Les bíbliuna
Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Korint
- 1Nú, viðvíkjandi samanskotinum til hini heilagu, skulu tit gera, á sama hátt sum eg havi fyriskipað samkomunum í Galatia.
- 2Hvønn fyrsta dag í vikuni skal ein og hvør tykkara heima hjá sær sjálvum leggja nakað burturav – sum honum nú ber til – so samanskotið ikki tá fyrsta skal verða, táið eg komi.
- 3Táið eg so komi, skal eg senda teir, ið tit nú velja til hetta, við brøvum til Jerusalem at bera kærleiksgávu tykkara hagar.
- 4Og er tað vert, at eisini eg fari, kunnu teir koma saman við mær.
- 5Eg ætli at koma til tykkara, táið eg havi ferðast gjøgnum Makedonia – tí gjøgnum Makedonia fari eg.
- 6Men hjá tykkum kann tað vera, at eg steðgi nakað – kanska allan vetur, fyri at tit kunnu hjálpa mær longur, hagar sum eg tá fari.
- 7Eg leggi ikki í at vitja tykkum nú á gjøgnumferðini; tí eg vóni at fáa steðgað eina tíð hjá tykkum, um Harrin loyvir.
- 8Men í Efesus ætli eg at steðga líka til hvítusunnu.
- 9Tí dyr eru latnar mær upp, víðar og fullar av arbeiði – og nógvir eru mótstøðumenninir.
- 10Táið Timoteus kemur, síggið tá til, at hann kann vera hjá tykkum óttaleysur! Hann ger verk Harrans, eins og eg.
- 11Eingin má tí vanvirða hann; hjálpið honum longur fram á leiðina í friði, so hann kann koma til mín! Tí eg vænti hann við brøðrunum.
- 12Viðvíkjandi Apollosi bróður – honum mældi eg nógv til at fara til tykkara við brøðrunum; men hann hevði als ikki hug at fara nú; hann kemur, táið honum ber til.
- 13Vakið, standið fastir í trúnni, verið menn, verið sterkir!
- 14Latið alt hjá tykkum verða gjørt í kærleika!
- 15Eg áminni tykkum, brøður – tit kenna tey hjá Stefanasi, at tey eru frumgróður Akaia, og at tey hava givið seg sjálv hinum heilagu til tænastu –
- 16at eisini tit geva tykkum undir slík og undir ein og hvønn, sum arbeiðir við og ger sær ómak.
- 17Eg eri glaður um, at Stefanas, Fortunatus og Akaikus eru her; teir bøta um saknin av tykkum.
- 18Tí teir hava lívgað anda mín og tykkara. Tit mugu tí virða slíkar menn!
- 19Samkomurnar í Asia lata heilsa tykkum. Akvila og Priska lata heilsa tykkum flittuliga í Harranum, somuleiðis samkoman í húsi teirra.
- 20Allir brøðurnir lata heilsa tykkum. Heilsið hvør øðrum við heilagum kossi!
- 21Heilsan er við míni, Paulusar, egnu hond.
- 22Um onkur elskar ikki Harran, hann veri bannaður! Marana, ta!*
- 23Náði Harrans Jesusar veri við tykkum!
- 24Kærleiki mín er við tykkum øllum í Kristi Jesusi.