Les bíbliuna

Orðtøkini

  • 1Eisini hetta eru orðtøk Sálomos; menn Ezekiasar judakongs hava savnað tey.
  • 2Gudi er tað heiður at dylja mál, men kongum er tað heiður at granska mál.
  • 3Hædd Himmalsins, dýpd jarðarinnar og hjørtu konga – hesi kann eingin granska út.
  • 4Skil ilskuna frá silvurinum, so fær gullsmiðurin ílat burtur úr tí!
  • 5Fá hin gudleysa burt frá konginum, so verður hásæti hansara grundfest við rættvísi!
  • 6Ger teg ikki stóran fyri ásjón kongsins, og far ikki og statt á staði stórmanna!
  • 7Tí betri er, at sagt verður við teg: „Kom upp higar!“ enn at tú verður fluttur niður fyri eygum stórmansins. Hvat tú so hevur sæð,
  • 8ver ikki ov skjótur at geva teg í stríð við nakran! Tí hvat skalt tú gera til endan, táið næsti tín ger teg til skammar!
  • 9Før søk tína við mótpart tín, men opinbera ikki loyndarmál annars mans
  • 10– fyri at ikki tann, sum hoyrir tað, skal deila teg, og tú samt og javnt hava ringt orð á tær!
  • 11Sum gullepli í silvurskálum er orð, talað í rættari tíð.
  • 12Sum gullringur, sum prýði av fínum gulli, er vísmaður, ið talar revsandi orð fyri hoyrandi oyra.
  • 13Sum svalandi kavi ein dag um heystið er álítandi sendiboð honum, ið sendir hann – hann lívgar sál harra síns.
  • 14Sum skýggj og vindur við ongum regni er tann maður, ið reypar av, at hann ætlar at geva, men heldur ikki orð.
  • 15Við spakføri verður høvdingi yvirtalaður, og mild tunga brýtur sundur bein.
  • 16Hevur tú funnið hunang, so et av honum, so mikið sum tær tørvar – so tær býður ikki ímóti, og tú spýrt hann upp aftur!
  • 17Set sjáldan fót á gátt hjá vinmanni tínum – so hann keðist ikki av tær og hatar teg!
  • 18Sum hamari, svørð og hvassur pílur er tann, ið vitnar rangt móti næsta sínum.
  • 19Sum rotin tonn og riðandi fótur er álit á svikara neyðardagin.
  • 20Sum tann, ið letur seg úr klæðunum kuldadag, sum edikur á pottøsku – so er at kvøða vísur fyri sorgarbundnum hjarta.
  • 21Hungrar fíggindi tín, so gev honum at eta, tystir hann, so gev honum at drekka!
  • 22Tí tá dungar tú kolgløður á høvd hansara, og HARRIN skal løna tær tað.
  • 23Høgætt føðir regn, og tunga, sum teskar í loyndum, voldir súrt andlit.
  • 24Betri er at búgva í horni á takinum enn í húsi saman við klandrutari kvinnu.
  • 25Tað, ið kalt vatn er maktarleysari sál, eru gleðiboð úr landi langt burtur.
  • 26Sum gruggut kelda og spiltur brunnur er rættvísur maður, ið gevur eftir fyri gudleysum manni.
  • 27At eta ov mikið av hunangi er ikki gott – ver sparin við rósandi orðum!
  • 28Sum opin býur við niðurbrotnum múrum er tann maður, ið ikki fær stýrt sinni sínum.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guds orði, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian