Les bíbliuna
Orðtøkini
- 1Orð Agurs, sonar Jake, profetorðið. Maðurin sigur: Móðan havi eg sleipað meg, Gud, móðan havi eg sleipað meg, Gud, eg eri fyrilagstur!
- 2Eg eri ov býttur at verða roknaður fyri mann; mansvit havi eg ikki.
- 3Eg havi ikki lært vísdóm og havi ikki kunnskap um hin Heilaga.
- 4Hvør fór upp til Himmals og kom niður aftur? Hvør savnaði vindin í nevarnar? Hvør knýtti vatnið inn í klæði? Hvør hevur sett jørðini øll mark hennara? Hvussu eitur Hann, og hvussu eitur Sonur Hansara? – Tú veitst tað jú!
- 5Alt orð Guds er reint; Hann er teimum skjøldur, sum líta á Hann.
- 6Legg einki aftrat orði Hansara, tí so revsar Hann teg, og tú stendur sum lygnari!
- 7Tvær bønir biði eg Teg; sýt mær tær ikki, áðrenn eg doyggi:
- 8Lat svik og lygiorð vera langt frá mær! Gev mær hvørki armóð ella ríkdóm – lat meg eta tilmálda breyð mítt!
- 9– so eg ikki, táið eg verði mettur, avnokti Teg og sigi: „Hvør er HARRIN!“ og ikki, táið eg verði fátækur, stjali og voldi navni Guds míns mein!
- 10Baktala ikki tænaran fyri harra hansara, tí so biður hann ilt fyri tær, og tú dregur skyld oman yvir teg!
- 11Tað kyn er til, sum bannar faðir sínum og signar ikki móður sína,
- 12kyn, sum reint er í egnum eygum, og sum tó ikki hevur vaskað sítt egna skarn av sær,
- 13kyn – sum eygu tess eru stolt! Sum eygnakøst tess eru full av hugmóði! –
- 14kyn – tenninar í tí eru svørð, og jakslir tess eru knívar, sum eta hini ørmu út úr landinum og hini fátæku burt úr menniskjatali.
- 15Blóðigulin hevur tvær døtur: „Gev! Gev!“ – Trý eru sum aldri mettast, fýra, sum aldri siga: „Nóg mikið!“
- 16Tey eru: Deyðaríkið og ófruktbart móðurlív, jørðin, sum aldri mettast av vatni, og eldurin, sum aldri sigur: „Nóg mikið!“
- 17Tann, ið háðar faðir sín og ikki vil vita av at akta móður sína, eyga hansara skulu ravnarnir við løkin pikka út, og arnarungar skulu eta tað.
- 18Trý eru, sum eg undrist á, fýra, sum eg fati ikki:
- 19Leið arnarinnar undir himli, leið ormsins eftir klettinum, leið skipsins eftir havinum og leið mansins til hina ungu kvinnu.
- 20Hetta er atburður konu, ið ótrúgv er: Hon etur, turkar sær um munnin og sigur: „Eg havi einki ilt gjørt!“
- 21Undir trimum nøtrar jørðin, fýra er hon ikki ment at bera:
- 22Trælin, táið hann verður kongur, dáran, táið hann etur seg mettan,
- 23hina vrakaðu kvinnuna, táið hon verður gift, og arbeiðskonuna, táið hon arvar matmóður sína.
- 24Fýra eru, sum eru smá á jørðini og tó ovurhonds vís:
- 25Meyrurnar, tær eru fólk við ongari styrki, og tó savna tær sær føði um summarið;
- 26fjallagrevlingarnir, teir eru fólk við ongari megi, og tó byggja teir sær bústað í klettinum;
- 27grashoppurnar, tær hava ongan kong, og tó halda tær allar avstað, skari eftir skara;
- 28fýrbeinið, tað kanst tú taka við hondunum, og tó er tað í kongahøllum.
- 29Trý eru, sum stíga prúð fram, fýra, sum hava vakurt gongulag:
- 30Leyvan, kongurin millum dýrini, sum ongum víkur fyri,
- 31saðlaður stríðshestur, bukkurin, og kongur á odda í heri sínum.
- 32Hevur tú verið slíkur dári, at tú hevur gjørt teg stóran, ella hevur tú havt ilt í huga, so hond á munn!
- 33Tí sum smør verður kirnað úr mjólk, og sum blóð verður trýst úr nøsini, so elvist stríð av at øsa upp vreiðina.