Les bíbliuna

Sálmarnir

  • 1Songur. Á hátíðarferðunum. Tey, sum líta á HARRAN, eru sum Zionsfjall, ið ikki vikast, men stendur í allar ævir.
  • 2Rundan um Jerusalem eru fjøll, og HARRIN er rundan um fólk Sítt frá nú og til ævigar tíðir.
  • 3Tí ikki skal kongastavur gudloysisins níva arvalut hinna rættvísu – fyri at hini rættvísu skulu ikki rætta út hendurnar til órætt.
  • 4HARRI, ger væl við hini góðu, við tey, sum hava sannleika í hjartanum!
  • 5Men tey, sum víkja inn á sniðgøtur sínar, skal HARRIN lata fara saman við teimum, ið gera órætt. Friður veri yvir Ísrael!
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian