Les bíbliuna
Orðtøkini
- 1Hini gudleysu flýggja, tóat eingin er eftir teimum, men hini rættvísu eru trygg sum ungleyvan.
- 2Syndar land, fær tað nógvar harrar, men táið menniskjuni eru klók og vitig, livir høvdingin leingi.
- 3Fátækur harri, sum kúgar ørm, er eins og regn, ið skolar burtur kornið, so einki breyð verður.
- 4Tey, sum svíkja lógina, rósa gudleysum, men tey, sum halda lógina, liggja í stríði við tey.
- 5Ónd menniskju duga ikki á at skyna, hvat ið rætt er, men tey, sum søkja HARRAN, skilja alt.
- 6Betri er fátækur, ið livir ólastandi, enn falskur, ið gongur á tvinnanda leiðum, um hann so er ríkur.
- 7Tann, ið fylgir lógini, er vitigur sonur, men tann, ið er vinur við burturspillarar, ger faðir sínum skomm.
- 8Tann, ið nørir um góðs sítt við rentu og yvirmáli, savnar tað til tann, ið ger miskunn móti fátækum.
- 9Tann, ið vendir oyrað burtur frá lógini – um tað so er bøn hansara, er hon andstygd.
- 10Tann, ið leiðir hini sannhjartaðu vill inn á ónda leið, skal falla í sína egnu grøv; men lýtaleys skulu arva tað, ið gott er.
- 11Ríkur maður er vísur í egnum eygum, men hin fátæki, sum vit hevur, dugir at síggja, hvussu hann er.
- 12Táið hini rættvísu fegnast, er alt dýrd og frøi, men táið gudleys koma til ræði, má leitast eftir fólki.
- 13Tann, ið dylur syndir sínar, hevur onga eydnu, men tann, ið játtar tær og vendir sær frá teimum, finnur miskunn.
- 14Sælur er tann, ið altíð óttast; men tann, ið herðir hjarta sítt, hann fellur í vanlukku.
- 15Sum brølandi leyva og glúpsk bjørn er gudleysur høvdingi yvir fátækum fólki.
- 16Tú høvdingi, sum ert fátækur í viti og ríkur í yvirgangsverkum! – Tey, sum hata órættvísan vinning, skulu liva leingi!
- 17Tað menniskja, sum blóðskyld hvílir á, flýggjar, og tað beint í grøv sína; eingin má hjálpa tí!
- 18Tann, ið ólastandi livir, skal verða bjargaður, men hin falski, ið gongur á tvinnanda leiðum, skal falla á aðrari.
- 19Tann, ið dyrkar jørð sína, verður mettaður av breyði, men tann, sum rennur eftir tí, ið tómt er, verður mettaður av armóð.
- 20Trúfastur maður verður ríkliga signaður, men tann, ið vil skunda sær at verða ríkur, verður ikki óstraffaður.
- 21At gera mannamun er ikki gott, men mangur og ein verður brotsmaður fyri breyðbita.
- 22Í bráðskundi vil hin øvundsjúki verða ríkur – og veit ikki, at trongd fer at koma á hann!
- 23Tann, ið hevur at einum, skal eftirsíðani verða betur kendur enn tann, ið hevur sleiska tungu.
- 24Tann, ið rænir frá faðir sínum og móður síni, og so sigur: „Tað er eingin synd!“ er felagi oyðarans.
- 25Hin havisjúki voldir ósemju, men tann, ið lítur á HARRAN, verður ríkliga mettaður.
- 26Tann, ið lítur á vit sítt, er dári, men tann, ið gongur fram í vísdómi, verður bjargaður.
- 27Tann, ið gevur hinum fátæka, honum skal einki fattast, men tann, ið letur eyguni aftur, fær manga illbønina.
- 28Táið hini gudleysu koma til ræði, krógvar fólk seg, men táið tey ganga undir, verða hini rættvísu mong.