Les bíbliuna
Dómararnir
- 1Tá sungu Debora og Barak, sonur Abinoam, henda song:
- 2„Lovið HARRANUM fyri, at høvdingar Ísraels fóru fyrstir í stríðið, og fólkið kom sjálvkravt!
- 3Hoyrið, tit kongar, lurtið, tit høvdingar! Syngja skal eg, syngja um HARRAN, lovsyngja HARRANUM Gudi Ísraels.
- 4HARRI, táið Tú fórt úr Se’ir, táið Tú gekst fram av Edomsmark, ristist jørðin, himlarnir dryppaðu, ja, skýggini lótu streyma niður vatn;
- 5fjøllini nøtraðu fyri ásjón HARRANS, sjálvt Sinai, fyri ásjón HARRANS Guds Ísraels.
- 6Á døgum Samgars, sonar Anats, á døgum Jaelar, lógu vegirnir í oyði, ferðafólkið sníkti seg eftir avsíðis gøtum.
- 7Ísrael fattaðist stýrismann, ja, líka inntil eg, Debora, steig fram, inntil eg steig fram, móðir í Ísrael.
- 8Tey valdu sær nýggjar gudar – tá var stríð í portrunum! Ei var skjøldur at síggja, ei heldur spjót, hjá hinum fjøruti túsund Ísraels!
- 9Hjarta mítt slær fyri høvdingum Ísraels og fyri teimum av fólkinum, ið sjálvkravdir komu. – Lovið HARRANUM!
- 10Syngið, tit, ið ríða á ljósum eslum, tit, ið sita á teppum, tit, ið ganga á vegnum!
- 11Hoyrið, hvussu tey spæla millum vatntrogini! Har lovsyngja tey frelsuverki HARRANS, verki Hansara sum stýrismanni Ísraels. – Tá fóru tey niður til portrini, fólk HARRANS.
- 12Vakna, vakna, Debora, vakna, vakna, syng song! Reis teg, Barak, og leið burt fangar tínar, tú sonur Abinoam!
- 13Tá fór Ísrael avstað sum kappar; sum veldigir krígsmenn helt fólk HARRANS fram.
- 14Úr Efra’im fóru teir oman, sum hava rót sína á Amaleksfjalli; bróðir tín Benjamin var millum skarar tínar. Úr Makir komu høvdingar oman, úr Zebulon teir, ið bóru herhøvdingastav.
- 15Høvdingarnir í Issakar fylgdu eftir Deboru, og Barak – í fótasporum hansara fylgdu teir oman í dalin. – Við løkir Rubens tvørraðu ikki ivingar!
- 16Hví vart tú sitandi millum fæbyrgini og lurtaði eftir hirðafloytunum? – Við løkir Rubens tvørraðu ikki ivingar!
- 17Gilead – hinumegin Jordan varð hann verandi í mak, og Dan – hví dvøldi hann við skipini? Aser sat stillur við sjóvarstrondina, við víkir sínar varð hann verandi í mak.
- 18Zebulon var fólk, ið vágaði lívið, somuleiðis Naftali á fjøllum sínum.
- 19Kongarnir komu, teir bardust; tá bardust kongar Kána’ans við Ta’anak, við vøtnini í Megiddo – herfong av silvuri fingu teir ikki!
- 20Av himli bardust tær, stjørnurnar; av vegum sínum bardust tær við Sisera.
- 21Kisonsløkur skolaði teir burt, hin eldgamli løkurin, Kisonsløkur. – Stíg fram, sál mín, við kraft!
- 22Tá trampaðu hógvar hestanna, sum kapparnir hildu fram, hildu fram við øgiligari ferð!
- 23– „Banna Meroz!“ segði eingil HARRANS; „banna teimum, ið har búgva, fyri tað at tey komu ikki HARRANUM til hjálpar – HARRANUM til hjálpar millum kapparnar!“
- 24Signað millum kvinnur veri Jael, kona Heber Kenit, signað millum kvinnur í tjøldum!
- 25Um vatn bað hann, mjólk gav hon honum, í dýrari skál bar hon fram róma.
- 26Hondina rættir hon út eftir tjaldhælinum, høgru hond sína eftir smíðhamrinum; hon fellir Sisera, klývur høvd hansara, sorar tinning hansara, drívur hælin tvørtur ígjøgnum.
- 27Fyri fótum hennara signaði hann, fall hann, lá hann; fyri fótum hennara signaði hann, fall hann; har sum hann signaði, lá hann feldur.
- 28Út um vindeygað skoðar hon og rópar, móðir Sisera, út gjøgnum rimaverkið: „Hví er so leingi, áðrenn vagnur hansara kemur? Hví hoyrist ikki ljóðið frá hógvum vagnhesta hansara enn?“
- 29Tá svarar hin klókasta av frúum hennara – og sjálv gevur hon sær sama svar:
- 30„Óivað skifta teir sundur herfongin, ið teir hava vunnið – eina gentu ella báðar tvær til mans, herfong av litaðum klæðum til Sisera, herfong av litaðum klæðum, útseymaðum klæðum, eini litað klæði, tvey útseymað hálsklæði til hvørja kvinnuna, ið teir hava tikið!“
- 31– Soleiðis skulu allir fíggindar Tínir ganga til grundar, HARRI; men tey, ið elska Teg, skulu vera sum sólin, táið hon kemur upp í megi síni!“ – Landið hevði nú frið í 40 ár.