Les bíbliuna

Dómararnir

  • 1Táið Josva var deyður, spurdu Ísraelsmenn HARRAN: „Hvør av okkum skal fyrstur fara móti Kána’anitum, í bardaga móti teimum?“
  • 2HARRIN svaraði: „Juda skal fara; Eg gevi landið í hond hansara.“
  • 3Tá segði Juda við bróður sín Símeon: „Kom tú við mær til arvalut mín og lat okkum saman fara í bardaga móti Kána’anitum! So skal eg eisini koma við tær til arvalut tín.“ Símeon fór við honum.
  • 4Juda fór nú, og HARRIN gav Kána’anitar og Perizitar í hond hansara, so teir vunnu teir í Bezek og feldu 10000 mans.
  • 5Í Bezek komu teir fram á Adonibezek, løgdu á hann og vunnu sigur á Kána’anitum og Perizitum.
  • 6Adonibezek helt undan, men teir hildu eftir honum, og táið teir høvdu tikið hann, høgdu teir tummilfingrar og stórutær av honum.
  • 7Tá segði Adonibezek: „Sjeyti kongar, sum tummilfingrar og stórutær vóru høgd av, hevði eg at sanka molar undan borði mínum; sum eg havi gjørt, hevur Gud gjørt aftur við meg!“ – Teir fóru nú til Jerusalem við honum, og har doyði hann.
  • 8Judamenn herjaðu á Jerusalem og tóku tað, høgdu fólkið har niður og settu eld á býin.
  • 9Síðani fóru Judamenn í bardaga móti Kána’anitum, sum búðu í fjallalandinum, í Suðurlandinum og í láglendinum.
  • 10Fyrst fór Juda móti Kána’anitum í Hebron – sum fyrr í tíðini æt Kirjat-Arba – og vann sigur á Sesai, Ahiman og Talmai.
  • 11Haðani fór hann móti teimum, sum búðu í Debir – Debir æt fyrr í tíðini Kirjat-Sefer.
  • 12Tá segði Kaleb: „Tann, ið herjar á Kirjat-Sefer og tekur hann, honum gevi eg Aksu, dóttur mína, til konu.“
  • 13Otniel Kenizitur, sum var bróðir Kaleb og yngri enn hann, tók býin, og hann gav honum dóttur sína Aksu til konu.
  • 14Men táið hon kom til hansara, eggjaði hon hann at biðja faðir sín um nakað av jørð. Hon leyp niður av eslinum, og Kaleb spurdi hana: „Hvat vilt tú?“
  • 15Hon svaraði: „Gev mær eina signing! Tú hevur gift meg burtur í hetta turra Suðurlandið – gev mær nú vatnskeldur!“ Kaleb gav henni tá Ovaru Keldur og Niðaru Keldur.
  • 16Eftirkomarar Kenitsins, verfaðirs Mósesar, fóru við Judamonnum úr Pálmastaðnum* til Judaoyðimørk, sum liggur sunnan fyri Arad; teir komu og búsettust millum fólkið har.
  • 17Juda fór síðani avstað við bróður sínum Símeon, og teir vunnu sigur á Kána’anitum, sum búðu í Zefat, og løgdu bann á býin, tí eitur hann nú Horma.
  • 18Juda tók Gaza og landið, ið til hoyrdi, Askalon og landið, ið til hoyrdi, og Ekron og landið, ið til hoyrdi.
  • 19HARRIN var við Juda, so hann legði fjallalandið undir seg; men teir, sum búðu á slættlendinum, var hann ikki maður fyri at reka burt, tí teir høvdu jarnvagnar.
  • 20Kaleb góvu teir Hebron – soleiðis sum Móses hevði sagt; hann rak burtur haðani hinar tríggjar synir Anak.
  • 21Men Jebusitar, sum í Jerusalem búðu, fingu Benjaminitar ikki rikið burtur, og Jebusitar vórðu búgvandi í Jerusalem saman við Benjaminitum og hava búð har líka til henda dag.
  • 22Eisini hús Jósefs helt avstað og fór ímóti Betel; og HARRIN var við teimum.
  • 23Hús Jósefs sendi njósnarar til Betel – býurin æt áður Luz –
  • 24og njósnararnir fingu at síggja ein mann, ið kom út úr býnum; teir søgdu tá við hann: „Vís okkum, hvar til ber hjá okkum at sleppa inn í býin! So skulu vit vísa tær miskunn.“
  • 25Hann vísti teimum tá, hvar til bar hjá teimum at sleppa inn í býin. Teir høgdu so fólkið har niður, men henda mann og alt fólk hansara lótu teir sleppa.
  • 26Maðurin fór til land Hetita og bygdi har ein bý, sum hann kallaði Luz; tað eitur hann enn í dag.
  • 27Men teir, sum búðu í Bet-Sean og smábýunum, ið til hoyrdu, í Ta’anak og smábýunum, ið til hoyrdu, í Dor og smábýunum, ið til hoyrdu, í Jibleam og smábýunum, ið til hoyrdu, og í Megiddo og smábýunum, ið til hoyrdu, teir fekk Manasse ikki rikið burt; Kána’anitar fingu í lag at verða búgvandi á hesum leiðum.
  • 28Táið Ísraelsmenn gjørdust hinir sterkaru, noyddu teir Kána’anitar at træla hjá sær, men burt róku teir teir ikki.
  • 29Heldur ikki rak Efra’im burt Kána’anitar, sum búðu í Gezer; Kána’anitar vórðu búgvandi mitt ímillum teirra har í Gezer.
  • 30Zebulon rak ikki burt teir, sum búðu í Kitron og Nahalol; Kána’anitar vórðu búgvandi mitt ímillum teirra, men noyddust at gera trælaarbeiði.
  • 31Aser rak ikki burt teir, sum búðu í Akko, ei heldur teir, sum búðu í Zidon, Alab, Akzib, Helba, Afik og Rehob;
  • 32Aseritar búsettust mitt ímillum Kána’anitar, sum búðu í landinum; teir róku teir ikki burtur.
  • 33Naftali rak ikki burtur teir, sum búðu í Bet-Semes og Bet-Anat, men búsettist mitt ímillum Kána’anitar, sum búðu í landinum; men fólkið í Bet-Semes og Bet-Anat noyddist at træla hjá teimum.
  • 34Amoritar trokaðu Danitar niðan í fjøllini og lótu teir ikki sleppa oman á slættan.
  • 35Amoritum eydnaðist at verða búgvandi í Har-Heres, Ajalon og Sa’albim; men seinni varð hús Jósefs við yvirlutan og noyddi teir at træla hjá sær.
  • 36Landamark Amorita gekk av Akrabbimskarði til Sela og longur niðan.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian