er suðursíðan, markið fyri sunnan.
  • 20Vestursíðan er Stórahav frá markinum fyri sunnan til beint út av, har sum leiðin liggur til Hamat. Hetta er vestursíðan.
  • 21Hetta land skulu tit skifta millum tykkara eftir ættum Ísraels.
  • 22Tit skulu við lutakasti skifta tað til arvalut tykkara og hinna fremmandu, ið millum tykkara búgva, og sum hava fingið børn millum tykkara; tey skulu vera tykkum sum hini innføddu millum Ísraelsmenn; tey skulu fáa arvalut saman við tykkum millum ættir Ísraels.
  • 23Í teirri ætt har hin fremmandi býr, skulu tit lata hann fáa arvalut hansara – sigur Harrin HARRIN.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian