Les bíbliuna
Ápostlasøgan
- 1Hina fyrru bókina skrivaði eg, Teofilus, um alt tað, sum Jesus fór undir at gera og læra,
- 2inntil tann dag Hann varð tikin upp, eftir at Hann við Heilaga Andanum hevði givið ápostlunum, sum Hann hevði útvalt, boð.
- 3Fyri teimum hevði Hann eisini, eftir at Hann hevði liðið, víst Seg livandi við mongum prógvum, við tað at Hann í 40 dagar læt teir síggja Seg, og talaði um tað, sum hoyrir ríki Guds til.
- 4Meðan Hann nú var saman við teimum, gav Hann teimum tað boð, at teir skuldu ikki fara úr Jerusalem, men bíða eftir tí, sum Faðirin hevði lovað – „sum tit“, segði Hann, „hava hoyrt Meg tala um.
- 5Tí Jóhannes doypti við vatni; men tit skulu verða doyptir í Heilaga Andanum, áðrenn nógvir dagar eru umlidnir.“
- 6Táið teir nú vóru komnir saman, spurdu teir Hann: „Harri! Er hetta tíðin, táið Tú endurreisir Ísrael ríkið?“
- 7Hann svaraði teimum: „Tað er ikki fyri tykkum at vita tíðir og tímar, sum Faðirin hevur ásett av Sínum egna valdi.
- 8Men tit skulu fáa kraft, táið Heilagi Andin kemur yvir tykkum, og tit skulu vera vitni Míni, bæði í Jerusalem og í øllum Judea og Samaria og líka til enda jarðarinnar.“
- 9Táið Hann hetta hevði sagt, varð Hann tikin upp, meðan teir sóu, og skýggj tók Hann burtur úr eygsjón teirra.
- 10Sum teir nú stardu upp móti himli, í tí Hann fór burtur, stóðu hjá teimum tveir menn í hvítum klæðum.
- 11Teir søgdu: „Tit menn úr Galilea! Hví standa tit og hyggja upp móti himli? Hesin Jesus, sum er tikin upp til Himmals frá tykkum, skal koma aftur, á sama hátt sum tit sóu Hann fara til Himmals.“
- 12Tá fóru teir aftur til Jerusalem av fjallinum, sum kallast Oljufjallið og er nær við Jerusalem, sabbatsferð haðani.
- 13Táið teir vóru komnir hagar, fóru teir upp í salin í erva, har sum teir hildu til – Pætur, Jóhannes, Jákup, Andrias, Filip, Tummas, Bartolomeus, Matteus, Jákup, sonur Alfeus, Símun Zelotes og Judas, sonur Jákup.
- 14Allir hesir hildu á í bønini av einum huga saman við nøkrum kvinnum, Mariu, móður Jesus, og brøðrum Hansara.
- 15Á hesum døgum reistist Pætur mitt ímillum brøðurnar – har var tá savnaður ein flokkur, okkurt um 120 í tali; hann segði:
- 16„Tit menn, brøður! Skriftorðið mátti ganga út, sum Heilagi Andin frammanundan hevði talað við munni Dávids um Judas, sum varð vegvísari teirra, ið tóku Jesus.
- 17Hann var jú roknaður millum okkara og hevði fingið lut í hesi tænastu.
- 18Hann keypti sær nú jarðarstykki fyri lønina, ið hann hevði fingið fyri illgerð sína; og hann datt eftir høvdinum og skrædnaði av um miðju, og allur innvølur hansara kom út.
- 19Hetta varð øllum kunnigt, sum í Jerusalem búgva, og jørðin fekk eisini á teirra egna máli navnið Hakeldama, tað er Blóðjørð.
- 20Skrivað stendur jú í Sálmabókini: „Bústaður hansara leggist í oyði, og eingin veri, sum býr í honum!“ og: „Annar taki embæti hansara!“
- 21Tí eigur ein av monnunum, ið fylgdust við okkum, alla tíðina ið Harrin Jesus gekk inn og gekk út hjá okkum,
- 22líka frá dópi Sínum við Jóhannesi, og til tann dag Hann varð tikin upp frá okkum – ein teirra eigur saman við okkum at verða vitni um uppreisn Hansara.“
- 23Teir settu tá fram tveir, Jósef, sum kallaðist Barsabbas og hevði tilnavnið Justus, og Mattias.
- 24Og teir bóðu soleiðis: „Tú, Harri, sum kennir hjørtu alra! – Vís okkum, hvønn av hesum báðum Tú hevur valt
- 25at taka sætið í hesi tænastu og hesum ápostladómi, sum Judas fór úr fyri at fara til sítt egna stað!“
- 26So kastaðu teir lut teirra millum, og luturin fall á Mattias; hann varð tá roknaður saman við hinum ellivu ápostlunum.