Les bíbliuna

Ápostlasøgan

  • 1Táið vit nú vóru bjargaðir, fingu vit at vita, at oyggin æt Malta.
  • 2Fólkið á oynni vísti okkum óvanligan menniskjakærleika; tey kyndu bál og tóku sær av okkum øllum, við tað at nú var farið at regna, og kalt var.
  • 3Í tí Paulus kastaði á bálið eina rúgvu av turrum greinum, sum hann hevði sankað saman, skreið ormur út undan hitanum og beit seg fastan í hond hansara.
  • 4Táið tey, ið á oynni búðu, sóu dýrið hanga í hond hansara, søgdu tey hvørt við annað: „Hasin maður er óivað manndrápari, sum hevndin ikki gevur loyvi at liva, tóat hann er bjargaður frá sjónum!“
  • 5Men hann risti dýrið av sær í eldin og hevði einki mein av tí.
  • 6Tey væntaðu, at hann fór at hovna ella knappliga detta niður deyður. Men táið tey høvdu bíðað leingi og sóu, at einki sakaði hann, fóru tey at hugsa annað og søgdu, at hann var gudur.
  • 7Nær við hetta stað hevði maður, ið æt Publius, garð; hann var hægsti maður í oynni. Hann tók vinarliga ímóti okkum og hýsti okkum tríggjar dagar.
  • 8So bar á, at faðir Publius lá sjúkur av blóðgangi og við fepri. Paulus fór tá inn til hansara, bað og legði hendurnar á hann og grøddi hann.
  • 9Táið hetta hevði hent, komu eisini hini har í oynni, sum sjúkur høvdu, og vórðu grødd.
  • 10Tey vístu okkum eisini miklan heiður; og táið vit fóru haðani, bóru tey umborð í skipið tað, sum okkum tørvaði.
  • 11Táið tríggir mánaðir vóru gingnir, fóru vit haðani við skipi úr Aleksandria, sum hevði havt vetrarlegu har við oynna og hevði merki Tvíburanna*.
  • 12Vit fóru inn í Sýrakus og vórðu har tríggjar dagar.
  • 13Haðani sigldu vit longur og komu til Regium. Dagin eftir fingu vit sunnanvind og komu næsta dag til Puteoli.
  • 14Har hittu vit brøður og vórðu bidnir at steðga hjá teimum sjey dagar. So fóru vit til Róm.
  • 15Brøðurnir har – sum høvdu frætt um okkum – komu ímóti okkum til Forum Appii og Tres Taberne. Táið Paulus fekk at síggja teir, takkaði hann Gudi og fekk mót av nýggjum.
  • 16Táið vit nú vóru komnir til Róm, gav høvuðsmaðurin fangarnar upp til høvdingan fyri lívvaktini; tó slapp Paulus at búgva fyri seg sjálvan saman við hermanninum, ið helt vakt yvir honum.
  • 17Táið tríggir dagar vóru gingnir, kallaði hann saman hinar fremstu menninar millum Jødarnar, og táið teir vóru komnir saman, segði hann við teir: „Tit menn, brøður! Tóat eg einki havi gjørt móti fólki okkara ella móti siðum fedra okkara, varð eg úr Jerusalem givin Rómverjum í hendur sum fangi.
  • 18Og táið teir høvdu avhoyrt meg, ætlaðu teir at geva meg leysan, við tað at eingin deyðasøk fanst hjá mær.
  • 19Men av tí at Jødarnir settu seg ímóti tí, varð eg noyddur at skjóta mál mítt til keisaran – tó ikki, sum at eg hevði nakra klagu móti fólki mínum.
  • 20Hetta er grundin fyri, at eg havi latið tykkum kalla higar at síggja tykkum og tosa við tykkum; tí tað er fyri vón Ísraels, eg beri hesa leinkju.“
  • 21Tá svaraðu teir honum: „Hvørki hava vit fingið bræv um teg úr Judea, ei heldur er nakar av brøðrunum komin og hevur borið ring tíðindi um teg – sagt nakað ilt um teg.
  • 22Men vit vilja fegnir hoyra frá tær, hvat tú hugsar; tí okkum er kunnigt um henda flokk, at hann allastaðni verður mótmæltur.“
  • 23Teir ásettu so dag við hann, og tá komu teir fjølmentari til hansara í herbergið; hann útlegði tá fyri teimum og vitnaði um ríki Guds og royndi at sannføra teir viðvíkjandi Jesusi, út av Móselóg og profetunum, frá árla á morgni líka til kvølds.
  • 24Nakrir vórðu sannførdir av tí, sum sagt varð, men summir trúðu ikki.
  • 25Teir fóru so frá honum, ósamdir sínámillum, eftir at Paulus hevði sagt hetta eina orð: „Rætt talaði Heilagi Andin við Esaiasi profeti til fedrar tykkara, táið Hann segði:
  • 26„Far til hetta fólk og sig: Við hoyrandi oyrum skulu tit hoyra og tó einki fata, og við síggjandi eygum skulu tit síggja og tó einki skilja.
  • 27Tí hjartað í hesum fólki er hert; við oyrunum hoyra tey tungliga, og eyguni hava tey latið aftur, fyri at tey skulu ikki síggja við eygunum, hoyra við oyrunum, skilja við hjartanum og venda við, so Eg kundi grøtt tey.“
  • 28Tí skulu tit vita, at henda frelsa Guds er send heidningunum; teir fara eisini at hoyra!“
  • 29Táið hann hetta hevði sagt, fóru Jødarnir avstað, og teir trættu ógvuliga hvør við annan.
  • 30Full tvey ár varð hann nú í leiguherbergi sínum. Øllum, ið til hansara komu, tók hann ímóti;
  • 31og hann prædikaði ríki Guds og lærdi um Harran Jesus við øllum dirvi, óhindraður.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guds orði, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian