Les bíbliuna
Ezekiel
- 1Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:
- 2Menniskjasonur! Hvat hevur viður víntræsins fram um annan við, víntrækvisturin, ið upp hevur vaksið millum trøini í skóginum!
- 3Verður viður tikin av tí at smíða nakað úr! Ger nakar nagla av honum at heingja nakað amboð á!
- 4Nei, hann verður givin eldinum til føði; eldurin brennir báðar endarnar, og miðjan verður svidnað. – Dugir hann tá at gera nakað úr!
- 5Meðan hann enn var óskaddur, varð einki smíðað úr honum; mangan minni verður nakað gjørt úr honum, táið eldurin hevur brent hann, og hann er svidnaður! Kann hann tá verða nýttur at smíða nakað úr!
- 6Tí sigur Harrin HARRIN so: Sum tað millum trøini í skóginum gongur við viði víntræsins – Eg gevi eldinum hann til føði – so skal Eg gera við tey, sum í Jerusalem búgva.
- 7Eg skal lata ásjón Mína vera móti teimum; tey eru sloppin út úr eldinum – men eldurin skal oyða tey; og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið Eg lati ásjón Mína vera móti teimum.
- 8Og Eg skal gera landið til oyðimørk, aftur fyri at tey hava verið trúleys – sigur Harrin HARRIN.