Les bíbliuna
Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Tessalonika
- 1Paulus, Silvanus og Timoteus – til samkomu Tessalonikamanna í Gudi Faðir og Harranum Jesusi Kristi. Náði veri við tykkum og friður!
- 2Vit takka Gudi altíð fyri tykkum øll, táið vit minnast tykkum í bønum okkara.
- 3Fyri ásjón Guds og Faðirs okkara minnast vit altíð og gloyma aldri verk tykkara í trúnni, arbeiði tykkara í kærleikanum og tolinmóð tykkara í vónini á Harra okkara Jesus Kristus.
- 4Vit vita jú, at tit eru útvaldir, tit brøður, elskaðir av Gudi.
- 5Tí evangelium okkara kom ikki bert í orðum til tykkara, nei, í kraft og Heilaga Andanum og við fullari vissu. Tit vita eisini, hvussu atburður okkara var tykkara millum fyri tykkara skuld.
- 6Og tit gjørdust eftirfylgjarar okkara – ja, eftirfylgjarar Harrans, táið tit, mitt í stórari trongd, tóku móti orðinum við gleði í Heilaga Andanum,
- 7so at tit eru vorðnir øllum hinum trúgvandi í Makedonia og Akaia fyridømi.
- 8Tí frá tykkum hevur orð Harrans ljóðað út; ikki bert í Makedonia og Akaia, nei, allastaðni hevur hoyrst um trúgv tykkara á Gud, so at okkum nýtist einki at siga um tað;
- 9tí tey kunngera sjálv um okkum, hvussu vit fingu inngongd hjá tykkum, og hvussu tit vendu tykkum til Gud frá avgudunum, at tæna hinum livandi og sanna Gudi
- 10og vænta Son Hansara av Himlunum, sum Hann reisti upp frá hinum deyðu, Jesus, sum frelsir okkum frá vreiðini, ið kemur.