Les bíbliuna
Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Korint
- 1Paulus, við vilja Guds kallaður til ápostul Jesu Krists, og bróðirin Sostenes –
- 2til samkomu Guds, sum í Korint er, tey, sum halgað eru í Kristi Jesusi, kallað, heilag, saman við øllum, sum á einum og hvørjum staði ákalla navn Harra okkara Jesu Krists – teirra og okkara.
- 3Náði veri við tykkum, og friður frá Gudi, Faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi!
- 4Eg takki altíð Gudi mínum fyri tykkum, fyri ta náði Guds, sum tykkum er givin í Kristi Jesusi,
- 5at tit í Honum eru vorðin rík í øllum, í allari talu og øllum kunnskapi;
- 6eisini vitnisburðurin um Kristus er jú vorðin staðfestur hjá tykkum,
- 7so tit standa ikki aftarlaga í nakrari náðigávu – meðan tit vænta opinbering Harra okkara Jesu Krists
- 8– Hansara, sum eisini skal staðfesta tykkum líka til endan – ólastandi á degi Harra okkara Jesu Krists.
- 9Trúfastur er Gud, sum tit vórðu kallað við til samfelag við Son Hansara, Jesus Kristus, Harra okkara.
- 10Men eg áminni tykkum, brøður, við navni Harra okkara Jesu Krists, at tit mugu øll tala hitt sama, og at flokkadráttir mugu ikki vera tykkara millum, men at tit mugu vera fult sameind í sama sinni og somu áskoðan.
- 11Tí mær er sagt um tykkum, brøður mínir, av teimum hjá Kloe, at stríð er tykkara millum.
- 12Eg meini við, at ein og hvør tykkara sigur: „Eg eri Paulusarmaður!“ „Eg eri Apollosarmaður!“ „Eg eri Kefasarmaður!“ „Eg eri Kristusarmaður!“
- 13– Er Kristus býttur sundur! Varð Paulus krossfestur fyri tykkum! Ella vórðu tit doypt til navn Paulusar!
- 14Eg takki Gudi fyri, at eg ongan av tykkum havi doypt uttan Krispus og Gajus,
- 15so eingin kann siga, at tit vórðu doypt til navn mítt!
- 16– Tó doypti eg eisini tey hjá Stefanasi; annars veit eg meg ongan annan hava doypt.
- 17Kristus sendi meg jú ikki at doypa, men at kunngera evangeliið, ikki við vísum orðum – fyri at krossur Kristusar skuldi ikki missa kraft sína.
- 18Tí orð krossins er víst teimum dárskapur, sum fortapast, men okkum, sum frelst verða, er tað kraft Guds.
- 19Skrivað er jú: „Eg skal oyða vísdóm hinna vísu, og vit hinna vitigu skal Eg gera til einkis.“
- 20Hvar er ein vísur! Hvar er ein skriftlærdur! Hvar er ein granskari av hesum heimi! Hevur Gud ikki gjørt vísdóm heimsins til dárskap!
- 21Tí við tað at heimurin við vísdómi sínum kendi ikki Gud í vísdómi Hansara, líkaði tað Gudi – við dárskapi prædikunnar – at frelsa tey, sum trúgva.
- 22Jødar krevja jú tekin, og Grikkar søkja vísdóm;
- 23men vit prædika Kristus krossfestan – Jødum ástoyt og heidningum dárskap,
- 24men teimum, sum kallað eru, bæði Jødum og Grikkum, Kristus, kraft Guds og vísdóm Guds.
- 25Tí dárskapur Guds er vísari enn menniskjuni, og veikleiki Guds er sterkari enn menniskjuni.
- 26Tí hyggið á kall tykkara, brøður! – Tit eru ikki mangir vísir eftir holdinum, ikki mangir mektigir, ikki mangir hábornir.
- 27Nei, tað, sum var heiminum dárskapur, útvaldi Gud Sær fyri at gera hinar vísu til skammar; tað, sum var heiminum veikt, útvaldi Gud Sær fyri at gera hitt sterka til skammar;
- 28tað, sum heiminum hevði lítið at týða, hitt vanvirda, tað, sum einki var, útvaldi Gud Sær fyri at gera til einkis tað, sum var nakað,
- 29so einki hold skal rósa sær fyri Gudi.
- 30Men av Honum eru tit, í Kristi Jesusi – sum er vorðin okkum vísdómur frá Gudi, rættvísi, heilaggering og endurloysing,
- 31fyri at – sum skrivað er: „Tann, ið rósar sær, rósi sær í Harranum!“