Les bíbliuna
Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Tessalonika
- 1Táið vit tí ikki longur vóru mentir at bera tað, hildu vit vera best at verða einsamallir eftir í Aten;
- 2og vit sendu Timoteus, bróður okkara og tænara Guds í evangelii Kristusar, at styrkja tykkum og áminna tykkum um trúgv tykkara,
- 3at eingin skuldi gerast støðuveikur í hesum trongdum. Tit vita jú sjálvir, at til tað eru vit sett.
- 4Tí longu táið vit vóru hjá tykkum, søgdu vit tykkum frammanundan, at vit komu at líða trongdir – sum eisini hevur gingið, og sum tit vita.
- 5Tí var tað eisini, eg sendi boð, táið eg ikki var mentur at bera tað longur; tí eg vildi vita um trúgv tykkara, um freistarin skuldi hava freistað tykkum, og arbeiði okkara verða til einkis.
- 6Men nú Timoteus er komin til okkara frá tykkum og hevur borið okkum góð tíðindi um trúgv og kærleika tykkara og um, at tit altíð hava okkum í góðum minni, og at tykkum leingist at síggja okkum, eins og okkum leingist eftir tykkum,
- 7so eru vit av teirri grund, viðvíkjandi tykkum, brøður, troystaðir av trúgv tykkara, í allari neyð og trongd okkara.
- 8Tí nú liva vit, táið tit standa fastir í Harranum.
- 9Tí hvussu fáa vit takkað Gudi fyri tykkum – aftur fyri alla ta gleði, vit hava um tykkum fyri ásjón Guds okkara!
- 10Nátt og dag er tað jú hjartans bøn okkara, at vit skulu fáa andlit tykkara at síggja og bøta um tað, sum fattast í trúgv tykkara.
- 11Men Hann sjálvur, Gud og Faðir okkara, og Harri okkara Jesus Kristus, beini leið okkara til tykkara!
- 12Og tykkum lati Harrin taka til og fáa yvirflóð í kærleikanum hvør til annan og til øll, eins og vit hava hann til tykkara,
- 13so Hann styrkir hjørtu tykkara og ger tey ólastandi í heilagleika fyri Gudi og Faðir okkara, táið Harri okkara Jesus kemur við øllum hinum heilagu Sínum!