Les bíbliuna
Orðtøkini
- 1Tann, sum mangan er revsaður, og kortini ger hálsin harðan, skal snøggliga verða brotin ógrøðandi sundur.
- 2Táið rættvís nørast, gleðist fólkið, men táið gudleysur maður valdar, suffar fólkið.
- 3Tann, ið elskar vísdóm, gleðir faðir sín, men tann, ið er vinur við skøkjur, spillir burtur góðs sítt.
- 4Við rætti grundfestir kongurin land sítt, men tann, sum tekur við gávum, brýtur tað niður.
- 5Tann, ið smikrar fyri næsta sínum, leggur út net fyri fót hansara.
- 6Misgerð hins ónda mans er honum snerra, men hin rættvísi skal fegnast og gleðast.
- 7Hin rættvísi tekur sær av søk teirra, sum lítið hava at týða, men hin gudleysi skilir einki.
- 8Spottarar øsa upp staðin, men vísmenn stilla vreiði.
- 9Táið vísmaður setur at dára, verður dárin illur og flennir; hann fær ikki verið stillur.
- 10Blóðmenn hata hin lýtaleysa, men rættsintir royna at bjarga lívi hansara.
- 11Alt illsinni sítt letur dárin streyma út, men hin vísi heldur vreiðini aftur og stillar hana.
- 12Táið høvdingin lurtar eftir lygitalu, verða allir tænarar hansara gudleysir.
- 13Hin fátæki og tann, ið kúgar hann, hittast; HARRIN gevur eygum beggja ljós.
- 14Tann kongur, sum dømir við rætti tey, ið lítið hava at týða, hásæti hansara stendur í allar ævir.
- 15Koyril og revsing geva vísdóm, men drongur, sum sleppur at ráða sær sjálvum, ger móður síni fyri skommum.
- 16Táið gudleys fáa vald, fær syndin vald, men rættvís skulu við gleði síggja fall teirra.
- 17Tykta son tín, so skal hann verða tær til gleði og lívga sál tína!
- 18Er eingin profetsjón, villist fólkið av leið, men lukkuligur er tann, ið heldur lógina.
- 19Við orðum letur trælur seg ikki tykta, tí víst skilir hann tey, men hann ger ikki eftir teimum.
- 20Hevur tú sæð mann, ið loypur framav í orðum – meiri vón er um dáran enn um hann!
- 21Gevur ein træli sínum eftirlæti, frá tí hann er ungur, verður endin tann, at hann er harri.
- 22Tann, ið illsintur er, vekur stríð; bráðsintur maður ger mangan tað, ið ilt er.
- 23Hugmóð menniskjans leiðir tað í fall, men hin eyðmjúki vinnur heiður.
- 24Tann, ið hevur burtur av frá tjóvi, hatar lív sítt; hann hoyrir upprópið til eið og sigur tó ikki frá.
- 25At ræðast menniskju leiðir í snerru, men tann, ið lítur á HARRAN, verður bjargaður.
- 26Mong royna at gera seg væl kend hjá høvdinganum, men frá HARRANUM fær hvør maður rætt sín.
- 27Órættvísur maður er rættvísum andstygd, men tann, ið sannhjartaður gongur fram, er gudleysum andstygd.