Les bíbliuna

Sálmarnir

  • 1Songur. Á hátíðarferðunum. Táið HARRIN læt fangar Zions sleppa heimaftur, vóru vit sum tey, ið droyma.
  • 2Tá fyltist muður okkara við látri, og tunga okkara við gleðirópum; tá varð sagt millum heidningarnar: „Stórverk hevur HARRIN gjørt móti teimum!“
  • 3Ja, stórverk hevur HARRIN gjørt móti okkum, og vit vórðu glað!
  • 4HARRI, lat fangar okkara koma heimaftur, eins og løkir í Suðurlandinum!
  • 5Tey, ið sáa við gráti, skulu heysta við gleðirópum.
  • 6Tey ganga grátandi og sáa sáð sítt; tey koma aftur við gleðirópum, berandi bundi síni.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian