Les bíbliuna
Ezekiel
- 1Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:
- 2Menniskjasonur! Minn Jerusalem á viðurstygdir tess
- 3– sig: So sigur Harrin HARRIN við Jerusalem: Uppruni tín er úr Kána’anitalandi, haðani ert tú ættað; Amoritur var faðir tín, og hetitisk kvinna móðir tín.
- 4Táið tú vart fødd, gekk so: Ikki varð nalvastrongur tín avskorin, tann dag tú vart fødd, ikki vart tú vaskað rein í vatni, ikki gníggjað við salti og ikki sveipað í sveip.
- 5Ongum, ið sá teg, tykti so mikla synd í tær, at hann gjørdi nakað slíkt við teg og vísti tær miskunn; nei, tú vart kastað út á markina, tann dag tú vart fødd; so lítið varð lív títt virt.
- 6Tá gekk Eg fram á teg og sá teg sprakla í blóði tínum, og Eg segði við teg: „Tú, sum liggur har í blóði tínum – liv!“
- 7Eg gjørdi teg til mong túsund, sum urtirnar á markini, og tú vaks og komst til og vart ógvuliga vøkur; bróstini vórðu føst, og hár títt vaks. Men tú vart nakin og ber.
- 8Tá gekk Eg fram á teg og sá teg, og Eg fekk at síggja, at tíð tín var komin, elskhugatíð tín; Eg breiddi kappa Mín yvir teg og fjaldi skomm tína, og Eg svór tær trúskap og gjørdi sáttmála við teg – sigur Harrin HARRIN – tú vart Mín.
- 9So vaskaði Eg tær í vatni, skolaði blóðið av tær og salvaði teg við olju.
- 10Eg læt teg í klæði, vovin í ymiskum litum, fekk tær skógvar av sjókúskinni at vera í, bant upp á teg fínt høvuðlín og sveipaði teg í silki.
- 11Eg skrýddi teg við prýðum, spenti armbond um handliðir tínar og bant ketu um háls tín.
- 12Eg hongdi tær ring í nøsina og oyrnaringar í oyruni og setti fagra krúnu á høvd títt.
- 13Tú skrýddi teg við gulli og silvuri, og klæði tíni vóru av fínum líni, silki og toyi, vovnum í ymiskum litum. Tú livdi av fínum mjøli, hunangi og olju, og tú vart ovurhonds vøkur; endin varð, at tú gjørdist drotning.
- 14Tú vart tiltikin millum tjóðirnar fyri vakurleika tín; tí hitt fagra skart, ið Eg hevði latið teg í, hevði gjørt hann fullkomnan – sigur Harrin HARRIN.
- 15Men tú dúvaði upp á vakurleika tín og dreivst hor – í áliti á orðinum, sum av tær gekk; tú oyðslaði við hordómi tínum upp á ein og hvønn, ið kom framvið – honum gavst tú teg.
- 16Tú tókst av klæðum tínum og gjørdi tær offurheyggjar í ymiskum litum og dreivst hor á teimum – slíkt, sum ikki hevur hent og ei heldur fer at henda!
- 17Vakra skart títt – gull og silvur Mítt, sum Eg hevði givið tær – tókst tú og gjørdi tær mannfólkamyndir, sum tú dreivst hor við.
- 18Út yvir tær breiddi tú klæði tíni, sum vóru vovin í ymiskum litum, og olju Mína og roykilsi Mítt setti tú fyri tær.
- 19Breyð Mítt, sum Eg hevði givið tær, fínamjølið, oljuna og hunangin, sum Eg gav tær at eta, setti tú fyri tær til góðan anga – so gekk, sigur Harrin HARRIN.
- 20Tú tókst synir og døtur tínar, sum tú hevði føtt Mær, og ofraði tey, teimum til føði. Var tað ikki nóg mikið, at tú dreivst hor,
- 21síðani tú drapst børn Míni og gavst tey burtur – lætst tey ganga gjøgnum eldin, teimum til heiður!
- 22Í øllum andstygdum og hori tínum mintist tú ikki ungdómsdagar tínar, táið tú vart nakin og ber og lást og spraklaði í blóði tínum.
- 23Og oman á allan henda óndskap tín – vei, vei tær! sigur Harrin HARRIN –
- 24reisti tú tær hvølv* og gjørdi tær offurheyggj á hvørjum torgi.**
- 25Á hvørjum vegamóti bygdi tú tær offurheyggj og vanærdi vakurleika tín; tú legði sundur beinini fyri øllum, ið framvið komu, ja, tú dreivst hor í heilum.
- 26Tú dreivst hor við Egyptum, limastóru grannum tínum, ja, tú dreivst hor í heilum og eggjaði Meg soleiðis til vreiði.
- 27Men tá rætti Eg út hondina móti tær og minkaði um tað, ið Eg hevði ætlað tær, og Eg læt tær, ið hataðu teg, sleppa at gera við teg, sum tær vildu – Filistaradøturnar, sum høvdu skomm av skemdaratburði tínum.
- 28Síðani dreivst tú hor við Assýringum – tí ikki mettaðist tú; tú dreivst hor við teimum og mettaðist ikki kortini.
- 29Og tú útbreiddi horulív títt líka til keypmannalandið – Kaldea; men heldur ikki tá mettaðist tú.
- 30– Sum hjarta títt var følið – sigur Harrin HARRIN – táið tú gjørdi alt hetta, slíkt, sum eingin uttan skammleys skøkja ger
- 31– táið tú á hvørjum vegamóti reisti tær hvølv og á hvørjum torgi gjørdi tær offurheyggj! Men tú vart ikki sum aðrar skøkjur, tí tú legði líka í skøkjuløn –
- 32horkvinna tín, sum tekur ímóti fremmandum í staðin fyri ímóti manni tínum!
- 33Øllum skøkjum geva teir løn; men tú gavst øllum ástvinum tínum gávur og keypti teir til at koma til tín úr øllum ættum og dríva hor við tær.
- 34Og við tær var tað, tvørturímóti sum er við øðrum kvinnum: Eingin rann eftir tær til at dríva hor, men tú lætst skøkjuløn og fekst onga sjálv – tú gjørdi, tvørturímóti sum aðrar.
- 35Hoyr tí orð HARRANS, skøkja tín!
- 36So sigur Harrin HARRIN: Aftur fyri at tú hevur verið so óstýrilig í ólevnaði tínum og lyft hevur verðið burtur av blygd tíni, táið tú dreivst hor við bólarum tínum, og aftur fyri allar hinar viðurstyggiligu avgudar, ið tú hevur, og blóð barna tína, sum tú hevur givið teimum
- 37– ja, tí skal Eg savna saman allar bólarar tínar, sum tú vart til gleði, bæði allar teir, ið tú elskaði, og allar teir, ið tú hataði – Eg skal savna teir saman ímóti tær úr øllum ættum og lyfta burtur av blygd tíni framman fyri teimum, so teir síggja hana, alla sum hon er.
- 38Eg skal døma teg, sum kvinnur verða dømdar, ið dríva hor og úthella blóð, og Eg skal í vreiði Míni og álvara Mínum gera teg til blóð.
- 39Eg skal geva teg í hendur teirra, og teir skulu ríva niður hvølv títt, bróta niður offurheyggjar tínar, lata teg úr klæðunum, taka dýra skart títt og lata teg liggja har nakna og bera.
- 40Teir skulu kalla saman fólkaskara móti tær og steina teg og høgga teg sundur við svørðum sínum.
- 41Teir skulu brenna hús tíni av og halda dóm yvir tær, so mangar kvinnur síggja. Eg skal gera enda á horulívi tínum, og tú skalt ikki hereftir koma at lata skøkjuløn.
- 42Soleiðis skal Eg svala bræði Míni á tær, og so skal vreiði Mín víkja frá tær, og Eg skal halda Meg stillan og ikki vera illur longur.
- 43Aftur fyri at tú mintist ikki ungdómsdagar tínar, men eggjaði Meg til vreiði við øllum hesum, ja, so skal Eg eisini lata atburð tín koma yvir títt egna høvd – sigur Harrin HARRIN – tí hevur tú ikki gjørt hetta skemdarverk oman á allar viðurstygdir tínar!
- 44Øll, ið nýta orðtøk, skulu nýta hetta orðtak um teg: „Sum móðir, so dóttir!“
- 45Tú ert dóttir móður tína, sum ikki vildi vita av manni og børnum sínum, og tú ert systir systrar tínar, sum ikki vildu vita av monnum og børnum sínum – hetitisk kvinna var móðir tykkara, og Amoritur faðir tykkara.
- 46Eldra systir tín er Samaria við døtrum sínum, hon, ið býr vinstrumegin teg, og yngra systir tín – hon, ið býr høgrumegin teg – er Sodoma við døtrum sínum.
- 47Tað var ikki leiðir teirra, tú gekst, og ikki eftir viðurstygdum teirra, tú gjørdi – lítla løtu, so bart tú teg verri at enn tær á øllum leiðum tínum.
- 48So satt sum Eg livi – sigur Harrin HARRIN – Sodoma, systir tín, við døtrum sínum hevur ikki borið seg so at, sum tú og døtur tínar hava.
- 49Hetta var misbrot Sodoma, systur tínar: Hugmóð; ov mikið av breyði og tryggan frið høvdu hon og døtur hennara; men hinum arma og fátæka rætti hon ikki hondina;
- 50tær vórðu hástórar og gjørdu tað, ið viðurstyggiligt var fyri ásjón Míni, og Eg beindi tær burt, táið Eg sá tað.
- 51Heldur ikki Samaria hevur syndað til helvtar móti tær; tú gjørdi mangan meiri viðurstyggiligt enn tær, og tú rættvísgjørdi systrar tínar við øllum viðurstygdunum, sum tú gjørdi.
- 52Ber tí eisini tú skomm tína, tú, sum hevur dømt systrum tínum til bata! Við tað at tú hevur gjørt enn viðurstyggiligari syndir enn tær, standa tær rættvísari enn tú; skammast tí, eisini tú, og ber skemd tína, tú, sum rættvísgert systrar tínar!
- 53Men Eg skal venda lagnu teirra – lagnu Sodoma og døtra hennara og lagnu Samaria og døtra hennara – og Eg skal venda lagnu tíni millum teirra
- 54– fyri at tú skalt bera skomm tína og skammast við alt tað, ið tú hevur gjørt – og soleiðis troysta tær.
- 55Systrar tínar, Sodoma og døtur hennara, skulu aftur verða tað, sum tær vóru í forðum; Samaria og døtur hennara skulu aftur verða tað, sum tær vóru í forðum – og tú og døtur tínar, tit skulu aftur verða tað, sum tit vóru í forðum.
- 56Hevði tú ikki systur tína Sodoma at taka til hugmóðsdagar tínar,
- 57áðrenn óndskapur tín kom fyri ein dag – eins og ta tíðina kvinnurnar í Áram og allar tær, ið har rundanum búðu, háðaðu teg, og Filistarakvinnurnar, sum spottaðu teg úr øllum ættum!
- 58Horulív títt og viðurstygdir tínar skalt tú bera sjálv – sigur HARRIN.
- 59Ja, so sigur Harrin HARRIN: Eg skal gera við teg, sum tú hevur gjørt, tú, ið vanvirdi eiðin og breytst sáttmálan!
- 60Men so skal Eg minnast sáttmála Mín við teg ungdómsdagar tínar, og Eg skal gera ævigan sáttmála við teg.
- 61Og tú skalt minnast atburð tín og skammast, táið tú tekur ímóti systrum tínum, bæði teimum, ið størri eru enn tú, og teimum, ið smærri eru enn tú, og Eg gevi tær tær til døtur, tóat tær vóru ikki við í sáttmála tínum.
- 62Eg skal gera sáttmála Mín við teg, og tú skalt sanna, at Eg eri HARRIN
- 63– fyri at tú skalt minnast atburð tín og skammast, ja, skammast so, at tú býður ikki til at tala aftur, táið Eg fyrigevi tær alt tað, ið tú hevur gjørt – sigur Harrin HARRIN.