Les bíbliuna
Orðtøkini
- 1Rósa tær ikki av deginum í morgin, tí tú veitst ikki, hvat dagur kann føða!
- 2Lat aðrar rósa tær, og ikki tín egna munn, fremmandar, og ikki tínar egnu varrar!
- 3Grót er tungt, og sandur vigar nógv, men vreiði dárans er tyngri enn bæði.
- 4Illsinni er grumt, og vreiði skúmar, men hvør kann standa seg móti øvund!
- 5Opinlýs revsing er betri enn kærleiki, ið verður duldur.
- 6Trúføst eru vinarsløg, men trúleysir eru fíggindakossir.
- 7Hin metti vrakar hunang, men hinum svanga er alt beiskt søtt.
- 8Sum fuglur, ið hevur verið noyddur at flýggja frá reiðri sínum, er maður, ið flakkar um, burtur frá heimi sínum.
- 9Olja og roykilsi gleða hjartað, og sama gera vinareymleiki og sannhjartað ráð.
- 10Slepp ikki vinmanni tínum og vinmanni faðirs tíns, og far ikki inn hjá bróður tínum, tann dag tú ert í neyð! – Granni nær hjá er betri enn bróðir langt burtur.
- 11Ver vísur, sonur mín, og gleð hjarta mítt, so eg fái svarað teimum, ið háða meg!
- 12Hin klóki sær vanlukkuna og leitar sær skjól; fávitskut halda áfram og noyðast at bøta.
- 13Tak klæði hansara – hann er gingin í ábyrgd fyri annan, tak pant frá honum fyri fremmanda kvinnu!
- 14Tann, ið harðmæltur signar vin sín árla á morgni, honum skal tað verða roknað sum illbøn.
- 15Takdropi, ið aldri heldur uppat regndag, og klandrut kvinna – tey líkjast.
- 16Tann, ið heldur fast við hana, heldur fast við vind, og høgra hond hansara grípur í olju.
- 17Jarn brýnir jarn, og eitt menniskjað brýnir annað.
- 18Tann, ið røkir fikutræ sítt, fær ávøkst tess at eta, og tann, ið aktar eftir harra sínum, verður ærdur.
- 19Sum í vatninum andlit speglast móti andliti, speglar eitt menniskjahjartað annað.
- 20Deyðaríkið og avgrundin mettast ikki, og eygu menniskjanna mettast heldur ikki.
- 21Stoypipotturin roynir silvurið, og stoypiovnurin gullið, og maður verður dømdur eftir tí, sum hann rósar.
- 22Um tú so stoytir dáran í mortaranum við stoytaranum mitt ímillum grýnini, víkir dárskapur hansara kortini ikki frá honum.
- 23Gjølla mást tú vita, hvussu seyður tín sær út; hav umsorgan fyri fylgjum tínum!
- 24Tí góðs varir ikki til ævigar tíðir, og krúna ikki mann eftir mann.
- 25Er hoyggið samanlatið, kemur eftirgróðurin upp, og fjallagrasið verður sankað saman.
- 26Og lomb hevur tú at geva tær klæði, og bukkar at keypa mark fyri,
- 27og nóg mikið av geitamjólk, tær til føði og húsi tínum og gentum tínum til uppihald.