Les bíbliuna

Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Tessalonika

  • 1Tit vita jú sjálvir, brøður, at inngongdin, ið vit fingu hjá tykkum, varð ikki til einkis.
  • 2Nei, tóat vit, sum tit vita, høvdu liðið ilt frammanundan og vóru illa viðfarnir í Filippi, fingu vit tó dirvi í Gudi okkara at tala evangelium Guds til tykkara undir miklum stríði.
  • 3Tí prædika okkara er ikki útrunnin av sviki ella óreinsku, er ei heldur í falsi;
  • 4nei, eins og vit av Gudi eru hildnir tað verdir, at evangeliið er okkum trúgvið upp í hendur, so tala vit, ikki fyri at toknast menniskjum, men Gudi, sum roynir hjørtu okkara.
  • 5Tí aldri nakrantíð komu vit við smikrandi orðum – sum tit vita – ei heldur við skálkaskjóli fyri havisjúku – Gud er vitni!
  • 6Heldur ikki søktu vit æru frá menniskjum, hvørki frá tykkum ella frá øðrum, tóat vit sum ápostlar Kristusar væl kundu kravt æru.
  • 7Nei, vit vóru mildir millum tykkara. Eins og móðir, ið fløvar børn síni við bróstið,
  • 8so var tað okkum, av hjartans kærleika til tykkara, gleði at geva tykkum, ikki bert evangelium Guds, men okkara egna lív við; tí tit vóru vorðnir okkum kærir.
  • 9Tit minnast jú, brøður, stríð og møði okkara, hvussu vit, meðan vit prædikaðu evangelium Guds fyri tykkum, arbeiddu nátt og dag fyri ongum av tykkum at vera til byrði.
  • 10Tit eru vitni – og Gud við – hvussu heilagur, rættvísur og ólastandi atburður okkara var millum tykkara, sum trúgva.
  • 11Somuleiðis vita tit, hvussu vit ámintu hvønn og ein tykkara, eins og faðir børn síni, og løgdu tykkum á hjarta
  • 12og vitnaðu fyri tykkum, at tit máttu liva Gudi verdiga, sum kallaði tykkum til ríki Sítt og dýrd Sína.
  • 13Og tí takka vit eisini uttan íhald Gudi fyri, at táið orð Guds, sum vit prædikaðu, kom til tykkara, tóku tit við tí, ikki sum menniskjaorði, men sum orði Guds – sum tað sanniliga eisini er! – Tað vísir eisini kraft sína í tykkum, sum trúgva!
  • 14Tí tit, brøður, eru vorðnir eftirfylgjarar samkoma Guds í Judea, sum eru í Kristi Jesusi. Tit hava jú eisini liðið tað sama av tykkara egnu landsmonnum, sum tey hava liðið av Jødunum,
  • 15ið bæði drópu Harran Jesus og profetarnar, róku okkum út, ikki toknast Gudi og standa øllum menniskjum ímóti.
  • 16Teir forða okkum at tala fyri heidningunum, so teir kundu verðið frelstir; soleiðis fylla teir altíð syndamál sítt. Men vreiðin er til fulnar komin yvir teir.
  • 17Men vit brøður, sum stutta tíð hava verið skildir frá tykkum – útvortis, ikki í hjartanum – hava í stóra longsli okkara gjørt okkum tess meiri ómak at fáa andlit tykkara at síggja.
  • 18Tí vit hava havt í huga at koma til tykkara, eg, Paulus, bæði eina ferð og tvær ferðir; men Satan hevur forðað okkum.
  • 19Tí hvør er vón okkara, gleði okkara ella heiðurskransur okkara! – Eru ikki eisini tit tað fyri Harra okkara Jesusi í komu Hansara!
  • 20Tit eru jú heiður og gleði okkara.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian