Les bíbliuna
Orðtøkini
- 1Orðtøk Sálomos, sonar Dávids, kongs Ísraels.
- 2Av teimum kann ein læra vísdóm og tykt og skilja vitiga talu;
- 3av teimum kann ein fáa revsing, ið ger hann klókan, og læra rættvísi, rætt og rættsinni;
- 4tey geva hinum óroyndu klókskap, hinum ungu kunnskap og skil.
- 5Við at lurta eftir teimum eykar hin vísi um lærdóm sín, og hin vitigi lærir at liva rætt.
- 6Av teimum kann ein læra at skilja orðtøk og líkingamál, orð vísmanna og gátur teirra.
- 7At óttast HARRAN er upphav kunnskapar; dárar vanvirða vísdóm og tykt.
- 8Lurta eftir, sonur mín, táið faðir tín áminnir teg, og vraka ikki tað, ið móðir tín lærir teg!
- 9Tí tað er yndisligur kransur um høvd títt og ketur um háls tín.
- 10Sonur mín! Táið syndarar lokka teg, sig tá nei!
- 11Táið teir siga: „Kom við okkum! Vit skulu lúra eftir blóði, uttan grund seta fellur fyri hini sakleysu;
- 12sum deyðaríkið skulu vit gloypa teimum livandi, við húð og hári, sum tað gloypir teimum, ið fara niður í grøvina;
- 13vit skulu vinna okkum góðs og gull, fylla hús okkara við ráni;
- 14tú skalt sleppa at kasta lut um tað saman við okkum, vit skulu allir hava ein pung“
- 15– sonur mín, far tá ikki við teimum, halt fóti tínum frá leið teirra!
- 16Tí føtur teirra eru skjótir til hitt illa, teir eru kvikir at úthella blóð;
- 17til onga nyttu verður netið breitt út, so allir fuglarnir síggja;
- 18teir lúra eftir sínum egna blóði, teir seta fellur fyri seg sjálvar.
- 19– Soleiðis gongst einum og hvørjum, ið er tráur eftir órøttum vinningi – hann tekur lívið av sínum egnu harrum!
- 20Vísdómurin rópar á gøtuni, hann letur rødd sína ljóða á torgunum;
- 21á gøtumótum kallar hann, mitt í ganginum; við býportrini og runt um í býnum talar hann og sigur:
- 22„Hvussu leingi ætla tit fávitskutu at elska fávitsku, og hvussu leingi ætla spottararnir at hava gleði sína í spotti, og dárarnir at hata kunnskap?
- 23Vendið við og aktið eftir revsing míni! So skal eg lata anda mín streyma út yvir tykkum, eg skal kunngera tykkum orð míni.
- 24– Við tað at tit vildu ikki hoyra, táið eg rópti, við tað at eingin gav tí gætur, táið eg rætti út hond mína,
- 25við tað at tit vanvirdu øll ráð míni og vildu ikki vita av revsing míni,
- 26so skal eisini eg læa, táið vanlukkan rámar tykkum, eg skal spotta, táið tað kemur, sum tit óttast fyri,
- 27táið tað, ið tit óttast fyri, kemur sum ódnarveður, og vanlukkan nærkast tykkum sum stormur, táið trongd og neyð koma á tykkum.
- 28Tá skulu tey kalla á meg, men eg svari ikki; tey leita eftir mær, men finna meg ikki.
- 29Aftur fyri at tey hataðu kunnskap og vrakaðu at óttast HARRAN,
- 30vildu ikki vita av ráði mínum, men vanvirdu alla revsing mína,
- 31so skulu tey eta ávøkstin av atburði sínum og verða mettað av sínum egnu ráðum.
- 32Tí at hini fávitskutu venda sær burt – tað drepur tey, og sorgloysi dáranna verður undirgangur teirra.
- 33Men tann, ið lurtar eftir mær, býr tryggur og livir í friði uttan ótta fyri vanlukku.“