Les bíbliuna
Orðtøkini
- 1Sum kavi um summarið og regn um heystið, so illa hóskar heiður dáranum.
- 2Sum spurvurin flagsar avstað, og svalan flýgur, so rámar ikki illbøn hin sakleysa.
- 3Koyril til ross, teym til esil, og stav til rygg dárans!
- 4Svara ikki dáranum eftir dárskapi hansara – verð tú ikki sjálvur honum líkur!
- 5Svara dáranum eftir dárskapi hansara, so hann verður ikki vísur í egnum eygum!
- 6Tann, ið sendir boð við dára, høggur føturnar av sær og fær vanlukku at drekka.
- 7Máttleys hanga bein hins lamna, og so eru orðtøk í munni dárans.
- 8Sum tann, ið leggur steinin í sleingibandið, er tann, ið veitir dáranum heiður.
- 9Sum tornagrein í hondini á druknum manni er orðtak í munni dáranna.
- 10Meistari ger alt sjálvur, men dárin leigar, og leigar hin fyrsta, sum framvið kemur.
- 11Sum hundurin, ið vendir aftur til spýggju sína, er dárin, ið kemur aftur við dárskapi sínum.
- 12Sært tú mann, sum er vísur í egnum eygum – meiri vón er um dáran enn um hann!
- 13Letingin sigur: „Villdýr er á vegnum, leyva er á gøtunum!“
- 14Hurðin melur á hongslinum – og letingin vendir sær á legu síni.
- 15Letingin rættir seg at fatinum, men tímir ikki at lyfta hondini at aftur munninum.
- 16Letingin er vísari í egnum eygum enn sjey, ið svara við skili.
- 17Sum tann, ið tekur í oyrað á hundi, er tann, ið framvið kemur og blandar seg upp í stríð, sum ikki kemur honum við.
- 18Sum óður maður, ið skjýtur við brennandi pílum – drepandi skot –
- 19er tann, ið svíkur næsta sín og so sigur: „Eg narrist jú bert!“
- 20Táið einki brenni er eftir, kólnar eldurin út, og táið eingin útspillari er, heldur stríð uppat.
- 21Sum gløður koma av koli, og eldur av viði, elvist kjak av trætisjúkum manni.
- 22Orð útspillarans eru sum leskiligur rættur; tey glíða væl niður – inn í hjartadýpið.
- 23Sum leirílat við silvuri uttaná eru kærleiksgløðandi varrar, táið hjartað er ónt.
- 24Hin hatski hyklar við vørrunum, men í hjartanum goymir hann svik.
- 25Trúgv honum ikki, táið hann ger seg blíðmæltan, tí sjey andstygdir eru í hjarta hansara!
- 26Hin hatski fjalir seg í sviki, men óndskapur hansara verður opinberur í samkomuni.
- 27Tann, ið grevur grøv, skal falla í hana, og tann, ið rullar upp stein, skal hann rulla aftur á.
- 28Lygitungan hatar tann, ið hon hevur sorað sundur, og falskur muður voldir fall.