Les bíbliuna

Sálmarnir

  • 1Songur. Á hátíðarferðunum. Eftir Dávid. Hevði ikki HARRIN verið við okkum – tað má Ísrael siga –
  • 2hevði ikki HARRIN verið við okkum, táið menniskjuni reistu seg móti okkum,
  • 3so høvdu tey gloypt okkum livandi, táið vreiði teirra tendraðist móti okkum,
  • 4so høvdu vøtnini lagt yvir okkum, streymurin hevði lagt yvir sál okkara,
  • 5ja, tey høvdu lagt yvir sál okkara, hini stoltu vøtn!
  • 6Lovaður veri HARRIN, sum ikki gav okkum at verða sundurskrædd av tonnum teirra!
  • 7Sál okkara slapp undan sum fuglur úr snerru fuglamansins; snerran brast, og vit sluppu undan.
  • 8Hjálp okkara er í navni HARRANS, Hansara, sum hevur skapt himmal og jørð.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian