Les bíbliuna

Ápostlasøgan

  • 1Um hesa tíðina legði Heródes kongur hond á nøkur av samkomuni og fór illa við teimum.
  • 2Jákup, bróður Jóhannes, læt hann drepa við svørði.
  • 3Táið hann sá, at hetta líkaði Jødunum væl, helt hann fram og læt eisini Pætur taka. – Tá vóru dagar hinna ósúrgaðu breyða.
  • 4Táið hann hevði tikið hann, setti hann hann í fangahús og álegði fýra vaktarskiftum við fýra hermonnum í hvørjum at hava hann í varðveitslu; tí eftir páskir ætlaði hann at leiða hann fram fyri fólkið.
  • 5So varð nú vakt hildin yvir Pæturi í fangahúsinum; men av samkomuni varð støðugt hildin bøn til Gud fyri honum.
  • 6Táið nú Heródes skuldi fara at leiða hann fram, svav Pætur ta náttina millum tveir hermenn og var bundin við tveimum leinkjum; og vaktarmenn uttan fyri dyrnar hildu vakt yvir fangahúsinum.
  • 7Tá stóð eingil Harrans har, og ljós skein í fangarúminum; hann sló Pætur í síðuna, vakti hann og segði: „Reis teg, ver skjótur!“ Og leinkjurnar fullu av hondum hansara.
  • 8Eisini segði eingilin við hann: „Gyrð teg og lat teg í skógvarnar!“ Hann so gjørdi. So segði hann við hann: „Kasta kappa tín um teg og kom við mær!“
  • 9Hann fór tá út og fylgdi honum; hann visti ikki, at tað, sum eingilin gjørdi, var veruleiki, men helt, at tað var sjón, hann sá.
  • 10Teir gingu nú fyrst fram við eini vakt og so fram við aðrari og komu tá til jarnportrið, ið gekk út til staðin; tað fór upp fyri teimum av sær sjálvum, og teir komu út og gingu gjøgnum eina gøtu; í tí sama skiltist eingilin frá honum.
  • 11Táið Pætur kom til sín sjálvs, segði hann: „Nú veit eg av sonnum, at Harrin hevur sent eingil Sín út og fríað meg av hond Heródesar og frá øllum, sum Jødafólkið hevði væntað sær!“
  • 12Táið hann nú hevði summað seg, fór hann til hús Mariu, móður Jóhannesar, sum hevði tilnavnið Markus; har vóru mong savnað og bóðu.
  • 13Táið hann bankaði á porturdyrnar, kom arbeiðskona, ið æt Rode, at vita, hvør tað var.
  • 14Táið hon kendi mál Pæturs, varð hon so glað, at hon læt ikki upp portrið, men leyp inn og segði, at Pætur stóð uttanfyri.
  • 15Tá søgdu tey við hana: „Tú ert í ørviti!“ Men hon segði, at tað skuldu tey trúgva, at so var. Tá søgdu tey: „Tað er eingil hansara!“
  • 16Men Pætur helt á at banka; og táið tey lótu upp, sóu tey hann og vórðu ovfarin.
  • 17Hann gjørdi við hondini tekin til teirra, at tey skuldu tiga; so segði hann teimum, hvussu Harrin hevði leitt hann út úr fangahúsinum, og legði aftrat: „Sigið Jákupi og brøðrunum hetta!“ Síðani fór hann út og fór til annað stað.
  • 18Táið nú var vorðið dagur, var ikki smávegis standur av hermonnunum um, hvat ið var vorðið av Pæturi.
  • 19Heródes læt leita eftir honum og fann hann ikki; so tók hann vaktarmenninar til avhoyringar og beyð, at teir skuldu verða dripnir. Síðani fór hann úr Judea til Kesarea og varð verandi har.
  • 20Hann var ógvuliga illur inn á fólkið í Týrus og Sidon. Men teir komu samráddir til hansara; og táið teir høvdu fingið Blastus, kamarharra kongsins, í part við sær, bóðu teir um frið; tí land teirra hevði innløgur úr landi kongsins.
  • 21Ásettan dag læt nú Heródes seg í kongaskrúð, settist í hásætið og helt røðu til teirra.
  • 22Fólkið rópti til hansara: „Hetta er rødd Guds og ikki menniskjarødd!“
  • 23Í somu stund sló eingil Harrans hann, aftur fyri at hann gav ikki Gudi dýrdina; hann varð etin upp av ormum og gav upp andan.
  • 24Men orð Guds hevði framgongd og útbreiddist.
  • 25Barnabas og Saul komu so aftur úr Jerusalem, táið teir høvdu fullført tænastu sína, og teir høvdu við sær Jóhannes, sum hevði tilnavnið Markus.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guds orði, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian