Les bíbliuna
Ápostlasøgan
- 1Í Antiokia, í samkomuni har, vóru profetar og lærarar – Barnabas, Símun, sum hevði tilnavnið Niger, Lukius úr Kýrene, Manaen, sum var fosturbróðir Heródes fjórðingshøvdinga, og Saul.
- 2Meðan tey nú hildu gudstænastu og fastaðu, segði Heilagi Andin: „Takið Mær út Barnabas og Saul til verkið, ið Eg havi kallað teir til!“
- 3Tá fastaðu tey og bóðu; og teir løgdu hendurnar á teir og lótu teir so fara avstað.
- 4Táið teir nú soleiðis av Heilaga Andanum vóru sendir út, fóru teir oman til Seleukia og fóru haðani við skipi til Kýpern.
- 5Táið teir vóru komnir til Salamis, kunngjørdu teir orð Guds í sýnagogum Jødanna. Teir høvdu eisini Jóhannes við at ganga sær til handa.
- 6Táið teir nú høvdu ferðast um alla oynna, líka til Pafus, hittu teir gandakall, lygiprofet, Jøda, ið æt Barjesus.
- 7Hann var hjá landshøvdinganum, Sergiusi Paulusi, sum var vitigur maður. Landshøvdingin kallaði Barnabas og Saul til sín og bað um at fáa orð Guds at hoyra.
- 8Men Elymas, gandakallurin – tí so er navn hansara útlagt – stóð teimum ímóti og royndi at venda landshøvdinganum burtur frá trúnni.
- 9Tá varð Saul – sum eisini kallaðist Paulus – fyltur av Heilaga Andanum, hugdi hvast upp á hann og segði:
- 10„Á djevulsbarn títt, tú, sum fullur ert av øllum sviki og óndskapi, fíggindi als, ið rætt er! Vilt tú ikki geva uppat at rangsnúgva beinu vegum Harrans!
- 11Og nú – hond Harrans er á tær, og tú skalt verða blindur og eina tíð ikki síggja sólina!“ – Við tað sama fall toka og myrkur á hann, og hann gekk um og leitaði eftir onkrum, ið kundi leiða hann.
- 12Táið landshøvdingin sá hetta, ið hent hevði, kom hann til trúgv, og hann undraðist stórliga á læru Harrans.
- 13Paulus og teir, ið við honum vóru, fóru so við skipi úr Pafus og komu til Perge í Pamfýlia. Men Jóhannes skiltist frá teimum og fór aftur til Jerusalem.
- 14Teir hildu nú áfram úr Perge og komu til Antiokia í Pisidia. Har fóru teir inn í sýnagoguna sabbatin og settust.
- 15Táið nú upp var lisið úr lógini og profetunum, sendu sýnagogustjórarnir boð yvir til teirra og lótu siga: „Tit menn, brøður! Hava tit orð at áminna fólkið við, so talið!“
- 16Tá reistist Paulus, gav tekin við hondini, at tøgn skuldi vera, og segði: „Tit menn av Ísrael, og tit, ið óttast Gud – lurtið eftir!
- 17Gud hjá hesum fólki, Ísrael, útvaldi fedrar okkara; Hann setti fólkið høgt, meðan tey vóru útlendingar í Egyptalandi, og leiddi tey við upplyftum armi út haðani.
- 18Og um 40 ár toldi Hann atburð teirra í oyðimørkini.
- 19Hann oyddi sjey fólkasløg í Kána’anslandi og skifti land teirra í arv millum teirra.
- 20Eftir hetta gav Hann teimum dómarar í okkurt um 450 ár, inntil Sámuel profet.
- 21So bóðu teir um kong, og Gud gav teimum Saul, son Kis, mann av ætt Benjamins, í 40 ár.
- 22Táið Hann so hevði sett hann av, reisti Hann teimum Dávid upp til kong. Honum gav Hann eisini henda vitnisburð: „Eg havi funnið Dávid, son Ísai, mann eftir hjarta Mínum; hann skal gera allan vilja Mín.“
- 23Av ætt hansara læt Gud – eftir lyfti Sínum – Jesus koma, Ísrael til Frelsara,
- 24eftir at Jóhannes, undan komu Hansara, hevði prædikað umvendingardóp fyri øllum fólki Ísraels.
- 25Táið Jóhannes var tætt við endan av skeiði sínum, segði hann: „Tann, ið tit halda meg vera, eri eg ikki; men eftir meg kemur ein, sum eg ikki eri verdur at loysa skógvarnar av fótunum á.“
- 26Tit menn, brøður, synir ættar Ábrahams, og teir ímillum tykkara, sum óttast Gud! Okkum er orðið um hesa frelsu sent.
- 27Tí teir, sum í Jerusalem búgva, og ráðharrar teirra kendu Hann ikki; teir dømdu Hann – og uppfyltu soleiðis orð profetanna, sum hvønn sabbat verða lisin upp.
- 28Og tóat teir onga deyðasøk funnu hjá Honum, bóðu teir Pilatus um, at Hann skuldi verða dripin.
- 29Táið teir so høvdu fullført alt, ið skrivað er um Hann, tóku teir Hann niður av trænum og løgdu Hann í grøv.
- 30Men Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu,
- 31og Hann opinberaði Seg í nógvar dagar fyri teimum, sum vóru farnir við Honum úr Galilea til Jerusalem, og sum nú eru vitni Hansara fyri fólkinum.
- 32Vit kunngera tykkum nú evangeliið um lyftið, ið givið varð fedrunum – at tað hevur Gud uppfylt okkum, børnum teirra, táið Hann reisti Jesus upp
- 33– soleiðis sum eisini er skrivað í øðrum sálmi: „Tú ert Sonur Mín, Eg havi føtt Teg í dag.“
- 34Og at Hann hevur reist Hann upp frá hinum deyðu, so Hann ikki meiri skal venda aftur til rot, hevur Hann sagt so: „Eg skal veita tykkum hini heilagu lyfti, sum Dávidi vóru givin, hini trúføstu.“
- 35Tí sigur hann eisini í einum øðrum sálmi: „Tú skalt ikki lata hin Heilaga Tín síggja rot.“
- 36Dávid sovnaði jú, táið hann í lívstíð síni hevði tænt ráði Guds, og hann varð savnaður til fedrar sínar og sá rot;
- 37men tann, ið Gud reisti upp, sá ikki rot.
- 38So skulu tit tá vita, tit menn, brøður, at við Honum verður tykkum kunngjørd fyrigeving syndanna;
- 39og frá øllum, sum tit ikki kundu verða rættvísgjørdir frá við Móselóg, verður í Honum hvør tann, sum trýr, rættvísgjørdur.
- 40Síggið nú til, at ikki tað, sum sagt er hjá profetunum, kemur yvir tykkum:
- 41„Hyggið, vanvirðarar tykkara, og undrist og verðið til einkis! Tí verk geri Eg á døgum tykkara – verk, sum tit ikki høvdu trúð, um onkur segði tykkum frá tí!““
- 42Táið tey nú fóru út, bóðu tey teir um, at hesi orð skuldu verða talað til teirra næsta sabbat.
- 43Táið tænastan í sýnagoguni var at enda, fylgdu nógvir Jødar og gudræddir trúskiftingar Paulusi og Barnabasi. Teir talaðu tá til teirra og ámintu tey um at halda fast við náði Guds.
- 44Næsta sabbat kom so nærum allur býurin saman at hoyra orð Guds.
- 45Men táið Jødarnir sóu hetta nógva fólk, vórðu teir fullir av øvund og søgdu ímóti tí, sum Paulus talaði, ja, bæði søgdu ímóti og spottaðu.
- 46Tá talaðu Paulus og Barnabas beint fram og søgdu: „Neyðugt var, at orð Guds fyrst varð talað til tykkara; men við tað at tit koyra tað frá tykkum og meta tykkum ikki sjálvar verdar hitt æviga lív – ja, so venda vit okkum til heidningarnar.
- 47Tí so er boð Harrans til okkara: „Eg havi sett Teg heidningum til ljós, so Tú skalt vera frelsa líka at enda jarðarinnar!““
- 48Táið heidningarnir hoyrdu hetta, vórðu teir glaðir og prísaðu orði Harrans; og tey tóku við trúgv, so mong sum vóru ætlað til ævigt lív.
- 49Og orð Harrans breiddist um alt landið.
- 50Men Jødarnir uppøstu hinar mætu kvinnurnar, sum óttaðust Gud,* og hinar fremstu menninar í býnum, og teir birtu atsókn móti Paulusi og Barnabasi og róku teir út um landamark síni.
- 51Teir ristu tá dustið av fótum sínum móti teimum og fóru til Ikonium.
- 52Men lærisveinarnir vórðu fullir av gleði og Heilaga Andanum.