Les bíbliuna
Ezekiel
- 1Nú fór hann aftur við mær at Ytra Portri halgidómsins, tí, sum eystureftir vendi; tað var stongt.
- 2HARRIN segði við meg: „Hetta portrið skal vera stongt; tað má ikki latast upp, og eingin má fara inn um tað; tí HARRIN Gud Ísraels er farin inn um tað, tí skal tað vera stongt.
- 3Men høvdingin skal, við tað at hann er høvdingi, sleppa at sita har og halda máltíð fyri ásjón HARRANS; hann skal koma inn gjøgnum forsal portursins og fara sama veg útaftur.“
- 4Síðani fór hann við mær um Norðurportur, út á plássið framman fyri húsið; og eg fekk at síggja, hvussu dýrd HARRANS fylti hús HARRANS. Tá fall eg niður á andlit mítt.
- 5HARRIN segði við meg: Menniskjasonur! Legg tær á hjarta, síggj við eygunum og hoyr við oyrunum alt, ið Eg sigi tær um allar fyriskipanirnar og allar lógirnar viðvíkjandi húsi HARRANS! Tú skalt gjølla leggja til merkis inngongdina í húsið og allar útgongdirnar úr halgidóminum.
- 6Og tú skalt siga við hini ólýdnu – við hús Ísraels: So sigur Harrin HARRIN: Nú má vera nóg mikið við øllum viðurstygdum tykkara, hús Ísraels,
- 7tit, sum hava loyvt fremmandum við óumskornum hjarta og óumskornum holdi inn í halgidóm Mín, til at vera har, so at hús Mítt varð vanhalgað, meðan tit bóru fram mat Mín, fiti Mína og blóð Mítt! Soleiðis brutu tit sáttmála Mín – oman á allar hinar viðurstygdir tykkara.
- 8Tit aktaðu ikki eftir tí, sum eftir skuldi aktast í halgidómum Mínum; nei, tit settu aðrar í tykkara stað at akta eftir tí, sum Eg vildi hava aktað eftir í halgidómi Mínum.
- 9So sigur Harrin HARRIN: Eingin fremmandur við óumskornum hjarta og óumskornum holdi má koma inn í halgidóm Mín, eingin av øllum hinum fremmandu, ið millum Ísraelsmenn búgva.
- 10Men teir Levitar, sum fóru burt frá Mær, táið Ísrael viltist – teir, sum viltust frá Mær og hildu seg til avgudar sínar – skulu bera misgerð sína.
- 11Teir skulu í halgidómi Mínum gera vaktartænastu við tempulportrini og gera arbeiðið í húsinum; teir skulu drepa brenniofrini og sláturofrini fyri fólkið, og teir skulu standa framman fyri tey og tæna teimum.
- 12Aftur fyri at teir tæntu teimum framman fyri avgudar teirra og soleiðis voldu, at hús Ísraels fall í misgerð, havi Eg lyft hond Míni móti teimum – sigur Harrin HARRIN – og teir skulu bera misgerð sína.
- 13Teir skulu ikki sleppa at koma Mær nær at tæna Mær sum prestar, ei heldur at koma nøkrum av heilagu lutum Mínum nær – hinum háheilaga; nei, teir skulu bera skomm sína og viðurstygdirnar, ið teir hava gjørt.
- 14Eg skal seta teir at varðveita tað, sum er at varðveita í húsinum, við øllum arbeiðinum har og øllum tí, sum gerast skal har.
- 15Men hinir levitisku prestarnir – eftirkomarar Zadoks – sum aktaðu eftir tí, sum eftir skuldi aktast í halgidómi Mínum, táið Ísraelsmenn viltust burt frá Mær – skulu koma Mær nær at tæna Mær, og teir skulu standa fyri ásjón Míni og bera fram fyri Meg fiti og blóð – sigur Harrin HARRIN.
- 16Teir skulu koma inn í halgidóm Mín, og teir skulu stíga fram at borði Mínum at tæna Mær; teir skulu akta eftir tí, sum Eg vil hava aktað eftir.
- 17Og táið teir fara inn í portur Innara Forgarðs, skulu teir lata seg í línklæði; teir mugu ongum ullintum vera í, táið teir gera tænastu í portri Innara Forgarðs ella í húsinum.
- 18Teir skulu hava línhúgvur á høvdinum og buksur av líni um lendarnar; teir mugu ikki vera gyrdir við nøkrum, sum voldir sveitta.
- 19Táið teir so fara út í Ytra Forgarð – til fólkið í Ytra Forgarði – skulu teir fara úr klæðunum, sum teir hava gjørt tænastu í, og leggja tey í hini heilagu kømurini, og teir skulu lata seg í onnur klæði, so teir ikki við klæðum sínum halga fólkið.
- 20Teir mugu ikki raka høvd sítt, ei heldur lata hárið vaksa, sum tað vil; teir skulu klippa hár sítt.
- 21Vín má eingin av prestunum drekka, táið hann fer inn í Innara Forgarð.
- 22Einkju ella fráskilda mugu teir ikki taka til konu, nei, ongar uttan moyggjar av húsi Ísraels; tó kunnu teir giftast við eini, sum er einkja eftir prest.
- 23Teir skulu læra fólk Mítt at skilja millum heilagt og vanheilagt og læra tey munin á óreinum og reinum.
- 24Í rættartrætum skulu teir stíga fram og døma; eftir fyriskipanum Mínum skulu teir døma í teimum; lógir Mínar og boð Míni skulu teir halda á øllum høgtíðum Mínum, og sabbatar Mínar skulu teir halda heilagar.
- 25Eingin teirra má gera seg óreinan við at fara inn til lík, uttan táið tað er lík faðirs ella móður, sonar ella dóttur, bróður – ella systur, sum eingin maður hevur átt – við teimum kunnu teir gera seg óreinar.
- 26Táið hann so er vorðin reinur aftur, skulu honum verða taldir sjey dagar;
- 27og tann dag hann fer inn í halgidómin, inn í Innara Forgarð at gera tænastu í halgidóminum, skal hann ofra syndoffur – sigur Harrin HARRIN.
- 28Arvalutur teirra skal vera, at Eg eri arvalutur teirra. Ogn skulu tit onga geva teimum í Ísrael – Eg eri ogn teirra.
- 29Matofrið, syndofrið og skyldofrið skulu teir eta, og alt bannlýst í Ísrael skal tilhoyra teimum.
- 30Tað fyrsta av øllum frumgróðri av øllum sløgum og allar offurgávur av øllum sløgum – av øllum offurgávum tykkara – skal tilhoyra prestunum, og tað fyrsta av deiggi tykkara skulu tit lata prestin fáa – so signing kann koma yvir hús títt.
- 31Einki sjálvdeytt og einki, ið sundurskrætt er, av fuglum ella dýrum, mugu prestarnir eta.