Les bíbliuna
Sálmarnir
- 1Halleluja! – Lovið Gudi í halgidómi Hansara, lovið Honum í sterka hvølvi Hansara!
- 2Lovið Honum fyri veldigu verk Hansara, lovið Honum fyri stóru dýrd Hansara!
- 3Lovið Honum við hornblástri, lovið Honum við hørpu og sitara!
- 4Lovið Honum við trummu og dansi, lovið Honum við streingjaleiki og floytu!
- 5Lovið Honum við ljómandi skáltrummum, lovið Honum við gellandi skáltrummum!
- 6Alt, ið andadrátt hevur, lovi HARRANUM! – Halleluja!