Les bíbliuna
Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Korint
- 1Táið eg tá kom til tykkara, brøður, kom eg ikki sum meistari í talu ella vísdómi, táið eg kunngjørdi tykkum vitnisburð Guds.
- 2Tí eg setti mær fyri, einki at vita millum tykkara uttan Jesus Kristus, og Hann krossfestan.
- 3Og eg var hjá tykkum í veikleika, ótta og miklari bivan.
- 4Tala mín og prædika mín var ikki við yvirtalandi vísdómsorðum, men prógvað av Anda og kraft,
- 5fyri at trúgv tykkara skuldi ikki vera grundað á menniskjavísdómi, men á kraft Guds.
- 6Vísdóm tala vit tó millum hini fullkomnu, men vísdóm, ið ikki er av hesum heimi, ei heldur av harrunum í hesum heimi, teimum, ið verða til einkis.
- 7Nei, vit tala vísdóm Guds, hin loynda, sum duldur var, og sum Gud frammanundan, frá ævigum tíðum, hevði ætlað okkum til dýrd.
- 8Henda vísdóm hevur eingin av harrunum í hesum heimi kent; tí kendu teir hann, høvdu teir ikki krossfest Harra dýrdarinnar.
- 9Vit tala – sum skrivað er – „tað, sum einki eyga hevur sæð, og einki oyra hoyrt, og sum ikki er komið upp í hjarta nakars menniskja – tað, sum Gud hevur gjørt teimum til reiðar, sum elska Hann.“
- 10Men okkum hevur Gud opinberað tað við Anda Sínum. Andin rannsakar jú alt, eisini dýpdir Guds.
- 11Hvat menniskja veit, hvat í menniskjanum býr, uttan andi menniskjans, sum í tí er! Soleiðis veit heldur eingin, hvat í Gudi býr, uttan Andi Guds.
- 12Men vit hava ikki fingið anda heimsins, men Andan, ið er frá Gudi, fyri at vit skulu vita, hvat okkum er givið av Gudi.
- 13Tað tala vit eisini um, ikki við orðum, ið menniskjaligur vísdómur lærir, men við orðum, ið Andin lærir, táið vit týða hitt andaliga við andaligum orðum.
- 14Men hitt náttúrliga menniskjað tekur ikki við tí, sum Anda Guds hoyrir til; tað er honum dárskapur, og hann kann ikki kenna tað, tí tað verður dømt andaliga.
- 15Men hin andaligi dømir um alt; sjálvur verður hann dømdur av ongum.
- 16Tí hvør hevur kent sinni Harrans, so hann skuldi kunnað lært Hann! Men vit hava sinni Kristusar.