Les bíbliuna
Orðtøkini
- 1Orð Lemuels kongs, tað, ið móðir hansara segði, táið hon áminti hann:
- 2Hvat skal eg siga við teg, sonur mín, ja, hvat, sonur lívs míns, ja, hvat, sonur lyfta mína?
- 3– Gev ikki kvinnum kraft tína, og far ikki leiðir, ið forkoma kongum!
- 4Ikki sømir kongum, Lemuel, ikki sømir kongum at drekka vín, ei heldur høvdingum at drekka sterkan drykk!
- 5Tí táið teir drekka, koma teir at gloyma, hvat lóg er, og boyggja rætt alra arminga.
- 6– Gev honum sterkan drykk, sum er undirgangi nær, og honum vín, sum gongur við sorg í sálini!
- 7Lat hann drekka, so hann gloymir armóð sína og minnist ikki møði sína longur!
- 8Lat upp munnin fyri hin málleysa, fyri at fáa øllum hjálparleysum rætt!
- 9Ja, lat upp munnin, døm rættvíst og hjálp hinum arma og fátæka at fáa rætt!
- 10Dugnaliga konu – hvør finnur hana? Mangan meir enn perlur er hon verd!
- 11Hjarta mans hennara lítur á hana, og vinningur trýtur ikki.
- 12Hon ger honum gott og einki ilt allar ævidagar sínar.
- 13Hon sær til at fáa ull og lín, og hendur hennara arbeiða hugaliga.
- 14Hon er sum skip keypmansins: Langa leið fer hon eftir breyði sínum.
- 15Hon fer upp fyri lýsing og gevur húsfólki sínum mat og gentum sínum setning fyri dagin.
- 16Hon hevur í huga at fáa nakað av jørð – og fær hana; hon plantar víngarð fyri tað, ið hon hevur vunnið við hondum sínum.
- 17Kraft bindur hon sær sum belti um lendarnar og ger armar sínar sterkar.
- 18Hon sær, at húshald hennara gongur væl; lampa hennara sløknar ikki um náttina.
- 19Hon rættir út hendurnar eftir rokkinum, fingrar hennara taka um snælduna.
- 20Hon rættir hinum neyðstadda hondina, rættir út armarnar móti hinum fátæka.
- 21Hon er ikki rædd um hús sítt, um so kavi er; tí alt hús hennara er klætt í skarlak.
- 22Teppi ger hon sær; fínt lín og purpur er klædningur hennara.
- 23Maður hennara er kendur í býportrunum, táið hann situr saman við hinum elstu í landinum.
- 24Línskjúrtur ger hon og selur tær, og belti letur hon til keypmannin.
- 25Klædd í styrki og heiður gongur hon við smíli hini komandi tíð ímóti.
- 26Hon letur upp munnin við vísdómi, og kærleiksáminning er á tungu hennara.
- 27Hon hevur eyga við, hvussu gongur í húsi hennara, og letibreyð etur hon ikki.
- 28Synir hennara stíga fram og prísa hana lukkuliga; maður hennara reisist og rósar henni:
- 29„Mangar dugnaligar kvinnur eru, men eingin er móti tær!“
- 30Vænleiki svíkur, og vakurleiki er fáfongd; tann kvinna, sum óttast HARRAN, skal verða róst.
- 31Lat hana fáa ávøkst handa hennara, og verk hennara skulu prísa henni í býportrunum!