Les bíbliuna
Ezekiel
- 1Táið tit við lutakasti skifta landið í óðal, skulu tit lata gávu til HARRAN, heilagan part av landinum, 25000 stengur langan og 10000 breiðan; hann skal vera heilagur, so langt sum hann gongur, í allar ættir.
- 2Av hesum skal takast til halgidómin fýrhyrnt stykki, 500 stengur á longd og 500 á breidd, við 50 alin breiðum, opnum plássi rundanum.
- 3Soleiðis skalt tú eftir hesum máli mála 25000 stengur á longd og 10000 á breidd, og har skal halgidómurin, hitt háheilaga, vera.
- 4Hetta er heilagur partur av landinum; tað skal tilhoyra prestunum, sum gera tænastu í halgidóminum, teimum, sum koma nær at tæna HARRANUM, og tað skal geva teimum rúm til bústaðir og vera heilagt pláss til halgidómin.
- 5Og 25000 stengur á longd og 10000 á breidd skal tilhoyra Levitunum, sum gera tænastu í húsinum; teir skulu hava tjúgu garðar í ogn.
- 6Býnum skulu tit geva ogn, 5000 stengur á breidd og 25000 á longd, javnsíðis við halgidómslutin; tað skal tilhoyra øllum húsi Ísraels.
- 7Høvdingin skal hava lut sín báðumegin halgidómslutin og býognina – fram við halgidómslutinum og býognini, bæði fyri vestan – vestureftir – og fyri eystan – eystureftir – og á longd svarandi til ein ættarlutin, frá markinum fyri vestan at markinum fyri eystan.
- 8Hetta skal hann hava sum land sítt, sum ogn sína í Ísrael. Og høvdingar Mínir skulu ikki kúga fólk Mítt longur, men lata hús Ísraels hava landið eftir ættunum.
- 9So sigur Harrin HARRIN: Latið nú vera nóg mikið, tit høvdingar Ísraels! Fáið burt yvirgang og kúgan, og gerið rætt og rættvísi, gevið uppat at reka fólk Mítt av húsi og heimi! – sigur Harrin HARRIN.
- 10Beina vekt, rætta efu og rætt bat skulu tit hava.
- 11Efa og bat skulu vera líka stór, so bat er tíggjundaparturin av homer, og efa tíggjundaparturin av homer; eftir homer skal mál teirra vera.
- 12Sekulin skal vera 20 gerur; minan skal hjá tykkum vera 20 seklar, 25 seklar, 15 seklar.
- 13Hetta er offurgávan, ið tit skulu lata: Sættingin av efu av hvørjum homer av hveiti og sættingin av efu av hvørjum homer av byggi.
- 14Av oljuni er hetta ásett at lata: Tíggjundapartin av bat av hvørjum kor* – tíggju bat eru í homerinum, tí homer er tíggju bat.
- 15Framvegis, av smáfænum: Eitt lamb av hvørjum 200 – úr feita haglendi Ísraels – til matoffur, brennioffur og takkoffur, til at gera bót fyri tey – sigur Harrin HARRIN.
- 16Alt fólkið í landinum skal hava skyldu at lata hesa offurgávu til høvdinga Ísraels.
- 17Men høvdingin skal hava skyldu at ofra brenniofrini, matofrið og drykkjuofrið á høgtíðunum og sólkomudagarnar og sabbatarnar – á øllum høgtíðum Ísraels; hann skal ofra syndofrið, matofrið, brenniofrið og takkofrini til at gera bót fyri hús Ísraels.
- 18So sigur Harrin HARRIN: Tann fyrsta í fyrsta mánaði skalt tú taka lýtaleysan, ungan tarv og reinsa halgidómin frá synd.
- 19Presturin skal taka av blóði syndoffursins og smyrja á durastavir húsins, á hini fýra horn altarstallanna og á durastavirnar í portri Innara Forgarðs.
- 20Sama skalt tú gera tann sjeynda í mánaðinum, fyri teirra skuld, sum hava syndað av misgáum ella av fávitsku; soleiðis skulu tit gera bót fyri húsið.
- 21Tann fjúrtanda í fyrsta mánaði skulu tit halda páskir, á teirri høgtíð skulu tit í sjey dagar eta ósúrgað breyð.
- 22Tann dagin skal høvdingin ofra tarv sum syndoffur fyri seg og fyri alt fólkið í landinum.
- 23Teir sjey høgtíðardagarnar skal hann ofra HARRANUM brennioffur, sjey lýtaleysar tarvar og sjey lýtaleysar veðrar hvønn dag hesar sjey dagarnar, og sum syndoffur bukk hvønn dag.
- 24Sum matoffur skal hann ofra efu við hvørjum tarvinum, efu við hvørjum veðrinum og hin av olju við hvørji efu.
- 25Tann fimtanda í sjeynda mánaði – á høgtíðini – skal hann ofra líka mikið sum hetta, bæði syndoffur og brennioffur, bæði matoffur og olju; tað skal hann gera í sjey dagar.