Les bíbliuna

Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Korint

  • 1Og eg, brøður, fekk ikki talað við tykkum sum við andalig, men bert sum við holdlig, sum við nýføðingar í Kristusi.
  • 2Mjólk gav eg tykkum at drekka; mat gav eg tykkum ikki, tí tað toldu tit ikki enn. Ja, tit tola tað ikki nú heldur,
  • 3tí tit eru holdlig enn. Tí táið øvund og træta er tykkara millum, eru tit tá ikki holdlig og bera tykkum at, sum menniskju eru von!
  • 4Táið ein sigur: „Eg eri Paulusarmaður!“ ein annar: „Eg eri Apollosarmaður!“ – eru tit tá ikki „menniskju“!
  • 5Hvat er tá Apollos? Og hvat er Paulus? Tænarar, sum tit komu til trúgv við – og tað, eftir sum Harrin gav einum og hvørjum.
  • 6Eg plantaði, Apollos vatnaði, men Gud gav vøkst.
  • 7Hvørki tann, ið plantar, ella tann, ið vatnar, er tí nakað, men Gud, sum gevur vøkst.
  • 8Tann, ið plantar, og tann, ið vatnar, eru eitt; tó skal hvør fáa sína egnu løn, eftir sínum egna arbeiði.
  • 9Tí vit eru samverkamenn Guds; tit eru akurlendi Guds, bygningur Guds.
  • 10Eftir tí náði Guds, ið mær er givin, havi eg sum vísur byggimeistari lagt grundina, og annar byggir á hana. Men ein og hvør síggi til, hvussu hann byggir á hana!
  • 11Aðra grund kann nú eingin leggja enn hana, ið løgd er, tað er Jesus Kristus.
  • 12Men um nakar á hesa grund byggir við gulli, silvuri, dýrum steinum, træi, hoyggi, hálmi,
  • 13so skal koma at síggjast, hvussu verk eins og hvørs er; dagurin skal vísa tað. Tí hann verður opinberaður í eldi, og hvussu verk eins og hvørs er, skal eldurin royna.
  • 14Verður verkið, ið ein hevur bygt á grundina, standandi, skal hann fáa løn;
  • 15men verður verk einshvørs brent upp, skal hann missa hana; sjálvur skal hann tó verða frelstur, men sum gjøgnum eld.
  • 16Vita tit ikki, at tit eru tempul Guds, og at Andi Guds býr í tykkum?
  • 17Oyðir nú nakar tempul Guds, skal Gud oyða hann; tí tempul Guds er heilagt, og tað eru tit.
  • 18Eingin dári seg sjálvan! Tykist nakar millum tykkara at vera vísur í hesum heimi – hann verði dári, fyri at hann kann verða vísur!
  • 19Tí vísdómurin, ið hoyrir hesum heimi til, er Gudi dárskapur. Skrivað er jú: „Hann, sum fangar hinar vísu í sviki teirra“,
  • 20og uppaftur: „Harrin kennir hugsanir hinna vísu, at tær eru fáfongdar.“
  • 21Eingin rósi sær tí av menniskjum! Alt er jú tykkara –
  • 22tað veri Paulus, Apollos ella Kefas, tað veri heimurin, lív ella deyði, tað veri tað, ið nú er, ella tað, ið koma skal – alt hoyrir tykkum til.
  • 23Og tit hoyra Kristusi til, og Kristus hoyrir Gudi til.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian