Les bíbliuna

Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Tessalonika

  • 1Um tíð og tíma, brøður, nýtist tykkum ikki, at skrivað verður til tykkara.
  • 2Tit vita jú sjálvir gjølla, at dagur Harrans kemur sum tjóvur á nátt.
  • 3Táið tey siga: „Friður og eingin vandi!“ – tá kemur bráður undirgangur á tey, eins og verkir á barnakonu, og tey skulu als ikki sleppa undan.
  • 4Men tit, brøður, eru ikki í myrkri, so dagurin skuldi komið á tykkum sum tjóvur.
  • 5Tit eru jú allir børn ljósins og børn dagsins; vit hoyra ikki náttini ella myrkrinum til.
  • 6Latið okkum tí ikki sova sum hini, nei, latið okkum vakja og vera edrúar!
  • 7Tey, sum sova, sova jú um náttina, og tey, sum drekka seg drukkin, eru drukkin um náttina.
  • 8Men vit, ið hoyra deginum til – latið okkum vera edrú, ílatin brynju trúarinnar og kærleikans, og vón frelsunnar sum hjálm!
  • 9Gud hevur jú ikki ætlað okkum til vreiði, men til at vinna frelsu við Harra okkara Jesusi Kristi,
  • 10sum doyði fyri okkum, fyri at vit, annaðhvørt vit vakja ella sova, skulu liva saman við Honum.
  • 11Áminnið tí hvør annan, og uppbyggið hvør annan – sum tit eisini gera!
  • 12Vit biðja tykkum, brøður, virða teir, ið arbeiða millum tykkara og eru fyristøðumenn tykkara í Harranum og áminna tykkum –
  • 13setið teir í kærleika ógvuliga høgt fyri verk teirra! Haldið frið hvør við annan!
  • 14Vit áminna tykkum, brøður: Ávarið tey, sum illa skikka sær, troystið hini mótfalnu, takið tykkum av hinum veiku, verið tolnir við øll!
  • 15Síggið til, at eingin lønir nøkrum ilt við illum – nei, gerið tykkum ómak fyri altíð at gera tað, sum gott er, bæði hvør móti øðrum og móti øllum!
  • 16Verið altíð glaðir!
  • 17Biðið uttan íhald!
  • 18Takkið í øllum førum – tað er vilji Guds við tykkum í Kristi Jesusi!
  • 19Sløkkið ikki Andan!
  • 20Vanvirðið ikki profetiska talu –
  • 21nei, roynið alt, og havið hitt góða eftir!
  • 22Haldið tykkum frá øllum illum, hvussu tað so sær út!
  • 23Og Hann sjálvur, Gud friðarins, heilaggeri tykkum, øll sum tit eru, og mátti bæði andi, sál og likam tykkara verðið varðveitt fullkomin, ólastandi, í komu Harra okkara Jesu Krists!
  • 24Trúfastur er Hann, sum kallaði tykkum; Hann skal gera tað við!
  • 25Brøður, biðið fyri okkum!
  • 26Heilsið øllum brøðrunum við heilagum kossi!
  • 27Eg áleggi tykkum við Harranum at lata brævið verða lisið fyri øllum brøðrunum.
  • 28Náði Harra okkara Jesu Krists veri við tykkum!
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian