Les bíbliuna

Dómararnir

  • 1Men við tað at Ísraelsmenn gjørdu tað, sum ónt var í eygum HARRANS, gav HARRIN teir 7 ár í hendur Midjanita.
  • 2Midjan fekk vald yvir Ísrael. Fyri at verja seg móti Midjanitum var tað, Ísraelsmenn gjørdu sær loyniholini, ið eru at síggja í fjøllunum, hellini og fjallaborgirnar.
  • 3Hvørja ferð Ísraelsmenn høvdu sáað, komu Midjanitar, Amalekitar og ættirnar fyri eystan móti teimum;
  • 4teir løgdust har og herjaðu á teir, forkomu grøði landsins líka til Gaza og lótu einki verða eftir at liva av í Ísrael, heldur ikki smáfæ, neyt ella esil.
  • 5Tí teir komu hagar við fylgjum og tjøldum sínum; teir komu so mangir í tali sum grashoppur – ikki stóð til at telja, hvørki teir ella kamelar teirra; teir brutu seg inn í landið at leggja tað í oyði.
  • 6Á henda hátt varð Ísrael heilt útarmað av Midjanitum. Tá róptu Ísraelsmenn til HARRAN.
  • 7Og táið Ísraelsmenn róptu til HARRAN undan Midjanitum,
  • 8sendi HARRIN profet til teirra, sum segði við tey: „So sigur HARRIN Gud Ísraels: „Eg leiddi tykkum út av Egyptalandi, Eg leiddi tykkum út úr trælahúsinum;
  • 9Eg frelsti tykkum úr hondum Egypta og úr hondum alra teirra, ið kúgaðu tykkum, og Eg rak teir burtur fyri tykkum og gav tykkum land teirra.
  • 10Eg segði við tykkum: „Eg eri HARRIN Gud tykkara; óttist ikki gudar Amorita, í hvørja landi tit búgva!“ Men tit aktaðu ikki orð Míni!““
  • 11Eingil HARRANS kom nú og setti seg undir eikina í Ofra, har sum Jóas av slekt Abiezers ráddi. Gideon, sonur hansara, stóð tá og treskti hveiti í vínpersuni fyri at bjarga henni undan Midjanitum.
  • 12Eingil HARRANS vísti seg fyri honum og segði við hann: „HARRIN er við tær, djarvi kappi!“
  • 13Men Gideon svaraði honum: „Hoyr meg, harri! Er HARRIN við okkum, hví er tá alt hetta komið á okkum! Og hvat er vorðið av øllum undurverkum Hansara, sum fedrar okkara hava sagt okkum frá, táið teir søgdu: „Leiddi ikki HARRIN okkum út av Egyptalandi!“ – Men nú hevur HARRIN koyrt okkum frá Sær og givið okkum í hendur Midjanita!“
  • 14Tá vendi HARRIN Sær til hansara og segði: „Far avstað í hesi styrki tíni, so skalt tú frelsa Ísrael úr hondum Midjanita – sanniliga, Eg sendi teg!“
  • 15Men hann svaraði Honum: „Hoyr meg, Harri! Hvussu skal eg kunna frelsa Ísrael! Slekt mín er jú tann, ið minst hevur at týða í Manasse, og eg eri yngstur í fedrahúsi mínum!“
  • 16HARRIN segði við hann: „Eg skal vera við tær, og tú skalt høgga Midjanitar niður, allar sum ein!“
  • 17Tá segði hann við Hann: „Havi eg funnið náði fyri eygum Tínum, so lat meg fáa tekin fyri, at tað er Tú, ið talar við meg!
  • 18Far ikki avstað hiðani, fyrrenn eg komi aftur til Tín og beri Tær gávu mína og seti hana fyri Teg!“ Hann svaraði: „Eg skal verða verandi her, inntil tú kemur aftur.“
  • 19Gideon fór nú inn og gjørdi geitarlamb til, tók efu av mjøli og bakaði tað til ósúrgaðar køkur; kjøtið legði hann í kurv, og súpanina helti hann í krukku; so bar hann tað út til Hansara undir eikina og setti tað fram.
  • 20Tá segði eingil Guds við hann: „Tak kjøtið og tær ósúrgaðu køkurnar og legg tað á helluna har, stoyt so súpanina út yvir tað!“ Hann so gjørdi.
  • 21Tá rætti eingil HARRANS út stavin, sum hann hevði í hondini, og nam við enda hansara við kjøtið og hinar ósúrgaðu køkurnar; tá steig eldur upp úr helluni og tærdi upp kjøtið og hinar ósúrgaðu køkurnar; og eingil HARRANS hvarv frá eygum hansara.
  • 22Gideon skilti nú, at tað hevði verið eingil HARRANS, og hann segði: „Vei mær, Harri HARRI, eg havi jú sæð eingil HARRANS andlit til andlit!“
  • 23Men HARRIN segði við hann: „Friður veri við tær! Óttast ikki, tú skalt ikki doyggja!“
  • 24Tá reisti Gideon har HARRANUM altar og kallaði tað „HARRIN er Friður“; tað stendur enn í dag í Ofra Abiezerita.
  • 25Somu nátt segði HARRIN við hann: „Tak tarv faðirs tíns og hin tarvin, tann sjeyára gamla, rív síðani niður ba’alsaltarið, ið faðir tín hevur, og høgg sundur Asjeruna, ið hjá tí stendur!
  • 26Reis so HARRANUM Gudi tínum altar ovast á klettinum her – reis tað, sum tað eigur at verða reist! So skalt tú taka annan tarvin og ofra hann sum brennioffur við viðinum úr Asjeruni, ið tú hevur høgt sundur!“
  • 27Gideon tók tá tíggju av tænarum sínum við sær og gjørdi, sum HARRIN hevði sagt við hann; men hann gjørdi tað um náttina, tí av ótta fyri skyldfólki sínum og monnunum í staðnum tordi hann ikki at gera tað um dagin.
  • 28Táið fólkið í staðnum tíðliga morgunin eftir sá ba’alsaltarið niðurrivið, Asjeruna, ið hjá tí hevði staðið, sundurhøgda, og tarvin ofraðan á hinum nýreista altarinum,
  • 29søgdu tey hvørt við annað: „Hvør man hava gjørt hetta?“ Og táið tey spurdu og kannaðu eftir, varð sagt, at tað var Gideon, sonur Jóas.
  • 30Tá søgdu menninir í staðnum við Jóas: „Kom higar við syni tínum, hann skal doyggja! Hann hevur rivið niður ba’alsaltarið og høgt sundur Asjeruna, ið hjá tí stóð!“
  • 31Men Jóas segði við allar teir, ið rundan um hann stóðu: „Ætla tit at flyta mál Ba’als? Ætla tit at hjálpa honum? Tann, ið ger seg til talsmann fyri hann, skal doyggja, áðrenn morgindagurin kemur! Er hann Gud, so greiði hann sjálvur søk sína móti honum, ið hevur rivið niður altar hansara!“
  • 32Av hesum fekk Gideon navnið Jerubba’al, við tað at teir søgdu: „Ba’al greiði søk sína móti honum, síðani hann hevur rivið niður altar hansara!“
  • 33Allir Midjanitar, Amalekitar og ættirnar fyri eystan tóku seg nú saman, fóru um Jordan og tóku støðu á Jizre’elslætta.
  • 34Tá læt Andi HARRANS Seg í Gideon, og hann blásti í horn; og Abiezeritar savnaðust og fylgdu honum eftir.
  • 35Hann sendi so boð um í øllum Manasse, og teir savnaðust eisini og fylgdu honum eftir; síðani sendi hann boð til Aser, Zebulon og Naftali, og eisini teir fóru avstað, ímóti hinum.
  • 36Nú segði Gideon við Gud: „Er tað nú so, at Tú ætlar at frelsa Ísrael við hond míni, sum Tú hevur lovað,
  • 37so hygg nú her: Eg leggi hetta seyðaskinnið á treskiplássið; kemur so døgg bert á skinnið, men øll markin er turr, tá veit eg, at Tú fert at frelsa Ísrael við hond míni, sum Tú hevur lovað.“
  • 38Soleiðis varð; táið hann tíðliga morgunin eftir vant skinnið, vant hann døgg burtur úr tí, upp í fulla skál av vatni.
  • 39Men Gideon segði við Gud: „Verð ikki illur við meg, um eg tali til Tín eina ferð enn! Lat meg bert eina ferð enn vita við skinninum: Lat skinnið einsamalt vera turt, men døgg falla á jørðina rundanum!“
  • 40Tá gjørdi Gud so náttina eftir: Skinnið var einsamalt turt, men døgg fall á jørðina rundanum.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian