Les bíbliuna
Sálmarnir
- 1Sælur er maður, ið ikki gongur í ráði hinna gudleysu, ikki stendur á vegi syndara og ikki situr, har spottarar sita,
- 2men hevur gleði sína í lóg HARRANS og grundar á lóg Hansara bæði dag og nátt!
- 3Hann er sum træ, plantað við vatnsløkir, ið ber ávøkst sín á røttum tíma, og sum bløðini ikki følna á; øllum, ið hann ger, hevur hann eydnu við.
- 4So er ikki við hinum gudleysu; nei, tey eru sum dumba, ið fýkur fyri vindinum.
- 5Tí verða gudleys ikki standandi í dóminum, ei heldur syndarar í samkomu rættvísra.
- 6Tí HARRIN kennir leið hinna rættvísu, men leið gudleysra endar í vegloysi.