Les bíbliuna

Ezekiel

  • 1Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:
  • 2Menniskjasonur! Ber húsi Ísraels upp gátu og tala til teirra í líknilsi
  • 3– sig: So sigur Harrin HARRIN: Hin stóra ørnin við stórum veingjum og longum flogfjaðrum, við tøttum fjøðurhami í ymiskum litum, kom til Libanon og tók toppin av sedristrænum.
  • 4Hon breyt ovasta kvistin av og fór til keypmannalandið við honum og setti hann í handilsstaðin.
  • 5So tók hon plantu har í landinum og setti hana í dýrkaða mark; hon plantaði hana á staði, har nógv vatn var, hon setti hana eins og pílatræ.
  • 6Hon vaks upp og varð víntræ, ið breiddi seg langt út, men var lágvaksið, fyri at greinar tess skuldu venda sær til hennara,* og røtur tess vera undir henni. Og tað varð víntræ, ið fekk greinar og bar kvistar.
  • 7Men har var onnur stór ørn við stórum veingjum og nógvari fjøður – og víntræið toygdi røturnar yvir ímóti henni; úr staðnum, har tað var plantað, rætti tað greinarnar yvir til hennara, fyri at hon skuldi vatna tað.
  • 8Í góðari jørð var tað plantað, á staði, har nógv vatn var, so tað kundi fáa greinar og bera ávøkst og verða valavíntræ.
  • 9Sig tí: So sigur Harrin HARRIN: Kann tí nú gangast væl! Skulu ikki røtur tess verða skræddar upp, og skal ikki ávøkstur tess verða slitin av, so tað tornar burt! Øll bløðini, ið spretta á tí, skulu torna burt, og ikki við stórari styrki og nógvum fólki skal nakar vera førur fyri at fáa tað at vaksa upp aftur av rótunum.
  • 10Víst er tað plantað – men kann tí gangast væl! Skal tað ikki torna burt, heilt torna burt, við tað sama sum eystanvindurin fer at leika um tað! Á staðnum har tað veksur, skal tað torna burt.
  • 11Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:
  • 12Sig við hina ólýdnu ætt: Vita tit ikki, hvat hetta hevur at týða? Sig: Bábelskongur kom til Jerusalem og tók kongin og høvdingarnar har og hevði teir við sær til Bábel.
  • 13Síðani tók hann ein av kongaættini og gjørdi sáttmála við hann og tók hann í eið. Men stórmenn landsins tók hann við sær,
  • 14fyri at tað skuldi vera kongaríki, ið lítið hevði at týða, og ikki hugmóða sær, men halda sáttmálan við hann og so verða standandi.
  • 15Men hann fall frá honum og læt sendimenn sínar fara til Egyptalands, fyri at teir skuldu lata hann fáa hestar og nógv fólk. – Kann honum gangast væl! Skal tann, ið slíkt ger, komast undan! Skal hann, ið brýtur sáttmála, komast undan!
  • 16So satt sum Eg livi – sigur Harrin HARRIN – har sum hann býr, kongurin, ið gjørdi hann til kong, men hvørs eið hann vanvirdi, og hvørs sáttmála hann breyt, hjá honum, mitt í Bábel, skal hann doyggja.
  • 17Og ikki skal Farao við stórum heri og nógvum fólki koma honum til hjálpar í stríðinum, táið moldgarður verður laðaður upp, og skansar verða reistir – til at volda mongum deyðan.
  • 18Hann vanvirdi eiðin og breyt sáttmálan, tóat hann hevði givið handtak; alt hetta hevur hann gjørt – hann skal ikki komast undan!
  • 19Tí sigur Harrin HARRIN so: So satt sum Eg livi – eiðin, ið hann svór um Meg, men kortini vanvirdi, og sáttmála Mín, sum hann breyt, skal Eg vissuliga lata koma yvir høvd hansara.
  • 20Eg skal kasta garn Mítt yvir hann, og hann skal koma fastur í net Mítt; og Eg skal flyta hann til Bábel og ganga til dóms við honum har fyri trúloysið, ið hann hevur víst Mær.
  • 21Allir teir, ið flýggja úr øllum herflokkum hansara, skulu falla fyri svørði, og teir, ið eftir verða, skulu verða spjaddir í allar ættir – og tit skulu sanna, at Eg, HARRIN, havi talað.
  • 22So sigur Harrin HARRIN: Tá skal Eg taka grein úr toppinum á hinum høga sedristrænum og seta hana; av ovastu greinum tess skal Eg bróta klænan kvist, og Eg skal planta hann á høgum, høgum fjalli.
  • 23Á høga fjalli Ísraels skal Eg planta hann, og hann skal fáa greinar og bera ávøkst og verða valasedristræ; alskyns fuglar skulu búgva undir honum, alt, ið veingir hevur; í skugganum av greinum hansara skulu teir búgva.
  • 24Og øll trø á markini skulu sanna, at Eg, HARRIN, havi gjørt høgt træ lágt og lágt træ høgt, grønt træ turt og turt træ grønt; Eg, HARRIN, havi sagt tað, og Eg skal gera tað.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian