Les bíbliuna
Dómararnir
- 1Í Mizpa høvdu menn Ísraels gjørt henda eið: „Eingin okkara skal geva nøkrum Benjaminiti dóttur sína til konu!“
- 2Men táið fólkið nú var komið til Betel, sótu teir har fyri ásjón Guds líka til kvølds; teir grótu hart og leingi
- 3og søgdu: „HARRI Gud Ísraels, hví hevur slíkt hent í Ísrael, at í dag ein heil ætt av Ísrael saknast?“
- 4Tíðliga morgunin eftir reisti fólkið altar har og ofraði brennioffur og takkoffur.
- 5Síðani søgdu Ísraelsmenn: „Man nakar vera millum allar ættir Ísraels, sum ikki kom higar til HARRAN við samkomuni?“ – Tí teir høvdu gjørt dýran eið, at tann, ið ikki kom hagar til HARRAN í Mizpa, skuldi lata lív.
- 6Og nú syrgdu Ísraelsmenn um Benjamin, bróður sín, og teir søgdu: „Í dag er ein ætt høgd burtur av Ísrael!
- 7Hvat skulu vit gera fyri teir, ið eftir eru, so teir fáa konur? Vit hava jú svorið um HARRAN, at vit onga av døtrum okkara skulu geva teimum til konu!“
- 8So spurdu teir: „Man nakar vera millum ættir Ísraels, sum ikki kom higar til HARRAN í Mizpa?“ – Og tað vísti seg, at úr Jabes í Gilead var eingin komin í tilhaldið, til fundin har.
- 9Táið fólkið varð talt, vísti tað seg, at eingin av teimum, sum búðu í Jabes í Gilead, var har.
- 10Tá sendi samkoman 12000 mans av herfólkinum hagar og gav teimum hetta boð: „Farið og høggið niður við svørði teir, sum búgva í Jabes í Gilead, við kvinnum og børnum!
- 11Soleiðis skulu tit gera: Alt mannkyn og allar kvinnur, ið hava havt við mann at gera, skulu tit sláa við banni!“
- 12Teir funnu tá millum teirra, sum búðu í Jabes í Gilead, 400 ungar gentur, sum vóru moyggjar og ikki høvdu verið manni nær og havt við hann at gera; tær tóku teir við sær til tilhaldið í Silo í Kána’anslandi.
- 13So sendi øll samkoman boð til Benjaminitar, ið vóru á Rimmonskletti, og beyð teimum frið.
- 14Tá komu Benjaminitar við tað sama aftur, og teir góvu teimum tær kvinnurnar úr Jabes í Gilead, sum teir høvdu latið livað. Men tær vóru ikki nóg mangar til teirra.
- 15Og fólkið syrgdi um Benjamin; tí HARRIN hevði høgt skarð í ættir Ísraels.
- 16Hinir elstu í samkomuni søgdu: „Hvat skulu vit gera fyri teir, ið eftir eru, so teir kunnu fáa konur? Allar kvinnur eru jú týndar úr Benjamin!“
- 17Og teir søgdu: „Teir, ið eftir liva, skulu fáa tað, ið Benjamin hevur átt, so ikki ein heil ætt í Ísrael skal týnast.
- 18Men vit kunnu onga av døtrum okkara geva teimum til konu!“ – Tí Ísraelsmenn høvdu svorið: „Bannaður veri tann, ið gevur Benjaminiti dóttur sína til konu!“
- 19So søgdu teir: „Ár eftir ár verður jú høgtíð hildin fyri HARRANUM í Silo!“ – Tað liggur norðan fyri Betel, eystan fyri almannavegin, ið gongur úr Betel til Sikem, og sunnan fyri Lebona.
- 20Teir søgdu nú við Benjaminitar: „Farið og leggið tykkum á lúr í víngørðunum!
- 21Hyggið so væl eftir, táið tær ungu genturnar úr Silo koma út at dansa – tá skulu tit leypa út úr víngørðunum og ræna tykkum hvør sína konu av teimum ungu gentunum úr Silo og so fara heimaftur til Benjaminsland!
- 22Táið tá fedrar ella brøður teirra koma og seta at okkum, skulu vit siga við teir: „Gevið teimum fyri okkara skuld hasar genturnar, tí vit vunnu teimum ikki øllum konur í bardaganum!* Og tað eru ikki tit, ið hava givið teimum genturnar – so høvdu tit jú drigið skyld oman yvir tykkum!““
- 23Hetta gjørdu Benjaminitar so; teir tóku sær konur av kvinnunum, ið dansaðu; hvør sína rændu teir; síðani fóru teir heimaftur til arvalut sín, bygdu býirnar upp aftur og vórðu búgvandi har.
- 24Eisini hinir Ísraelsmenn fóru avstað haðani, hvør til ætt og slekt sína; teir fóru haðani, hvør til arvalut sín.
- 25Á teimum døgum var eingin kongur í Ísrael; ein og hvør gjørdi tað, ið hann lysti.