Les bíbliuna

Ezekiel

  • 1Hetta eru nøvn ættanna: Við markið fyri norðan fram við Hetlonsvegnum, til yvir ímóti Hamat og Hazar-Enan við landamark Damaskus, móti norðri, fram við Hamat skal Dan hava landið, frá eystursíðuni at havinum – Dan ein lut.
  • 2Fram við landamarki Dans, frá eystursíðuni at vestursíðuni – Aser ein lut.
  • 3Fram við landamarki Asers, frá eystursíðuni at vestursíðuni – Naftali ein lut.
  • 4Fram við landamarki Naftali, frá eystursíðuni at vestursíðuni – Manasse ein lut.
  • 5Fram við landamarki Manasse, frá eystursíðuni at vestursíðuni – Efra’im ein lut.
  • 6Fram við landamarki Efra’ims, frá eystursíðuni at vestursíðuni – Ruben ein lut.
  • 7Fram við landamarki Rubens, frá eystursíðuni at vestursíðuni – Juda ein lut.
  • 8Fram við landamarki Juda – frá eystursíðuni at vestursíðuni – skal landið liggja, sum tit skulu lata sum gávu til HARRAN; tað skal vera 25000 stengur á breidd og á longd sum ein ættarluturin, frá eystursíðuni at vestursíðuni. Mitt í tí skal halgidómurin vera.
  • 9Landið, ið tit skulu lata til HARRAN sum gávu, skal vera 25000 stengur langt og 10000 breitt.
  • 10Av hesi heilagu gávu skal eitt stykki tilhoyra prestunum, fyri norðan 25000 stengur, fyri vestan 10000 – á breidd – fyri eystan 10000 – á breidd – og fyri sunnan 25000 – á longd; mitt í tí skal halgidómur HARRANS vera.
  • 11Prestarnir – teir, sum halgaðir eru millum eftirkomarar Zadoks, teir, ið aktaðu eftir tí, sum Eg vildi hava aktað eftir, sum ikki viltust, eins og Levitarnir, ta ferðina Ísraelsmenn viltust –
  • 12teir skulu eiga tað sum part av landinum, ið latast skal til HARRAN, sum háheilagt stykki fram við landamarki Levitanna.
  • 13Fram við landamarki prestanna skulu Levitarnir hava 25000 stengur á longd og 10000 á breidd; longdin skal tilsamans vera 25000 stengur, og breiddin 10000.
  • 14Teir mugu hvørki selja ella skifta um nakað av tí; og hesin frumgróður landsins má ikki ganga yvir til aðrar, tí hann er HARRANUM halgaður.
  • 15Tær 5000 stengurnar, ið av leypa av breiddini – fram við hinum 25000 – skulu ikki vera heilagt land; hetta skal býurin hava til bústaðir og til beiti, og mitt í tí skal býurin vera.
  • 16Hetta er mál hansara: Norðursíðan skal vera 4500 stengur, suðursíðan 4500, eystursíðan 4500, og vestursíðan 4500.
  • 17Jørð skal liggja til staðin – 250 stengur norðureftir, 250 suðureftir, 250 eystureftir og 250 vestureftir.
  • 18Tað, ið til avlops er av longdini – fram við hini heilagu gávuni, 10000 stengur eystureftir og 10000 vestureftir – skal vera fram við hini heilagu gávuni – grøði tess skal vera teimum til føði, sum í býnum búgva.
  • 19Fólkið í býnum – av øllum ættum Ísraels – skal nýta tað.
  • 20Gávan skal tilsamans vera 25000 stengur á longd og 25000 á breidd; sum fýrhyrnt stykki skulu tit geva hina heilagu gávuna – tað, sum býurin skal eiga, uppíroknað.
  • 21Høvdingin skal hava tað, ið av loypur báðumegin hina heilagu gávuna og av býognini, fram við hinum 25000 stengur breiða lutinum at markinum fyri eystan og vestureftir fram við teimum 25000 stongunum at markinum fyri vestan, við síðu ættalutanna,* hetta skal tilhoyra høvdinganum, og hin heilaga gávan við hinum heilaga húsinum skal vera mitt ímillum.
  • 22Tað, ið liggur millum landamark Juda og landamark Benjamins – við ogn Levitanna og býognini mitt í – skal tilhoyra høvdinganum.
  • 23Síðani koma hinar ættirnar. Frá eystursíðuni at vestursíðuni skal Benjamin hava ein lut.
  • 24Fram við landamarki Benjamins, frá eystursíðuni at vestursíðuni – Símeon ein lut.
  • 25Fram við landamarki Símeons, frá eystursíðuni at vestursíðuni – Issakar ein lut.
  • 26Fram við landamarki Issakars, frá eystursíðuni at vestursíðuni – Zebulon ein lut.
  • 27Fram við landamarki Zebulons, frá eystursíðuni at vestursíðuni – Gad ein lut.
  • 28Fram við landamarki Gads – á suðursíðuni, fyri sunnan – skal markið ganga úr Tamar at Meribavatni við Kades, at ánni* og líka í Stórahav.
  • 29Hetta er landið, ið tit skulu luta ættum Ísraels sundur til arvalut, og hetta eru lutir teirra – sigur Harrin HARRIN.
  • 30Hetta eru útgongdirnar, ið staðurin hevur: Mál hansara fyri norðan skal vera 4500 stengur.
  • 31Portur staðarins skulu hava navn eftir ættum Ísraels. Trý av teimum skulu vera fyri norðan: Rubensportur, eitt, Judaportur, eitt, Leviportur, eitt.
  • 32Mál hansara fyri eystan skal vera 4500 stengur, og har skal hann hava trý portur: Jósefsportur, eitt, Benjaminsportur, eitt, Dansportur, eitt.
  • 33Fyri sunnan skal mál hansara vera 4500 stengur, og har skal hann hava trý portur: Símeonsportur, eitt, Issakarsportur, eitt, Zebulonsportur, eitt.
  • 34Fyri vestan skal mál hansara vera 4500 stengur, og har skal hann hava trý portur: Gadsportur, eitt, Asersportur, eitt, Naftaliportur, eitt.
  • 35Allan vegin runt er málið 18000 stengur. Og navn staðarins skal frá tí degi vera: HARRIN er har.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian